Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 198 - 16. oktober 2004 Nr. 198 - 16. oktober 2004 39 TINGHELLUANALYSAN Kári á Rógvi kari@sosialurin.fo Tá Føroyar skuldu spæla ímóti Cyprus og Írlandi bíðaðu føroy- ingar spentir eftir, hvør uppstill- ingin fór at vera. Fór tað at vera 4-4-2? Og hvør skuldi verja málið? Var onkur settur eftir vegna skaða? Fótbóltur umboðar føroyskan realpolitikk. Har er ongin slingur í valsinum. Tú kanst vera so fittur og tørvandi, sum tú vera vilt; spælir tú ikki nógv væl, so er hurðin har! Tað byrjar longu í barnaskúl- anum, tá tey gløggu høvdini fáa at vita, at tey ikki mugu rokna ella lesa ov nógv, tí øll skulu fylgjast, og sera týðandi er, at øll ganga í sama flokk. Samstundis verður sorterað við harðari hond á vøllinum. Tú ert A, tú B, og tú C - og tú kanst blanda saft. Ikki óvæntað er støðan tann, nú hesi eru vaksin, at leikarar góðtaka uttan nakað gný, at teir sleppa ikki á lið, tí onkur annar er betri, ella tí venjarin roynir nýggja uppstilling, og so er ikki pláss fyri eins nógvum á miðj- uni. At síggja til riggar hetta væl. Við einum hópi uppá einar 20 mans, harav ongin er í føstum starvi á liðnum, eydnaðist Føroy- um at spæla javt móti Cyprus, og spæla líka væl sum Írland seinna hálvleik. Miðsnurran uttan uppstilling Almenni bygnaðurin hevur sama fleksibilitet. Øgilig gnýst vóru at hoyra, tá fultrúar vóru settir av liðnum. Men verri var, at tað ikki var vegna nakra eyðsýniliga nýggja uppstilling ella aðra um- skipan. Dugnalig fólk koyrd uttan tær frágreiðingar, sum miðalhampa leikarin fær. F.S. Føroyar mangla nevniliga venjarar á øllum liðum. Tað tyk- ist ikki, sum nakar hyggur eftir, hví vit hava júst teir stovnar, vit hava, og hví teir gera júst tað, teir gera. Ikki færri enn sjey miðlafólk brúktu einar tvær vikur at ferðast við landsliðnum hesuferð. Áhug- að kundu hoyra ótaldar tímar av frásagnum og viðmerkingum. Allar avkoyrdir spælarar fáa høvi at gera viðmerkingar. Klók høvd sita og hugleiða um, hvussu nýggj mótstøðulið krevja broytt- an spælistíl ella annað tempo. Hetta er ófatiliga nógv meira enn miðlarnir gera burturúr umskipanini í almenna bygnað- inum. Onkra sending ella grein verður tað til, men ikki nakað, sum minnir um analysuhugin uppiyvir nøkrum monnum, ið sparka eina bløðru úr leðri ímillum sín. Var tað bert ein sending hvørt leygarkvøld, har analytikarar kundu gera viðmerkingar til almenna sektorin farnu vikuna og tosa um nýggjar lógir ella komandi bygnaðarbroytingar. So kundu tey, sum vóru á C-liðnum hjá piltum, víst, at tey fingu okkurt burturúr teimum 6-8 ár- unum á lærdum skúla. Vit kundu fingið greiðu á, hví vit hava eitt bileftirlit. Hví verk- støðini ikki kunnu kanna bilar- nar, og politiið gera onkra stak- roynd av og á. Eru verkstøðini ov lagalig við kundar sínar, kunnu tey missa loyvi at sýna bilar. Er nøkur onnur orsøk at hava eitt bileftirlit enn at eitt eitur Statens Bilinspektion í einum av granna- londum okkara? Ella hvussu við skúlaverkin- um, sum vit fyrr hava nomið við á Tinghelluni. Hví eru tveir ymiskir miðnámskúlar á Kambs- dali? Hví eru tað einir fimm-seks ymiskir hægri skúlar lið um lið Úti í Hornabø í Havn og har á leið. Hví brúka vit milliónir og aftur milliónir, so verandi skip og garðar kunnu fiska rækju og mjólka, men seta ongar pengar av til at granska, hvussu tað best loysir seg at reka matvøruvinnu í Føroyum í framtíðini? Hví eru tað einir 5-10 ymsir stovnar, sum skráseta fyri tað almenna? Hví skal P/F Dangan skrásetast