leygardagur 16. oktober 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 198 - 16. oktober 2004
Nr. 198 - 16. oktober 2004
41
TINGHELLUKRONIKKIN
Reidar Nónfjall
1. partur
Politiska útgangsstøðið
2004
Politiska skipanin í Føroyum
hevur týdning, tá hugsað verður
um at skapa neyðugar karmar at
virka innan fyri hjá vinnuni,
húsarhaldum, borgarum og í
altjóða samstarvi. Tað at skapa
karmar merkir m.a. at áseta
meginreglur, tilluta og býta
tilfeingi, áseta prinsippir, áseta
bleyt og hørð virðir, ganga undan
í etikki og morali og annað.
Karmar verða ofta ásettir i
lógum og kunngerðum.
Tað, sum eyðkennir politiska
arbeiðið í løtuni er, at ov nógv
tíð verður brúkt uppá mál, sum
ongi mørk flyta og hava ongan
týdningin fyri, hvussu vit yvir-
liva sum samfelag ella sum
vinna. Hinvegin hevur lands-
stýrið eitt samgonguskjal, hvørs
innihald oftast verður gloymt og
ikki eftirmett. Harafturat verður
eitt samgonguskjal samansett í
skundi og undir trýsti, og málini
eru ofta ógreið og nógv týðandi
mál koma ikki við í samgongu-
skjali.
Landspolitiska dagsskráin
seinastu tíðina er td. Forngripa-
savnið - leiðslutrupulleikar,
Sjónvarpið - ongi greið politisk
signalir og byggarí fyri 100 mió.
kr. skeiv íløga, Útjaðaramenning
- leggja almennar stovnar í útjað-
aran (onki um vinnumenning),
Hernaðarmál - ongar krígsstøður
í Evropa og tá kalda kríggi varð
høvdu vit onga meining, Vant-
andi liðugtgerð av landssjúkra-
húsinum o.a.
Talan er um selektiv ella
einstøk mál, sum verða tikin
burturúr heildini og hevja til
nakað, sum er út av proportión-
um. Eg roknið við, at fjølmiðl-
arnir ókritiskt seta dagsskránna
eftir, hvat politikarar greiða
teimum frá. Men hvat við, at
fjølmiðlarnir gera eitt uppsøkj-
andi fakligt arbeiði og seta á
skránna heilt onnur viðkomandi
mál, sum liggja óloyst, og annars
eftirlýsa politiskar visiónir og
avbjóðingar.
Tað kemur ov sjálvdan fyri, at
politikarar spyrja eftir, hvat
vinnan og borgarin fær fyri tær
játtanir, sum veittar eru almenn-
um stovunum og umvegis
lóggávuna ár um ár. Hvat við
avtøku av óneyðugum almennum
skipanum og tænastum. Mesta
kjakið er um ein játtan er lækka
ella hækka við 1% ella 2%, og
hetta hendir bara einaferð um
árið í desembrr.
Landsstýrið hevur gjørt eitt nú
bygnaðarbroytingar innan tað
almenna, við at leggja aðalstýrir
saman, Úrslitið vísir seg sum
oftast at verða, at hesar loysnir
ongar sparingar hava við sær,
m.a. tí, at fólk skulu varveita sítt
arbeiðspláss og enn fleiri verða
sett í starv tilsamans í almenna
sektorinum. Ein privat fyritøka
kann ikki loyva sær at virka á
henda hátt og roknað við at yvir-
liva - spuringurin er um tað
almenna í longdini kann yvirliva
við hesum mátanum at virka
uppá. Tá so sparingar verða
gjørdar er tað uttan fyrireikingar
og tí við lýggja og pleniklippara
og uttan mið og mál.
