Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 198 - 16. oktober 2004 Nr. 198 - 16. oktober 2004 37 kirkjuni og tær fram úr góðu umstøðurnar, sum eru uppi við orglið, frammi í kór og so ein ljósan, nosligan innrættaðan kjallara, har venjingin kann fara fram. Tá ið organisturin gongur undan og kirkjufólkið, kirkju- ráðið taka undir við hesum, spyrt altíð okkurt gott burturúr. Hetta er gott fyridømið fyri onnur. Kórið í Fríðrikskirkjuni hevði sjálvt eina heiðurskonsert fyri Hans J. Højgaard á hundrað ára degnum 11. sept., og var góður ljómur undir bitunum í kirkjuni hetta kvøld. Ein fagnaðarstund av teimum frægu. Sum eg segði, tá ið tjóðin sær til tey listaligu eyðkennini, verður tað so rúm- sátt. Seta vit listagreinir saman, sum gjørt varð á Varmakeldu í Fuglafirði í ár, er ta tóma rúmið so rúmligt, at tað er so høgt til lofta og vítt til veggja, at tað sigst ikki frá hesum. Hugsaði um hetta, nú Hans J. varð fagn- aður, so rúmsátt tað er undir hansara veingjabreiði. Tríggjar konsertir hava sæð dagsins ljós í hesum høpi umframt fyrilestur, framsýning og samkoma á Svangaskarði. Jú, tað tóma rúm- ið er ein avbjóðing, hóast Pascal segði, at hann ræddist ta tóma rúmið; men vit kunnu gera okk- urt, so tað ikki verður bert eitt gapandi tómt rúm við ongum í. Tá er tað vandamikið og farligt. Tá er einki at lyfta, tá hava vit einki at flýggja uttan ta tómu tægu. Nei, at lyfta og lætta gevur størri fong enn at sita og skava í øskuni, har bert dust og dism fellur á holdið. Konsertin í Norðurlanda- húsinum sunnudagin 10. okt. Sunnudagin 10 okt. læt Norður- landahúsið upp fyri "Hans Jákupi". Hetta var somuleiðis ein hugtakandi løta, fjøllbroytt og lærurík. Óli Breckmann hug- leiddi um Hans J. Højgaard, skyldmannin, sum hann hevði havt til lærara í Kommunuskúl- anum, og var hetta bæði skemti- ligt og hugvekjandi. Rætt var at steðga á á hundrað ára degi Hans J. Højgaards. Gera vit tað ikki, hvør skal so gera tað? Tað hevur týdning at greina lutin, ið ættin setti sum stavn- hald. Lata vit upp fyri okkara listaliga heimi - skriva um hann, syngja um hann, ímynda okkum hann í myndlist, tala um hann og lata hann í ymist skap, so børnini eisini fáa fatur á honum og skilja hann, verður alt til tað betra. Hans J. Højgaard hevur sett løg til nakara barnsligar yrkingar, sum vóru frambornar av kvinnunkórinum í Havnar- kórinum. Hans Andr. Djurhuus( Pápi mín..), Marius Johannesen (Góða mamma..) og Andr. Andreasen (Nú sprettur á fold). Hetta hevur givið "okkum børnum" ódeyðiligan skaldskap í orðum og tónum. Hesi løg liggja tætt upp at tekstinum og eru altið fesk í sinninum - eins og bláber í berjamóð. Kvinn- urnar í Havnarkórinum - við Ólavi sum leiðara - hava altíð randað hesi orð í so góðum ljómi, at hetta valla kann gerast betri í norðurlendskum høpi. Haldi ikki øll løgini hjá Hans J. Højgaard sita so væl í samband við yrkingingarnar t. d. Í Sunda- lagnum ein sólskins dag. Hetta er ein natúrlýsing, sum Hans J. hevur latið í eitt í so ógvusligt lag eftir mínunm tykki. Onnur halda kanska okkurt annað. Ljómurin í løgunum Eingin ivi er um, at ljómurin í løgunum hjá Hans J. Højgaard er føroyskur, men tey hava sanni- liga eisini tann ljósa, norður- lendska ljómin, sum útlending- um dámar væl at hoyra. Hetta kom so væl til sjóndar í Højgaard-suituni, sum Svend S. Schultz hevur lagt til rættis fyri symfoniorkestu undir leiðslu av Steven Foggen. Lagatyssið í skiftandi, instrumentalum symfoniskum ljóði var ein fragd at hoyra. Løgini eru sjálvandi rættiliga romantisk, men eisini ekspressiv, ljóðlig og ljóðkát. Og tí var henda tónamynd væl úr hondum greidd, og her kom tann føroyski og norðurlendski ljóm- urin fram. Jú rætt er tað, at hann er ljósur, hóast hann í mongum førum gongur í mol. Steven Foggen førdi seg væl fram í hesum tónamáli, og