einastaðni, skipið hjá felagnum eina aðrastaðni, grundstykkið til skrivstovuna hjá tveimum ymsum stovnum, og hví skal skiparin á tríggjar ymsar stovnar eftir passi, koyrikorti og vinnubrævi? Serliga kundi eg hugsað mær, at vit líka opið kundu tosað um tey, sum vóru sett av miðfyri- sitingarliga landsliðnum sum tey á ítróttarlandsliðum. Umframt at fingið greiðu á, hvussu nógvar hundraðtals milliónir vit taptu uppá ikki at selja almennar fyritøkur, meðan tíð var. Og ikki minst, hví vit ikki kunnu venja bókligan ungdóm eins væl og vit venja tann ítróttarliga. Inntil føroysku eggjahøvdini finna uppá slíkar sendingar, kundu teir fótbóltskønu kanska tikið almenna bygnaði upp í sínum sendingum. PRR Við nýggju stýriskipanarlógini fingu vit eisini umfevnandi bygnaðarbroytingar. Tað góða við nýggja bygnaðinum var, at miðfyrisitingin bleiv til. Megin- parturin av føroysku fyrisitingini var fyrr á ymsum sjálvstøðugum stovnum, sum nú vóru samskip- aðir í og undir eina miðfyrisiting, sum at byrja við hevði seks deildir, nevnd aðalstýri. Í sjálvum hjartanum av hesi skipan sat nýskipanardeildin, beint undir løgmanni. Henda deildin var tann katalysator, sum tann navnframi Norman lat eftir seg. Deildin fekk millum skemti- ligar serfrøðingar navnið Perma- nenta Revolutións Ráðið, ráðið, ið áhaldandi skuldi fremja og endurnýggja bygnarligu koll- veltingina. Ógreitt hví, gjørdi henda deild tó ongantíð tey heilt stóru hol í sjógvin, almennan alkoholpoli- tikk og annan starvsfólkapolitikk við heldur ógreiðum gildi man vera tað kendasta avrikið. Deild- in eitur nú stjórnardeildin og navnið ber boð broyttar ambi- tiónir. Helst hevur mótstøðan ímóti áhaldandi nýskipan verið ov stór til, at deildin kundi fremja broytingar av Normansk- um dimensiónum. Tí hóast stýriskipanarlógin sigur løgmann vera á odda fyri útinnandi valdinum, so er ongin ivi um, at landsstýrismenn tvíhalda um síni egnu málsøki. Hevur tú fingið vald á einum stovni, letur tú hann frá tær við góðum, sjálvt um kanska lá betur aðrastaðni. Danmark Føroyar 2-0 F.S. Føroyar krevja endurnýggj- an. Tak til dømis útlendinga- málið. Støðan er tann, at útlend- ingar kunnu koma hendavegin at búgva og virka, um vit bert loyva teimum. Summi kunnu koma uttan nakað hóvasták, onnur skulu hava nøkur stempul og loyvi. Málsøkið er danskt, men danir hava so týðiliga sagt, at føroyingar kunnu hava egna venju (praksis), tær einastu avmarkingarnar liggja í, at vit mugu hava skil í, so fólk í somu støðu vera eins viðfarin, og annars at virða fyrisitingarlig rættindi. Heimildarlógirnar á økinum eru merktar av juridiskum standardum. Ein standardur er ein óneyv áseting, sum krevur, at vit meta um, hvørt málið fellur hendaveg ella handaveg. Vit kunnu sambera hetta við munin ímillum at børn sleppa at vera "seint uppi" heldur enn "uppi til klokkan hálvgum ellivu." Tað fyrra er ein standardur, sum kann vera so ymsar klokkutíðir, eldri børnini vera, seinni kann "seint" vera. Hálvgun ellivu er afturfyri ein greið regla; men sjálvt tá reglan er greið, velst alt um, hvat viðkomandi myndugleiki (foreldur) ger av. Í útlendingamálinum vóru F.S. Føroyar soleiðis staddar, at sjálvt lógin var ein opin standardur, har stóð okkurt um "væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn", sum kann betýða hvat sum helst. Harafturat var myndugleikin (foreldraríkið) til reiðar at lata okkum tulka næstan so galið, vit vildu. Men gakk, fyrst siga tey klóku í Tinganesi, at vit eru bundin av nøkrum juridiskum hugtøkum, og