Tað var áhugavert at lesa eina
veljararkanning herfyri um, hvat
veljarin helt um higartil arbeiðið
hjá samgonguni. Sum heild var
veljarin væl nøgdur. Men tað
stóð onki at lesa um, hvørji mál
talan var um og hvat tað var, sum
var gott og minni gott, og hvørji
mál liggja óloyst. Sostatt kunnu
slíkar kanningar virka sum ein
høvdakoddi ella kunnu ikki
brúkast í politiska arbeiðinum til
input til betringar ella annað
konstruktivt. Talan er meira um
kanningar, sum eru grundaðar á
kenslur og hvat ein dámar ein
persón, sum politikara (í mun til
verulig avrik).
Ein politisk visión ella eitt
mál, sum hevur kravt sera nógva
politska orku í skjótt nógv ár, er
sjálvstýrismálið. Talan er um eitt
samfelagsmál, um tað verður
samanborið við eitt nú eina um-
legging av einari stórari fyritøku,
átti at tikið 8-12 ár at umlagt.
Henda meting er grundað á allar
tær grundleggjandi broytingar í
samfelagnum og kravið um eitt
samfelag, sum skal verða bú-
skaparliga sjálvberandi - frá td.
at hava fingið peningagávur í
nógv ár, men hereftir skal stovna
nýggjar vinnur og/ella økja
framleiðsluna munandi fyri bara
at halda verandi vælstandsstøði.
Sjálvstýrismálið eigur tí, út frá
einum organisatoriskum og fak-
ligum sjónarmiði, skjótast
gjørligt at leggjast í eina fasta og
langsiktaða legu, og orka og tíð
eigur í størri mun at brúkast at
menna hetta samfelag vinnuliga
og soleiðis gera samfelagið ført
fyri at gerast búskaparliga sjálv-
berandi komandi árini.
Ein størri og størri partur av
politiska arbeiðinum minnir alt
meira um kreativitet uttan
implementering og ítøkjulig
úrslit. Hetta verður í einum
professionellum arbeiðsum-
hvørvi fata sum ábygdarleyst og
skaðiligt. Eitt hugskot, sum ikki
kann gerast veruleiki er onki vert
- so má eitt annað og betri hug-
skot til, sum veruliga kann
brúkast og geva úrslit.
Tað almenna skipanina er
vorðin alt meira ein passiv,
defensiv og responsetiv skipan,
sum næstan bara reagerar, tá ein
órelevant viðmerking verður
alment sett fram (lesarabræv) og
sum brúkar nógva orku at verja
seg, tá kritikkur verður reistur og
annars lítið og onki nýtt setur í
verk.
Harafturat vísa kanningar, at
politisku skipanirnar liggja
lægst, tá talan er um broytingar-
skjótleika í sambandi við
nýskapan í mun til teknologar,
vinnuna og húsarhaldini.
Frá borgar til brúkara
Fyri eini 20-30 árum síðani var
vanligt, at fólk brúktu orð sum
borgari, tá tosað varð um, td.
hvat ein átti og hevði skyldu at
gera fyri samfelagið. Ein ameri-
kanskur presidentur segði tað
soleiðis: Don´t ask what your
country can do for you, but what
you can do for your country.
Seinastu árini uppliva vit, at
tað er vorði alt meira vanligt, at
borgarar í almennum saman-
hangi í staðin fata seg sum
brúkarar av almennum tænastum.
Tað verður nærmast dyrka, hvat
ein kann krevja av almennum
skipanum fyri at nøkta sín
serliga tørv - nøkur fólk enntá
gerast "serfrøðingar" at brúka
almennar skipanir av ymiskum
slag.
Í sær sjálvum er onki skeivt í
at fleiri krevja sín rætt, men
trupulleikin er, at tað leggur stórt
trýst á teir persónar og virkir,
sum skulu útvega inntøkur at
gjalda til kommunu- og lands-
húsarhaldið. Vandi er eisini fyri,
at tað gerst eitt stórt fleirtal av
íbúgvunum, sum byggja sítt
virksemi og atburð uppá krav-
mentalitet. Harafturat er vandi
fyri, at vit fáa eitt ættarlið av
fólkum, sum flestu ikki eru
motivera at arbeiða, halda ikki
avtalur, tilføra ikki góðsku í
arbeiðinum, møta ikki væl upp
til arbeiðis, kunnu ikki samstarva
um arbeiðsuppgávur o.a.
