Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 28 07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN Mannfólka­ inndatsur, men tað gav ikki mál ella stig hesaferð.  Tað mugu vit hava komandi dyst, ella verður tungt. NSÍ – JAN BOLSTAD ANTHONIUSSEN Trý tídningarmikil stig. Vit hanga í, og bíða bara til hinir snáva! Góða ólavsøku. Góðir! TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO Tá teir gomlu spæla ímóti teimum ungu til trening, vinna teir gomlu 9 av 10 ferđum! So var eisini í dag. ÍF – SÆBJØRN LEITI Tað skuldi staði 3-0 áðrenn nsí skoraði men so var ikki, Vit koma sterkt aftur  Koyr á ÍF EB/STREYMUR – RÓGVI DAM Arnbjørn er okkara. Vit fara, at skála á  Ólavsøku. Saman standa vit sterk B36 – LISSI MOURITSEN At vinna er altíð deiligt og vit blíva bara við at vinna - fantastiskt ! Og ein ólavsøku/siður er veldugt ! Renni dreingir FLOTT ! TRÓNDUR ARGE Tað bleiv ikki minniliga ólavsøkan, har KÍ viðhalds­ fólk­ini kundu syngja sínar sangir á trappuni í Vágsbotn. KÍ tapti 2-1 fyri HB, eftir at hava verið á odda 1-0. KÍ er nú trý stig aftanfyri Víking í oddastríðnum, men fyri ein mann hevði dysturin ein serligan týdning. Hóast ongin gleði er at finna í Hjagrími Elttør eftir dystin, so hevur 34 ára gamli vongurin spælt sín dyst nummar 400 í bestu deild­ini í Føroyum. Tað er ein staðfesting av einum spælara, sum hevur raðfest fót­bóltin høgt. Og framvegis rað­festur fótbóltin høgt. -Tað er ringt at finna hurðina, tá tað gongur KÍ so væl í løtuni. Sjálvandi droyma eg og norðoyingar um at vinna FM, men tað týdn­ingarmesta er, at KÍ aftur er at finna í toppinum av føroyskum fótbólti, sigur Hjal­grím Elttør. Í skiftirúminum situr hann við síðuna av Atla Daniel­sen, sum somuleiðis er føddur í 1983. Teir eru upp­vaksnir sama í KÍ og hava báðir roynt eydnuna í Danmark og B36. –Vit tosa onkun­tíð um tað at gevast. Tað er ringt at gevast tí tað gongur væl, men eisini tí fót­ bólturin hevur fylgt so nógv í okkara lívi, sigur Hjalgrím Elttør. Frískur mikudag Tað er kappingarárið eftir aldar­skiftið, at Hjalgrím Elt­ tør byrjar at gera um seg í bestu deildini. Hann hevur síðani spælt við B36, NSÍ og Fremad Amager. Hann hev­ur vunnið FM við NSÍ og steypakappingina við KÍ í fjør. Hugurin at spæla fót­ bólt er tann sami, men tað tekur longri tíð at koma seg eftir dyst í dag. - Tað krevur meiri at spæla í dag, enn tá eg byrjaði. Nú eru eisini ungir mans, sum venja væl, ið trýsta teg. Tá eg var yngri spældi eg bara. Nú kann tað gott ganga heilt til mikudag, áðrenn eg komi ordiliga fyri meg, sigur Hjal­grím Elttør við einum lítlum brosi. Hann hyggur ikki longur fram enn neyðugt, tá tað kem­ur til yrkisleiðina sum fót­bóltsspælari. - Eg taki eitt ár á gangin. Eg havi verið heppin við skað­um. Heldur tað fram, so kanska eg klári nakrar dystur afturat. Eg veit ikki nær Fróði Benjaminsen ætlar at gevast, men kanska eg fái hann aftur, sigur Hjalgrím Elt­tør skemtandi. 