síðani sigur fyrisitingin hjá løgtinginum, at málsøkið ikki er yvirtikið, og at parlamentariska eftirlitið við Jógvan við Keldu tí má liggja á fólkatingi. Sjálvt um málið hjá mótstøðu- liðnum var púra opið, og mál- maðurin farin av vøllinum, vunnu danir dystin við sjálvmáli, sum føroyingar skutu. Kári ‘Post’ Højgaard, sum vil ganga stig fyri stig á sjálvstýrisleið, skrivaði sum formaður í lands- stýrismálanevndini undir sjálv- málið og eitt óneyðugt føroyskt afturstig. Men, mangt bendur á, at tingfólk eru óskyldug í hesum. Tá Jákup Mikkelsen í Jógvan S.- málinum tyktist hava somu andmæli móti at ógilda loyvið, sum Føroya Rættur seinni vísti á, slapp hann sambært egnum út- talilsum ikki at hava eina mein- ing uttan so, at hann kundi fáa onkran juridiskan shaman at siga gott fyri tí. Sum teir fótbóltskønu plaga siga: har krevst onkur útskifting í verjuni! Sama er at siga um málið um Norðurlandaráðið. Í tí málinum er spurningurin bara, hvat Før- oyar vilja, hvat Danmark vil, og hvat Norðurlandaráðið vil. Vilja allir tríggir myndugleikar, at Føroyar skulu gerast fullgildugur limur, so verða Føroyar tað. Punktum. Men føroyingar hava góðtikið, at danir - heldur enn at siga at teir ikki vilja - vísa til donsku ríkisgrundlógina. Fyri tað fyrsta sigur hon onki um slíkan lima- skap. Hon sigur heldur onki um samveldi Danmarkar við Før- oyar. Hon er í siðvenju ikki bara bend, men beinleiðis brotin. T.d. stendur, at kongur kann ditt og datt. Í roynd og veru hava bæði fólkatingið, danska stjórnin, for- sætisráðharrin, Føroyar, Grøn- land, ES og aðrir stovnar við býtt heimildir kongs ímillum sín - uttan at hægstirættur hevur ógildað hetta, og uttan at himmalin er dottin omanyvir okkum. Tí er ongin skuggi av iva um, at grundlógin, eisini sjálvt um hon ella viðmerkingar hennara vóru ímóti tí, ikki er nøkur forð- ing fyri fullgildugum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, um bert teir tríggir viðkomandi stovnarnir vilja tað. Men aftur gjørdi F.S. Føroyar sjálvmál. Samanlagt Danmark 2, Føroyar 0. Her krevst nýggj uppstilling. Almenni bygnaðurin fyllir stóran partin av føroyska búskapinum. Men tað almenna tykist vera sum fótbóltsfelag uttan venjarar - ongin ger av, hvørji uppstilling F.S. Føroyar skulu spæla við. Nýggja uppstilling TINGHELLUKLUMMAN Finnbogi Ísakson Tað hava verið so nógvar broyt- ingar innan tað almenna tey seinastu 10 árini. Í flestu førum til tað betra, tykir mær. Hóast almenna umsitingin ella fyri- sitingin, sum varð skipað eftir tí leisti, sum Finn Normann Christensen skeyt upp, er í dýrara lagi, eiga vit at ásanna, at hon hevur verið virkin og hevur givið samfelagnum rættiliga nógv. Tað hjálpir ikki til alla tíðina at siga, at fyrisitingin er so dýr. Vit noyðast at hugsa um, at vit skula hava eina góða fyrisiting, sum bæði gagnar borgaranum og eisini er ein fyrisiting, sum gagnar Løgtinginum. Skula vit hava eitt løgting, noyðast vit eisini at hava eina ráðgeving, sum Løgtingið kann líta á. Nú ætlar Landsstýrið so at leggja fleiri stovnar saman. Landsbankan og Hagstovuna. Landsbankan, sum umframt annað eisini hevur ta uppgávu at gera óvilduga meting av fíggjar- og búskaparstøðu landsins. Hagstovuna, sum um- framt at savna saman tøl, hevur ta uppgávu at vera ráðgevandi fyri Búskaparráðið, sum eisini skal gera eina aðra óhefta meting av landsins fíggjar- og búskaparstøðu. Eg haldi ikki, at hendan samanblandingin er góð. Tað hevði verið betur, at stovnarnir vórðu verandi hvør sær. Helst skuldi tann fysiska