Ein annar vandi við stóra
trýstinum á almennar tænastur
og kassar, er, at politisku skip-
anirnar fáa alt størri trupulleikar
at gera eitt rættvíst og ráðiligt
býtið av teimum peningum, sum
knappheit er á og sum við lóg
verða inndrignar frá skattaborg-
aranum.
Spurningurin er, hví krav-
mentaliteturin ger seg so nógv
galdandi í dag. Orsøkirnar eru
óivað fleiri. Upprunaliga varð
endamálið við almennum
stuðulsskipanum uttan iva at
hjálpa fólki, sum veruliga vóru
illa fyri og tørvaðu hjálp av
ymisk slag, sjúkraviðgerð, o.a.
Orsøkirnar kunnu verða polit-
iskar og hugburðurin í fólkinum.
Harafturat hevur støddin á
føroyska samfelangum við sær,
at tað verður størri trýst lagt á at
brúka vinar- og kenningar-
politikk til at útvega almennar
tænastur - eisini sertænastur.
Seinnu árini eru orsøkirnar
harafturat, at politikarar brúka
almennar skipanir í størri mun til
at fáa atkvøður og tryggja
afturval - so primitivt er tað. Til
seinasta løgtingsval sást hetta
týðuliga millum føroyskar
politikarar, har ávisur politikari
mælti til at skipa lóggávu, sum
einans hevði til endamáls at
nøkta ein ella annan tørv hjá
nøkrum fáum fólkum í einari
bygd. Tað fyrikemur nær-um í
øllum Dagur & Vika í løtuni, at
ávísir landsstýrismenn fyri
opnum skýggja býta út almennan
pening til serlig endamál og lova
nýggjar og kostnaðarmiklar
tænastur. Avleiðingarnar eru
hægri almennar útreiðslur,
landskassahall, hægri skattatrýst,
men fyri politikaran kanska
nakrar atkvøður og afturval. Tað,
sum brúkarin ikki kemur í tankar
um, roynir politikarin ofta at
uppfinna og marknaðarføra.
Legg til merkis, at tá tú krevur
tænastur og pening frá tí al-
menna ert tú brúkari, men tá tú
skalt gjalda til landshúsarhaldið,
ert tú skattaborgari. Tú skalt vísa
stórsinni, tá tú gjaldir skatt til
landshúsarhaldið og verða
ósmæðin, tá tú krevur tænstur og
pening frá tí almenna.
Búskaparliga
útgangsstøðið
Fíggjarliga orkan hjá tí almenna
er nógv tengd at vinnuliga virk-
seminum í samfelagnum. Tí
eigur fíggjarpolitikkurin at taka
hædd fyri búskaparligu gongdini,
úrslitunum og útlitunum.
Tað verður í løtuni víst á vána-
ligu búskaparligu útlitini og
krepputekin í føroyska búskap-
inum og onkur frá vinnuni hevur
ilt við at skilja, at politikkarar
ikki reagaera uppá hetta og við
hesum lata sum um, at alt virkar
sum tað skal. Tað er ábyrgdar-
leyst og óprofesseionelt, at ongar
reaktiónir og útspæl eru frá
politikkarunum. Vantandi polit-
isk útspæl og ongi búskapar-
politisk mál kunnu seta gongd á
eina krepputilgongd.
Tað, sum politiska skipanin og
vinnan ikki hava nakað boð uppá
ella hava fyrireika seg til er,
hvussu vit kunnu fyribyrgja
slíkum kreppum og hvussu
nýggjar útflutningsvinnur kunnu
setast á stovn.
