Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 29 tey fægstu, sum vænta at teir vinna FM. Alt prátið er um Víking og KÍ, meðan NSÍ tykist kunna spæla uttan FM-trýstið. Tað merkir tó ikki, at liðið ikki ætlar sær at vinna. Suðuroyingar hava tað trupult í løtuni. Trý tey fyrstu umførini eftir summar­steðgin eru ímóti teim­um teimum ovastu lið­ unum í deildini. Liðið hevur tapt greitt fyri Víkingi og KÍ, og útlit eru fyri, at tað eisini verður støðan við Løkin sunnu­dagin. Suðuroyingar eru uttan Eirik Ellendersen og Jón Krosslá Poulsen veg­ na leikbann, meðan Poul Ingason spælir við 1.deild hetta vikuskiftið. Runa­vík­ ingar hava Einar Tróndar­ gjógv við aftur eftir leik­ bann. NSÍ er favorittur og tað líkist einum heima sigri. SOSIALURIN TIPPAR 3-1 Nú vinnur B36 B36-ÍF: Sunudagin kl 15.00 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ B36 hevur nú vunnið fýra ferðir upp í slag. Tað hevur ikki verið líka til hvørja ferð, men 5-1 sigur á KÍ tykist hava loyst upp fyri spenninginum í B36. Árstalsfelagið er stór­ favorittur at vinna á ÍF sunnu­dagin og harvið vinna fimta dystin upp í slag. Felagið hevur longu mist so nógv, at fyrsta og annað pláss er heldur óhugsandi, men triðja plássið hevði tryggja teimum pláss í Ev­ ropa komandi ár – líka mikið hvussu tað gongur í steypa­ finaluni. Seinasta útkall hjá ÍF hevur langtsíðani verið. Spurn­ing­urin er um tað er nakar eftir í Fuglafirði, sum trýr upp á ÍF í ár? SOSIALURIN TIPPAR 4-0 07 spælir fyri lívinum SKÁLA-07 VESTUR: Sunnudagin kl 15.00 DÓMARI: ALEX TROLEIS Hetta skuldi verða árið, tá 07 Vestur vann seg fast í bestu deildina. Stórir profilar og eitt drúgt ungdómsarbeiði skuldi saman gera 07 Vestur til eitt Effo-deildar felag. Nú er alt kókað niður í ein dystin á Skála. Vinnur 07 Vestur ikki á Skála verður langt á mál. Tað eru seks stig upp til niður­ flytingarstrikuna og tað er ilt at ímynda sær, at Skála, EB/Streymur ella TB/FCS/ Royn hava fingið síni sein­ astu stig í ár. Tey flestu væntaðu, at Skála fór at klára frísak og meiri enn tað í ár. Tað hevur ikki gingið heilt eftir ætlan, men við sigri sunnudagin eru útlit fyri, at vit ikki tosa um Skála og niðurflyting aftur í ár. SOSIALURIN TIPPAR 2-1 Ólavsøkan trýstir KÍ EB/STREYMUR-KÍ: Sunnudagin kl 17.00 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Tað kom illa við í Klaksvík, at KÍ tapti á ólavsøku fyri HB. Eitt er pínan at tapa á tjóðardegnum móti arva­ fígg­indanum, men tapið legg­ur eisini trýst á KÍ. Ein møgu­ligur javnleikur á útivølli móti EB/Streymi er brádliga ikki ein møguleiki, um Víkingur greiðir sína skyldu tveir tímar framman­ undan. -Tað blívur ein uppgáva, har vit skulu upp á beint aftur. Eftir ólavsøku, so verð­ ur tað týdningarmikið at fáa try stig. Gera vit ikki tað, so kann blíva langt upp á topp­ in, sigur Hjalgrím Elttør. Hann tekur als ikki lætt upp á uppgávuna sum liggur fyri framman. -Tað er altíð torført at spæla við Margáir og teir hava eitt gott lið. Tað er ongin ivi um, at vit skulu avrika betri enn móti HB. Hatta má vaskast av okkum og vónandi fáa vit ein dyst millum nummar eitt og tvey á Summarfestivalinum, sig­ ur Hjalgrím Elttør. Eftir hálvt annað ár sum ein partur av oddinum í før­ oyskum fótbólti, so hevur KÍ tað, sum skal til fyri at svara aftur. SOSIALURIN TIPPAR 0-2 TRONDUR@SOSIALURIN.FO Víkingur – JOHN REID NYBO 1-2-3 - GÓĐA ÓLAV­ SØKU! Friđarligur dagur á kontórinum í dag, menn komu inn og gjørdu tađ teir gera best og og máltalvan sigur rest.  Drívi á dreingir! WLYV KÍ – KRISTIAN JOENSEN Vit eru ikki vanir við at spæla a einum vátum vølli.. Men nú sendi vit aftur FM inn í Eysturoynna.. Tillukku við tí SKÁLA – BJØRG OLSEN 1 stig er betri enn einki, men halgatrý hetta er strævið, og absolutt ikki gott fyri blóðtrýstið. Vinni bara næstu ferð, tí at tit behøvast ikki at gera tað so spennandi hvørja ferð. Go Skála HB – MARGIT STÓRÁ Soleiðis ! Søtur stríðssigur. Stuttlig Ólavsøka. Orð eru fátøk. Vit koyra á... HåååBee ! Liðtíðindini: B36: Ikki við: Lukasz Ciseliwez (leikbann), Gestur B. Dam (fóturin), Bjarni Petersen (fóturin) Við aftur: Høgni Eysturoy (lærkrikin), Jógvan Skeel Nolsøe (knæið) EB/Streymur: Allir mans tøkir HB: Ivasamir: Aleksandar Stankov (loyvini) ÍF: Allir mans tøkir Við aftur: Ari Ó. Ellingsgaard (skaði), Bogi Reinert Petersen (leikbann) KÍ: Ikki við: Sørmundur Kalsø (knæið) Ivasamir: Ahmed Mujdragic (brotið nøsina, men hevur fingið masku), Atli Danielsen (knæið) NSÍ: Ikki við: Bogi A. Løkin (lærskaði, 1-2 vikur) Jannik M. Olsen (lærkrikin, ógreitt hvussu leingi) Við aftur: Einar Tróndargjógv (eftir leikbann) Skála: Ikki við: Ólavur Mikkelsen (knæskaði, 2-4 vikur afturat), Jákup Johansen (brotið fótin, ógreitt hvussu leingi), Valeri Iobashvili (leikbann), Michal Przybylski (loyvini) TB/FSC/Royn Ikki við: Jón Krosslá Poulsen (7 gul), Eirikur Ellendersen (reytt kort) Víkingur: Ikki við: Andreas Lava Olsen (6 vikur, stóratá) Ivasamur: Gert Hansen (baklærið), Sorin Anghel (tjúkkin) 07 Vestur Ikki við: Gunleif Magnusarson (knæskaði, ógreitt hvussu leingi) 17. umfar: Víkingur – HB (15.00) Beinleiðis á Rás2 NSÍ – TB/FCS/Royn (15.00) B36 – ÍF (15.00) Skála – 07 Vestur (15.00) EB/Streymur – KÍ (17.00) Beinleiðis á Rás2