fráveran verið gjørd størri heldur enn minni. Td kundi ein av stovn- unum verið fluttur til Kolla- fjarðar heldur enn út á Argir. Fyri mær er ongin ivi um, at tann sterka fyrisitingin, vit hava havt hesi seinastu 6-8 árini, hevur gagnað samfelagnum sum heild. Við at hava betri møguleikar at meta um tørvin hjá tí einstaka hevur hon gagn- að hvørjum einasta borgara, og hon hevur eisini gagnað Løg- tinginum í stóran mun. Tað er vert at hava í huga, at Løgtingið - við sínum avmarkaða mynd- ugleika - ger lógir fyri okkum øll at liva eftir. Ein broyting, sum hendi eftir krakkið í 92-93, var, at eftirlitið við almennari nýtslu av pengum varð betri. Vit fingu eina nógv betri landsgrannskoðan við nýggjari lóggávu at arbeiða eftir, eina nógv betri fyrisiting, eina Landsstýrismálanevnd við eftirliti við fyrisitingini og ein Løgtingsins Umboðsmann, eisini at hava eftirlit við um- sitingini. Frammanundan høvdu vit fingið ein Landsbanka, sum var farin undir fíggjar- og búskaparligar metingar av landsins støðu. Eitt føroyskt Búskaparráð, sum eisini gjørdi slíka meting. Sum heild má sigast, at eftir- litsskipanirnar í samfelagnum eru vorðnar nógv betri, sam- stundis sum fyrisitingin sum heild er vorðin nógv betri. Dugnaskapurin var stórur, tá Jóhan Djurhuus, Jens Pauli Ellendersen, Gunnar Gunnars- son og Esbern Zachariassen løgdu lunnar undir eina føroyska fyrisiting fyri meira enn 50 árum síðani. Men tað er ein sannroynd, at politiski viljin til at byggja út Heimastýris- skipanina vaks teimum upp um høvdið, og talið á starvsfólkum, serliga við góðum førleika, samsvaraði sum frá leið ikki við henda politiska viljan. Tí gjørd- ist ov strævið hjá teimum at fylgja við. Politiska skipanina ásannaði ikki tørvin á fleiri starvsfólkum, eisini teimum við góðum førleika. Nú verður nortið við ta fyri- sitingarligu skipanina. Tað er møguligt, at okkurt eigur at verða gjørt. Td tykir mær, at tað gekk dekan og skjótt at stovna nýggj ráð við nýggjum leiðar- um og starvsfólki tey árini, tá konjunkturarnir gingu uppeftir. Men tað eigur eisini at verða havt í huga, at eitt nú seks ráð, sum eru undirmannað, eru upp- aftur verri enn eitt ráð, sum er undirmannað. Her eigur at verða farið varliga fram. Almenna fyrisitingin FYRISITING Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Í tíðini við Edmundi Joensen sum løgmanni varð nýggi almenni bygnaðurin hjá Finn Norman Christensen settur í verk. Ein løgmansstjóri varð settur at stjórna. Hesin var tað fyrsta og kanska mest týðandi embætisfólki í nýggja almenna bygnaðinum. Hendan starvsset- anini gjørdi av álvara greitt, at almenna umsitingini nú skuldi skipast øðrvísi enn áður. Umsitingin varð nú býtt í stýri og aðalstjórar settir at stjórna hvør sínum. Hvør landsstýris- maður skuldi við hesum eisini hava eitt greiðari ábyrgdarøki, og uppgávubýti skuldi vera lættari at gjøgnumskoða. Hjálpa til Við sjálvstýrissamgonguni í 1998, sum onkur vil rópa fyri fullveldissamgongan, varð umskipað fyri at fáa nýggja bygnaðin at hóska sum best. Enn var so stutt fráliðið, síðani Finn Norman var farin av landinum, at hildið var vera best, um ein fyrisitingareind varð sett á stovn fyri at hjálpa fyrisitingarligu nýskipanini ávegis. Hendan deildin fekk forkunnuga heitið nýskipanardeildin, og húsaðist hjá løgmanni og landsstýris- manninum í sjálvstýrismálum í Tinganesi. Vit hyggja í hesari greinini nærri at nýskipanini av nýskipanini. Barbara á Tjaldrafløtti varð settur sum deildarleiðari. – Høvuðsuppgávan var at virka