Vit hoyra oftandi, at føroyska
vinnan skal satsa meira uppá
útflutning av kunningartøkni.
Higartil hava føroyskar fyritøkur
bara innflutt og gjørt risaíløgur í
kunningartøkni, tvs. íløgur, sum
kunnu samanberast við íløgur í
aðrar framleiðslufaktorar, td.
starvsfólk, rávørur og maskinur.
Tað verða so at siga ongar
nýggjar útflutningsvinnur settar a
stovn.
Forvæntningarnir til politisku
skipanina eru bæði skeivir og
hava lítið við veruleikan at gera.
Politikkarar skulu ikki spæla
vinnulívsfólk, men í staðin skapa
karmar fyri menning o.a.
Hinvegin skal politiska skipanin
ikki roknað við, at fyri tí, at ein
vinnupolitikkur er orðaður, ja so
kunnu vit føla okkum trygg.
Vinnupolitikkur
Vinnupolitikkurin ásetur spæli-
reglurnar fyri, á hvørjum
grundarlag ella undir hvørjum
fortreytum føroysk vinna eigur at
virka - eitt nú uttan almennan
rakstrarstuðul og veðhald.
Trupulleikin er bara, at tað gevur
onga meining framhaldandi at
vísa til ein vinnupolitikk ella
spælireglur, tá ov fáir vinnuligir
aktørar megna at virka í vinnuni
ella ikki síggja fyri sær eina
framtíð.
Tað er ikki gjørligt at gera upp,
hvørja ávirkan vinnupolitikkurin
hevur á nýskapan í vinnuni -
heldur hevur hesin politikkur
forða fyri, at vit skula uppliva
1980´ini og búskaparkreppuna
umaftur 1991-1995 - og alt gott
um tað.
Ein møgulig búskaparlig
kreppa í komandi tíðum við
niðurlegging av arbeiðsplássum á
fiskavirkjunum kring landið og
ongin laksur til útflutnings
komandi 2-4 árini, kann ikki
samanberast við kreppuna í
tíðar-skeiðnum 1991-1995. Um
so er, at arbeiðspláss verða flutt
til td. Kina, verður talan um eina
strukturella kreppu, tvs. vit fáa
tað sera trupult ella verður tað
ógjørligt at flyta fólk, sum eru
vorðin arbeiðsleyst í fiskivinnuni
til aðrar vinnur ella til nýggjar
vinnur (ongar veruligar nýggjar
útflutningsvinnur eru í løtuni í
Føroyum).
Sostatt eigur politiska skipanin
saman við vinnuni at seta sær
greið strategisk vinnulig mál,
heldur enn at halda áfram við
fleiri og betri almennum kostn-
aðarmiklum tænastum. Nýggjar
og betri almennar tænastur
kunnu heilt einfalt ikki verk-
setast uttan eina kappingarføra
og burðardygga útflutnings-
vinnu.
Tað er eisini neyðugt, at aðal-
stýrini samskipa vinnupolitisk
tiltøk og vinnupolitikkin hjá tí
almenna - alt annað er uttan
virkning í einum so lítlum landi
sum okkara.
Føroyar - eitt vælvirkandi
demokrati
Føroyska samfelagið er sera lítið
og tí koma íbúgvararnir ofta
ógvuliga tætt uppá politikkarar -
møta viðkomandi á gøtuni, í
svimjuhøllini, til fótbóltdyst, í
samkomuhúsinum o.a. Hetta er
sera gott fyri okkara demokrati
og soleiðis verður politikarin
partur av fólkinum. Hetta
umhvørvið í samfelagnum
(vinar- og kenningarpolitikkur)
kann eisini hava skaðiliga
ávirkan á politiska arbeiði og
moralin hjá fólkinum, og á
almennar skipanir, sum kunnu
misnýtast.
