hósdagur 3. august 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
27
fáa lán í danska ríkinum, so hetta
bleiv eitt ógvuliga tungt tak fyri
okkum. Men vit fingu so betalt
50.000 pund, og so fingu vit eitt
lán í Onglandi upp á 40.000 pund.
So fingu vit tann trolaran, og
hetta var eitt sera snotiligt skip,
og hevur hann lagt nógvar pengar
inn til Føroyar. Kaj Johannesen
var skipari. Hann er ein kendur
fiskiskipari, og tað gekk uppá tað
besta alla ta tíðina, hann førdi
trolaran. Seinni hevur Martin
Sivertsen ført hann, og tað hevur
eisini gingist væl. Tann báturin
hevur verið ógvuliga væl eydnað
ur og hevur lagt nógvar milliónir
inn til Føroyar og hevur givið væl,
bæði til manning og reiðarí.”
Teir nýggju trolararnir vóru
størri enn teir gomlu, og umstøð
urnar hjá manningini umborð
vóru so nógv betri. Eisini høvdu
teir radara, ein nýggj uppfinning,
sum kom fram undir krígnum, og
hetta var eitt ómetaligt framstig.
Sjúrðarberg var fyrsta føroyska
skip, sum hevði radara. Hann
hevði eisini peilara, ljóskastara,
radiotelefon og telegraf. Hetta er
alt útgerð, sum gjørdist ein sjálv
fylgja seinni. Tann størsta broyt
ingin var tó, at trolararnir nú vóru
oljufýrdir, meðan allir teir gomlu
høvdu verið kolfýrdir.
Kom á Klaksvík
Um kvøldið tann 23. juni 1948 kom
nýggi trolarin Sjúrðarberg, flagg
skipið í føroyska fiskiflotanum,
til Klaksvíkar. Áhugin fyri hesum
nýggja og framkomna trolara var
sum vera man stórur. Tað finst
ein filmur, sum varð upptikin, tá
ið Sjúrðarberg kom. Poul Als Jen
sen, sum tá starvaðist hjá Kjølbro,
tók filmin, ið skjalprógvar eina ser
staka hending í føroysku skipasøg
uni. Nógv fólk vóru á bryggjuni,
skótar og ítróttafólk ganga skrúð
gongu við fløggum, maskinbátar
taka ímóti, og røður verða hildnar.
Tað sæst á filminum, at Gerda
og Ewald Kjølbro og børn teirra
Karin og Jógvan standa aftan fyri
brúnna, og at fergan hjá Óla Ják
upi Jacobsen flytur fólk yvir um
vánna.
Britons Pride við Kjølbro og
konuni Karini umborð var eisini
suðuri í fjørðinum fyri at taka
ímóti, so tey bæði kundu sleppa
umborð, áðrenn trolarin legði at
bryggju. Øll signalfløggini vóru
uppi, og á brúgvartakinum melur
tað nýggja fantastiska fyribrigdið,
radarin, í klingur.
Hjarnar Djurhuus, seinni stjóri í
Shell, minnist væl móttøkuna sum
unglingi: “Tað var sum í Orminum
langa, tá ið Sjúrðarberg spakuliga
kom siglandi inn eftir vágni. Allir
sóu tá ormin koma, allir undrað
ust á. Tann stóra mannfjøldin,
ið var komin út á kaiina at taka
ímóti hesum stásiliga fari, var
hugtikin. Sjúrðarberg legði at
innan fyri kaiina, og eina løtu
eftir, at trolarin var komin, hildu
Kjølbro og Kaj Johannesen, sum
skuldi føra Sjúrðarberg, røður
frá stýriborðs brúgvarvongi. Kaj
segði: “Stóra Bretland hevur í dag
ongan nýbygdan trolara størri enn
Sjúrðarberg. Frakland hevur í dag
ongan nýbygdan trolara størri enn
Sjúrðarberg, men teir hava onkran
við størri maskinorku.”
Sum ungdómur føldi eg stolt
leika av, at mín heimbygd, Klaks
vík, hevði eitt virki, J.F. Kjølbro,
ið hevði bygt ein trolara, ið kundi
javnmetast við teir størstu og
mest framkomnu bæði hjá Stóra
Bretlandi og Fraklandi, ið tá høvdu
stórar trolaraflotar.
Sama ári, sum Sjúrðarberg
kom, fór eg í jarnsmiðjulæru á
Klaksvíkar sleipistøð, vanliga
kallað bedingin, sum Kjølbro eis
ini átti. Eg arbeiddi umborð á
Sjúrðarbergi, tá hesin í 1949 skuldi
til garantieftirlit í Leith í Skot
landi. Eg var so heppin at sleppa
við sum kyndari. Eg minnist enn,
hvussu framkomnan og stóran
arbeiðsmenninir, ið starvaðust
umborð á Sjúrðarbergi í Leith,
hildu trolaran vera.”
Loðsarnir rendu
Sjúrðarberg upp á land
Sjúrðarberg fór til fiskiskap 27.
juni 1948 eystur í Hvítahavið, sum
var ein vanlig fiskileið hjá føroy
ingum tá. Teir landaðu í Hull 23.
juli. Teir fóru aftur ein túr eyst
ureftir og síðan til Grønlands 13.
september og komu aftur til Før
oya 21. oktober.
Í desember mánaði sama ár
kundi endað heilt galið við Sjúrðar
bergi. Kaj Johannesen var skipari
á veg eystanífrá til Grimsby við
góðum 4.000 kassum av toski.
Hann sigldi ávegis innanskers
fram við Noregsstrondini.
Teir sluppu ikki framat í
Grimsby, tí har var fult av fiski.