39 ára gamla landsliðskempan av Toft­um hevur spælt 442 dyst­ir higartil. Sjálvur hugsar klaks­ vík­ingur fyri tað mesta um at spæla í løtuni, men fót­ bólts­áskoðarin í Klaksvík er tiltikin fyri at fylgja væl við. - Tað er stuttligt, at fólk fylgja so væl við, tí eg verið mintur á tey ymiskum ting­ ini á gøtuni. Í fjør var tað mál nummar hundrað. Áðrenn tú veist av, so ert tú gamal í fótbóltshøpi, sigur Hjalgrím Elttør um at spæla dyst nummar 400. Hann sigur eisini, at hugurin til venjing, og at vinna er til staðar enn. Hann vil tó ikki lova dyst numm­ar 500. - Eg kann lova ein samrøðu, um eg komi hartil, men tá giti eg eisini, at tíðin er komin til at gevast, sigur Hjal­grím Elttør. Víkingur ger klárt til SF VÍKINGUR-KÍ: Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: LARS MULLER Fríggjadagin 11. august verð­ ur størsti dysturin í hes­um kappingarárinum, tá KÍ á heimavølli tekur móti Víkingi. Spurningurin er nú hvørjari støðu liðini verða í til stórdystin. Vinnur Víking­ ur á HB sunnudagin, so hava FM vinnararnir góð kort á hondini undan dystinum. Knekkar HB hinvegin eisini FM biðlarnar úr Víkingi, so er stríðið um fjórða pláss­ ið við B36 størri, enn stiga­ talvan gevur tekin um. HB hevur fimm stig upp til B36, men vinnur HB aftur er tað ein staðfesting av, at HB ikki leggur seg. - Vit spæla móti føroya­ meistar­unum og besta lið­ num í kappingini higartil í ár. Vit hava spælt nakar fínar dystir móti hinum topp­liðunum í ár, og tað hevur ongantíð verið eitt mál á muni, so eg vænti ein tættan dyst. Vit avrikaðu væl móti KÍ og hava tí gott mót, men vælvitandi, at tað verð­ur trupult, tí Víkingur er eitt gott lið, sigur Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB. Í HB vóna tey, at hava Alek­sand­ ar Stankov tøkan til dystin. Pappírini eru ikki komin upp á pláss enn. HB vann á ólavsøku á KÍ. Tað hev­ur Sámal Erik Hentze eisini bitið merki í. - Eg sá eitt HB-liðið við vilja og geisti, men vit fara altíð eftir trimum stigum á heima­vølli. Vit hava okkara ætlan og hana skulu vit halda okkum til. Vit spæla ikki eftir mótstøðuni, men sjálv­ andi skulu vit hava serligt fokus á nøkrum tingum, tá hitt liðið hevur bóltin, men tað nyttar ikki umskipa liðið eftir mótstøðuni hvørja ferð, sigur Sámal Erik Hentze. Hann er uttan Andreas Lava Olsen, sum eru skaddur í upp til seks vikur, eftir at hann misti ein breyðknív á stórutá og hevur meiðslað eina spong. Víkingur ger at kalla ongi mistøk í løtuni. Teir fáa stigini, sum skulu til og tí eisini favorittar at vinna. SOSIALURIN TIPPAR 2-1 NSÍ flygur undir radaranum NSÍ-TB/FCS/ROYN: Sunnudagin 15.00 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Runavíkingar eru í somu støðu sum í fjør. Liðið liggur nær oddinum, men tað ery UPPTAKT TIL EFFODEILDINA FÓTBÓLTUR Tað eru 17 ár síðani, at Hjalgrím Elttør rann á vøllin í bestu deildini fyri fyrstu ferð. 400 dystir seinni er hugurin framvegis tann sami, tó at kroppurin tekur ein løtu at koma fyri seg, eftir ein dyst. – Tað er ringt at finna hurðina, tá tað gongur KÍ so væl, sigur Hjalgrím Elttør Hjalgrím 400 dystir RINGT AT FINNA HURÐINA – TÁ TAÐ GONGUR KÍ VÆL Av misgávum vóru fjeppara sms'ini ikki við mánadagin, tí eru tey við í dag.