var hetta ein vakur partur av konsertini. Eitt tað vakrasta sálmalagið, sum Hans J. hevur gjørt, er Dagurin aftnar, sum Berghild Poulsen við síni dramatisku, lyrisku rødd tulkaði á hesi konsert. Jóhannes Andreasen hevði klaverfylgisspælið og upplivdu vit eitt tónlistamál, sum vit í dag, alt ov sjáldan hoyra. Vit verða mangan tíðliga og seint fóra við poppi úr loftmiðlunum, sum doyvir tað musiska oyra. Vit møðast av at lurta eftir hesum rælandi tónleiki. Eg skilji ikki mangan hesa gongd, tí tað finst víða um ein hópur av slíkum tónleiki, sum Berghild og Jóhanness Andreasen løgdu fyri dagin . Væl úr hondum greitt av báðum pørtum. Hví ikki taka henda tátt upp í loftmiðlunum? Kirkjukórið úr Fríðrikskirkjuni var komið til Havnar henda dag, og sungu tey saman við Havnar- kórinum nøkur løg og var sanni- liga góð fylla í, tá ið bæði kórini sungu saman. Hetta róði upp undir løtuna mergjað og upp- lívgandi. Hetta ljóð er føroyskt, norðurlendskt og ættað av Toftum. Tað er tjóðin, ið eigur henda livandi skaldskap, sum vit mugu goyma at og taka fram í ljósi, tá ið høvi býðst. Endi Ein dag í góðveðrinum í summar róði Ólavur einsamallur á bát inn á Nes og aftur til Havnar fyri at fyrireika hesa musikalsku gongd saman við Mikael Johan og fylgisneytum teirra. Nú hava tit róð saman í tónlistaligum løtum. Fjarðrøtt hevur verið, og dyrgingarløturnar hava verið góðar. Hetta stendur eftir, sum ein varði í kórsøgu okkara. Tað skal orka, dirvi og treiskni til fyri at fáa slíkt upp at standa. Hetta var kórleiðarunum, kórsangar- unum og tónleikarunum til mikla tign og miklan sóma! PS! Eg skilji ikki at loftmiðlarnir ikki liggja fram við eina slíka løtu. Teir renna dyst við "bananskot" á Cypros og hipp hopp popp í gulum og grønum ljósi - tað skulu vit eisini hava, men tað er eisini ein øðrvísi verð, sum er eins dygg og virðilig sum gula, grøna ljósi og bananskotið, og sum hópur av fólki líkar. Tað verður kanska frægari, tá ið Útvarpið og Sjóvarpið koma í brúðarsong !!!!! Frits Johannesen – Tú ert borin inn í ta tíðina, sum er – plagar onkuntíð at verða tikið til. Hans J. Højgaard er borin inn í ta tíð, har stórar rembingar fara fram í myndlist, tónleiki og skaldskapi. Edvard Munch, Freud og Franz Kafka koma við nýggjum tonkum um ta innara menniskja í myndlist og skaldskapi. Picasso málar fyrstu kubistisku myndina í 1907 og Arnold Schønberg fer undir 12 tóna trinini um sama mundi. Ein meldur av ljódligum íðum í list, sum hava ríkað skaldaheim okkara ríkiliga. Í hesum meldri er millum onnur listamaðurin Mikenes borin í heim. Um tvey ár fara vit at fagna hesum mikla tjóðarlistamanni okkara - Sámal Joensen Mikenes, sum hevur givið mongum føroyskum lista- manni íblástur. Hetta skulu vit gleða okkum til.. Vit lógu í tí mentanarligu vøgguni í byrjan av fyrru øld, tá ið hugsað verður um myndlist, tónlist og skaldskap. Hetta setti seg á fljóta, listaliga hestin og fór víða um , men bar hetta ikki við okkum fyrr enn fleiri ár seinni. Tá ið um hesar ismur ræður, eiga vit lítið at breggja okkum av, men vit smæðast ikki burtur millum aðrar tjóðir í dag, tá ið vit lata upp fyri okkara listaliga heimi og oysa av okkara skap- andi tilviti. Í skrivandi stund oysir Eivør Pálsdóttir av sínum skapandi evnum í Íslandi og Sunnleif Rasmussen frumfram- førdi Nátt teirra grátandi í París síðsta vetur.... og nú, um ikki so langa tíð, fer Havnarkórið at syngja í Carniegen Hall. Landið verður størri og størri í tí skap- andi tónlistaheiminum og í listini sum heild. Grør um gangandi fót, men svultur er sitandi kráka. Kórstevnan 1970 Tá ið Kórstevnan var í Havnini 1970 sang Fuglafjarðar sangkór saman við Útvarpskórinum. Millum annað varð sungið - Tá ið teir sóu landið, sum Herluf Berthelsen stjórnaði. Í hesum sambandi varð skrivað til Hans J. Højgaard vegna Fuglafjarðar