sum sekreteriat í nýggja bygnað- inum og at standa fyri at orða almenna starvsfólkapolitikkin, sigur Barbara á Tjaldrafløtti. Nýggja landsstýrið hevði í 1998 skipað seg við átta lands- stýrismonnum. Umsitingin var eisini nógv voksin til at átaka sær uppgávurnar í tí vaksandi samfelagnum. Eftir valið í 2002 vóru heili níggju aðalráð - ikki stýri - og níggju aðalstjórar. All done Nú seks ár eftir, at føroyska fyri- sitingin byrjaði at fáa brøv frá nýskipanardeildini er deildin ikki til longur. Treyðugt so, fólkini á deildini eru enn til arbeiðis á somu deild - men við nýggjum navni. Vit spyrja, hví so er? Er ný- skipanin nú liðug? – Starvsfólkapolitikkurin eru vit fyri sovítt komin á mál við. Men vit koma nokk ongantíð heilt á mál við nýskipanini, men vit eru komin rættiliga langt, sigur Barbara á Tjaldrafløtti. Starvsfólkapolitikkur er sovorðið sum almennur setanar- politikkur, roykipolitikkur osfr. Til at skipa almenna starvsfólka- politikk varð millum annað skip- að fyri stórum fundi, at har eini hundrað fólk úr almennu fyrisit- ingini luttóku og søgdu sína hugsan um, hvussu starvsfólka- politikkurin skuldi orðast. Stjórnardeild Í øllum førum hevur politiski myndugleikin hildið tað skila- besta vera at geva deildini nýggj- ar uppgávur. Nýskipanardeildin rópast nú fyri stjórnardeildin. Hendan deild og nýskipan hoyra til málsøkini hjá løgmanni. Stjórnardeildin hevur yvirtikið fleiri av uppgávunum hjá løg- mansritaranum, tá nakað kallaði soleiðis. Stjórnardeildin fæst fyri tað nógva við at fyrireika tilfar til landsstýrisfundir og fyrireika hesar fundir eins og aðrar fundir hjá løgmanni. Deildin virkar eisini sum samskipanareind og fæst við førleikamenning í fyri- sitingini. Stjórnardeildin ráð- gevur eisini teimum ymsu aðal- ráðunum í ivaspurningingum av ymsum slag. – Uppgávan við nýskipan er til enn, men arbeiðsuppgávurnar hjá deildini eru ikki tær somu sum áður, sigur Barbara á Tjaldra- fløtti. Virkar betri Nú Finn Norman Christensen er við at gerast eitt fjart minni, og glaðu sjálvstýrisdagarnir í 1998 ikki eru fremst í tonkunum, heldur Barbara á Tjaldfrafløtti, at tað hevur gingið bæði skjótt og væl at skipa fyrisitingina. – Eg eri ikki í iva um, at fyri- sitingin virkar nógv betri nú enn áður, sigur Barbara á Tjaldra- fløtti. Hon sigur seg vera rættiliga væl nøgda við arbeiðið hjá nýskipanardeildini og heldur, at tað illa kundi gingið skjótari. At undirbyggja hesum sjónar- miðum hevur Barbara á Tjaldra- fløtti eini kanning, ið varð gjørd millum starvsfólk í almennu umsitingini. Har segði ein stórur meiriluti av teimum, ið svaraðu, at umsitingin nú virkaði betri, og tey vóru væl nøgd við núverandi skipan. Eitt fólk burturav Tað er vanliga rættiliga trupult at fáa embætisfólk at siga sína per- sónligu hugsan um fyrisitingar- mál, og í so máta er deildarleið- arin á stjórnardeildini einki undantak. Vit royna at fregnast, um mann hevur slept endanum ov tíðliga við nýskipan. Er mann nú komin niðaná? – Alt veldst sjálvandi um, hvat politikararnir vilja hava. Men sjálv haldi eg, at tað hevði verið hóskandi við í øllum førum einum fólki burturav at fáast við nýskipan. Tað kundi eisini verið nýtt fólk útifrá, sum kanska høvdu sæð tingini øðrvísi, sigur Barbara á Tjaldrafløtti. Nýskipaða nýskipanin Við sjálvstýrissamgonguni í 1998 føddist eisini ein nýskipanardeild á løgmansskrivstovuni at gera starvsfólkapolitikk og skipa nýskapinanirnar í almennu fyrisitingini. Seks ár seinni er lítið av nýskipan eftir at gera C M Y K 39 38