Ein máti at forða fyri hesum er
at hava eitt embætisverk, sum
kann solda vinar- og kenningar-
politikkin frá grundarlagnum fyri
teimum avgerðum, sum takast
skulu. Her spæla leiðslurnar í
almennu umsitingini ein sera
týðandi leiklut, bæði fyri, at
umsitingin gerst effektiv og bílig,
og fyri, at politikkarin fær eitt
veruligt mótspæl, sum í síðsta
enda tænir samfelagnum og
eisini honum sjálvum best.
Hinvegin er tað neyðugt, at
føroyskir politikkar, læra at halda
eina ávísa persónliga frástøðu til
fólki, soleiðis at teir ikki koma
til at lívga ávísar bólkar ella
persónar, men heldur eiga at
tæna heildini og eisini teimum,
sum vilja klára seg uttan
almennan fíggjarligan stuðul av
nøkrum slag.
Fólkagrundarlag í
Føroyum
Føroyar eru í altjóða høpi eitt
mikroland sæð út frá geograf-
iskari stødd og fólkatali. Hetta
hevur m.a. við sær eina røð av
avmarkingum fyri at útinna
vinnuligt virksemi og seta á
stovn nýggjar vitanartungar
vinnur.
Tað eigur tí at innganga í
ætlanirnar um at skapa nýggjar
vinnur, um vit í løtuni hava fólk
og førleika í hesum landinum at
uppbyggja kappingarførar
útflutningsvinnur. Tí eiga vit at
taka upp spurningin um loyvi hjá
útlendingum at arbeiða og stovna
vinnur í Føroyum ella beinleiðis
bjóða initiativríkum og dugna-
ligum útlendingum til Føroya.
Marknaðarligir
tvangsformar
Samfelagið er nógv merkt av
ymsum formum fyri marknaðar-
ligt tvang, tvs. har tú sum borgari
og kundi, følir teg noyddan at
fylgja við og eftirgera, hvat
fyritøkur, stovnar, leiðarar og
onnur siga, at tú má gera og lurta
eftir. Talan er um hesar markn-
aðarligu tvangsformar: tvang til
ríkidømi, tvang til vøkstur, tvang
til fornýggjan, tvang til informa-
tión, tvang til individualitet,
tvang til viðgerð av ymiskum
slag, tvang til politiskar ákoðanir
o.a.
Sostatt ynskir og roynir markn-
aðurin at fáa okkum at taka
avgerðir, sum í mest møguligan
mun verða grundaðar á kenslur
og ikki á rationellan hugsunar-
hátt. Aktørar av ymiskum slag í
samfelagnum royna dag og
dagliga at leggja okkara egnu
avgerðir og dømikraft uppí
hendurnar á fólkum, sum ynskja
at pro-grammerað okkum til eina
individuella ósjálvstøðuggeran
og identitetsloysi.
Politikkar eru eisini umgyrdir
av fólkum, sum áhaldandi hótta
og greiða teimum frá øllum van-
lukkum og trupulleikum, sum
kunnu henda, um so er, at teir
ikki varta upp við teimum bestu
og dýrastu loysnunum. Tað er
her, at politikarin skal hava eina
leiðsluliga styrki og seta av-
markingar og fáa sum mest
burtur úr givnum tilfeingi.
Frá borgara til brúkara – tørvur á nýggjum politiskum leiðsluhátti
Framhald í Tinghelluni
mikudagin. Tá viðger
Reidar m.a.: Krøv kontra
avmarkað tilfeingi -
Leiðsla og organseringin
av tí almenna - Leiðsla
og organseringin av tí
almenna - Virðisleiðsla -
Politiskir og vinnuligir
meiningsmyndarar -
Leiðarar ein útdoyggj-
andi rasa í Føroyum -
Búskaparpolitisk mál og
amboð -
Verksetaramentan í
Føroyum - Nýggj politisk
evnir á skránna.
C
M
Y
K
41
40