Avrátt var við Sofus Poulsen á
umboðsstovuni í Aberdeen, at teir
skuldu koma hagar at landa.
Kaj mátti seinni boða Sofusi
frá, at teir vóru seinkaðir. Støðan
var tá tann, at hann stóð fastur
á klettunum í Noregi. Loðsarnir
høvdu siglt hann á land við 13
míla ferð.
Nú var einki annað at gera enn
at royna at fáa Sjúrðarberg av aft
ur, og tað endaði við, at tveir sleipi
bátar máttu til fyri at fáa hann av.
Síðan varð farið til Ålesund, har
sement varð koyrt í fyri at tetta
skipið. Sjúrðarberg kom síðan til
Aberdeen, har teir landaðu fiskin.
Hann fekk yvir 12.000 pund fyri
góðar 4.000 kassar. Hetta vóru
tískil um 200 tons. Hetta var ein
fínur túrur.
Aftaná at hava landað mátti
teir fara til Leith, har Sjúrðarberg
skuldi gerast aftur. Hann hevði
skrætt einar 30 føtur av kjølin
um. Tíbetur fóru skottini framm
an millum lastina og manningar
rúmini ikki. Men sjógvur kom heilt
upp í yvirkoyggjurnar hjá monn
unum í lugarinum.
Hildu stutt
Hesir framkomnu trolararnir
hildu stutt. Teir vóru í drift í 20
ár, tá vórðu teir upphøgdir. Lutvíst
var tíðin farin frá teimum, men
meira avgerandi var, at ketlarnir
hildu ikki meira enn hesi árini, og
tað var ikki hildið ráðiligt at geva
teimum nýggjar ketlar. Ein orsøk
til, at ketlarnir hildu so stutt var, at
teir vóru ikki ætlaðir at nýta sjógv.
Tá fóru reiðarar eisini at satsa
upp á hekkutrolarar, sum gjørdist
framtíðin hjá hesum trolarum.
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá danska
prestinum Rasmus Jørgen Winther, sum fekk
kirkjugarðin undir Svínaryggi gjørdan
Rokfiskiskapur hjá Sjúrðarbergi
Ringberg v.f. Andrass Samuelsen og Sundorph,
fúti, taka ímóti kongi í Fuglafirði
við sær ein persón, sum eisini var
kendur í Føroyum. Hetta gjørdist
Anders Nøhr Jensen, sum annars
var politistur. Hann var giftur við
Mathildu hjá Gøtu-Anthon, sum
eisini var politistur í Havn. Tey hjá
Ringberg kendu Mathildu, tí hon
hevði arbeitt á skrivstovuni hjá
amtmanninum, meðan Ringberg
var í Føroyum. Mathilda gjørdist
sum ein partur av familjuni. Hon
plagdi at hjálpa børnunum hjá
amtmanninum at gera teirra
skúlating. Hetta samband teirra
millum vardi alla teirra tíð.
Anders greiddi frá, at hann var
á veg úr Føroyum til Danmarkar
við “Atlantsfarinum” tann minni
liga 14. september. Hann mintist,
at umborð har fegnaðist tey um,
at tað gjørdist “ja” til loysing, men
samstundis merkti hann eina stúr
an fyri, hvussu tað mundi fara at
gangast við at seta samtyktina í
verk.
Til Føroya uttan at
nakar skuldi vita av
Anders var í Danmark í 14 dagar.
Tá er tað, at hann fær boð um at
fara aftur til Føroyar í umrøddu
ørindum. Teir fóru til Føroyar
við “Roar”, sum var leigað av
donsku stjórnini at fara til Føroy
ar við eini sendinevnd av donsk
um politikarum, sum skuldu
samráðast við føroysku flokkar
nar um støðuna, sum var í komin.
Ein av hesum var Erik Eriksen,
leiðari í Venstre, sum gjørdist for
sætisráðharri í Danmark í 1950-53.
Tað var heilt óalment, at Ring
berg og Anders vóru við. Hetta
skuldi eingin vita um, tí teir høvdu
alment eingi ørindi í Føroyum.
Teir høvdu annars tveir krimi
nalpolitistar við, um nakað skuldi
hent! Men teir báðir vórðu sendir
heim aftur beinanvegin, tí tað var
í hvussu er friðarligt í Føroyum.
Ringberg og Anders vóru nær
um tríggjar mánaðir í Føroyum
og komu heim við seinasta ferða
mannaskipinum til jóla. Hesa
tíðina ferðaðust teir runt í land
inum og tosaðu við ymsar per
sónar og myndugleikar, sum
t.d. sýslumenninar, sum Ring
berg kendi væl. Anders búði hjá
verforeldrunum, Malenu og An
thon. Og her fekk hann í hvussu
er møguleika fyri at kunna seg um
tey ymsu sjónarmiðini. Tí Anthon
hevði valt loysing, meðan Malena
hevði valt samband! Anders segði
annars um tey, at tá tey fóru á
val, høvdu tey blýant við sær, um
tann framlagdi í atkvøðurúminum
skuldi brotna!
Hans Ringberg,
sonur amtmann
in, kendi eisini
hesa søgu. Hann
mintist, at hann
var sjálvur niðri á
bryggjuni at siga
farvæl, tá “Roar”,
fór avstað. Hann
helt, at tað var
statsministarin, Knud Kristen
sen, sum hevði sent teir báðar til
Føroyar.
Tað kundi verið áhugavert um
tað funnust nøkur skjøl frá hesi
kanningarferðini. Men kanska
var hetta so loyniligt, at einki er
niðurskrivað!
Hans
Ringberg var á
kaiini og segði
pápanum
farvæl, nú
hann skuldi
til Føroya
á sínum
loyniørindum.