sangkór um at fáa nótarnar til lagið. Fekk eitt so vakurt bræv aftur frá honum við originalinum til hetta lag, har hann við lov- orðum um tónlistina bað meg í trúnaði senda sær hetta eintak aftur. Hetta var góðvarið gjørt av Hans J. Vit tóku henda sang til okkum, og hava mong kór her á landi síðani sungið hetta mergj- aða lag. Hans J. Højgaard fekk sítt einrit aftur, og seint verður henda gævustund gloymd í hesum samskifti. Eftir kórstevnuna var veitlsa uppi í B-36 húsinum, har Hans J. Højgaard var við. Hann helt talu. Stórur upp á fót og tosaði sum ein prædikumaður. Hann segði millum annað - Einki hevði merkt seg so nógv og givið sær so góðan íblástur sum kvæðini og Kingosálmarnir. Tað vóru teir gomlu føroyingarnir við sínum stevi, ið hava lagt lunnar undir tónasmíðið hjá mær! Har stóð maðurin ristur í rúnir og mælti orð, sum seint verða gloymd. Nú eru vit so langt afturi í okkara tónleikastevi, at vit røkka aftur í miðøldina, tá ið hugsað verður um kvæði og Kingosang. Kingosangur hevur røtur í gregorianskum sangi og gregori- anskur sangur hevur røtur í synagogusangi. Hetta er ein rót, sum onkur kundi tikið upp til umrøðu og latið av, so okkara tónlistaligi førningur var orðaður í vísindi. Lurta vit eftir løgunum hjá Hans J. Højgaard kennist í mongum førum kvæðastevi aftur. (Ja, og tónlistabólkurin Týr brúk- ar kvæðini í sínum stevi.) Tað er eingin annar uttan føroyingar, sum eiga hetta stev. Hans J. er uppvaksin í hesum og fingið tað í blóðið sum heilt ungur og í summum løgum, rennur Kingo dyst í afturunditgerðum í tóna- málinum hjá "Hans Jákupi!" Vit kundu fari longur úr í hesum setningi, men lat hetta liggja. Kórið í Fríðríkskirkjuni og Havnarkórið Tær tjóðir, sum heiðra síni lista- fólk, smæðast ikki burtur á tí listaliga leikpallinum og í øðrum ávíkum. Hetta eiga vit at gera, og í slíkum stundum rannsaka vit okkum sjálvi. Tá kemur okkari uppruni og samleiki til sjóndar so dyggiliga. Ólavur Hátún hevur nú í meira enn eina hálva øld her á klettun- um sett mangan út í kortið og lagt til rættis fleiri heiðurskon- sertir. Hetta er okkum og honum til mikla tign, og tann løtan, sum er góð er ikki ring. Soleiðis var í Fríðríkskirkjuni 15. august í ár, tá ið Mikael Johan Heinesen og Ólavur Hátún tóku hendur saman og góvu ljóð - tónaskaldinum Hans J. Højgaard til heiðurs. Sangkórið á Toftum hevur lívgað um okkara tónlist við rótum í "Hans Jákupsa" stevi. Altíð steggi eg á, tá ið eg hoyri barnakórið á Toftum syngja. Hetta er nakað av tí frægasta vit eiga av barnakórsangi, sum er festur á band - ljóst, ljómandi og reint, og er hetta tikið upp í fimmti árunum, áðrenn digi- taliseraðu tólini fóru at nøra um upptøkurnar, sum í mongum førum leggja eitt doyvandi ljóð á t. d. tónleikin (kórsangin). Havi ikki skil á hesum, men soleiðis kennist tað. Siðvenjan á Toftum í kórsangi ber enn arvin eftir Hans J., og hevur Mikael Johan gott tak á sinum sangarum, og er sanniliga góður tenorsangari sjálvur og eitt fryntligt menniskja, sum hevur fingið væl burtur úr kórinum. Rættiliga kveikjandi tyktist tað mær, at ikki so fá, sum sungu hjá Hans Jakku, syngja enn tann dag í dag í kóri. Herluf Berthel- sen, sáli, segði á einum sinni, at hann ongantíð hevði møtt einum óglaðum sangara! Soleiðis kenn- ist tað, tá ið sangurin verður bor- in saman við øðrum við gleði og gamni og í alvarsomum stund- um. Finna kór saman og lyfta í felag verður fagnaðurin marg- faldur og sterkur, sum nú Havn- arkórið og Kórið í Fríðriks-kirkj- uni hava fagnað Hans J. og sungið hansara løg í felag. Kórið í Fríðríkskirkjuni Nú er kórið á Toftum vorðið eitt kirkjukór, og skilji eg hetta væl, so góður sum ljómurin er í kirkjurúminum í Fríðriks Løtur saman við Hans J. Højgaard – Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni og Havnarkórinum C M Y K 37 36