Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 198 - 16. oktober 2004 Nr. 198 - 16. oktober 2004 35 TÍÐINDASKRIV Frelsunarherurin Myndir: Inger Hansen/ Finngerð D. Olsen Frelsunarherurin var stovnaður í London í 1865 av William Booth. Rørslan vaks skjótt og breiddi seg til onnur lond. Á ferð til og frá Íslandi hendi tað ofta, at danskir Frelsunarherleið- arar støðgaðu á í Føroyum og hildu bæði innan- og uttandura fundir í Tórshavn. Í Fuglafirði opnaði Frelsunarherurin gesta- og sjómansheim í húsinum hjá ljósmóður Sofíu Antonsen. Frelsunarherurin í Føroyum var formliga settur á stovn í Tórshavn tann 23. oktober 1924. Fyrstu leiðararnir vóru danir, Ensein Rasmine og A. Juul Ped- ersen. Í dag hevur Frelsunar- herurin eina samkomu í Vági og eina í Tórshavn. Boðskap gjøgnum tónleik Teir fyrstu fundirnir, sum vóru hildnir, vóru útifundir. Her var neyðugt við onkrum, sum fang- aði áhoyrararnar, og tí var nógv- ur sangur og tónleikur brúktur. At nýta "syndug ljóðføri, so sum guittar, mandolin, fiól og har- moniku" og syngja "popsangir" í kristiligum sambandi var ókent í Føroyum. Stovnari Frelsunar- hersins setti fram spurningin: "Hví skal djevulin hava øll tey góðu løgini?" Hesin melodiøsi sang-hátturin, sum Frelsunar- herurin brúkti, var ikki væl mót- tikin allastaðni. So tá Frelsunar- herurin royndi at leiga okkurt samkomuhús til at halda møti í, varð lagt teimum eina við, bert at brúka ein guittar og einki annað ljóðføri. Áhugavert er at síggja hvussu hetta er broytt hesi 80 árini. Í dag verður sami sanghátturin brúktur av øllum samkomum. Hetta førdi tí við sær at Reinerts Kafé, Tórsgøta 19, var keypt til samkomuna, soleiðis at møguligt var at halda regluligar fundir. Talan er um sama bygn- ing, sum Frelsunarherurin enn húsast í, men fleiri um- og út- byggingar eru framdar hesi 80 árini. Samkoma Frelsunarhersins í Vági hevur júst bygt nýggjan stásiligan bygning, sum varð tikin í nýtslu fyrr í ár. Annars er Frelsunarherurin kendur um allan heim fyri brúk av horntónleiki. Nøkur av heim- sins bestu hornorkestrum hoyra til Frelsunarherin. Talan er eisini um óteljandi tónleika- og nóta- útgávur. Frelsunar-herurin í Tórshavn hevur havt horn- orkestur í 71 ár, og hava horn- tónarnir sett dám á mangar hátíðarløtur - ikki minst í sam- bandi við útifundirnar hvørja Ólavsøku. Javnstøða millum kynini Eitt annað, ið gjørdi Frelsunar- herin øðrvísi enn aðrar sam- komur - var at longu frá byrjan av, bleiv áherðsla løgd á, at kvinnur eru líkastillaðar við menn í samkomuni. "Mínir bestu hermenn eru kvinnur" plagdi William Booth at siga, ásannandi at hann við hesum kundi tvífalda talið á hermonn- um. Í Føroyum var tað eisini for- kunnugt, tá kvinnurnar í 1920'unum fingu møguleikan at taka sær frí frá húsarbeiðinum eitt kvøld um vikuna, og fara í Frelsunarherin. Endamálið við hesum kvinnufelagsskapum var gjøgnum felagsskap og hjálpi- arbeiði at boða Kristus inn í hvørt eitt heim. Samkomuarbeiði Mangir føroyingar hava gjøgnum arbeiði Frelsunarhersins sagt JA til Jesus. Ein stórhending, ið hevur broytt teirra lív og lívið fyri teirra nærmastu til tað betra. Fyribyrgingararbeiðið millum børn og ung hevur altíð verið raðfest ovarlaga í Frelsunarher- inum. Mong eru tey, sum kunnu minnast aftur á góðar løtur í sunnudagsskúla, skótafundum, barnafundum og øðrum sam- komum. Í dag fevnir barna- og ung- dómsarbeiði um sunnudagsskúla, skótaarbeiði fyri smáar skótar 1- 4 skúlaflokk og fyri stórar skótar, frálæra í hornspæli og tambou- rin, sangbólkur fyri børn 2-4 ár saman við foreldrum, umframt barnakór fyri børn eldri enn 4 ár. Sosiala arbeiði At prædika við orðum og hond- Frelsunarherurin í Føroyum 80 ár: Við kærleikans vápnum Í sambandi við at Frelsunarherurin í Føroyum fyllir 80 ár, verður ein fram- sýning sett upp og stórt hátáðarhald verður sunnudagin 24 .oktober. Frelsunarherurin í Føroyum var formliga settur á stovn í Tórshavn tann 23. oktober 1924 Ungdómsmøti í Frelsunarherinum í 1969. Franciskanarasystrar vitja. Á fremsta rað eru: Emi Jørgensen, Liss-Mari Brimheim og Magnina Reynheim. Aftan fyri tær eru: Regin Haraldsen, Kjartan Andreasen og Eli Andrésen. Onnur á myndini eru: Erla Pállson, Elin Toftalíð, Ása Hansen, Bussa Olsen, Jórun Splidt, Marin Hansen, Vanja Petersen, Lis Johannesen, Joan Jacobsen og Elisabeth Jacobsen. Fólkini í Frelsunarherbúna eru: Alv og Kari Tollisen, leiðarar hjá Frelsunarherinum í Havn frá 1968-71 Útimøti á Vaglinum umleið 1954-55, f.v. Amalia Olsen (í føroyskum búna), Rasmina Kjærbo, Hans Hansen, Adolf Kjærbo (Addaba). Uttast til høgru er Njál Djurhuus. Smágenturnar í føroyskum búna eru Gullborg og Lina Magnussen um hevur altíð verið eyðkenni Frelsunarhersins. Jesus sigur: "Eg var í fangahúsi og tit vitjaðu meg, eg var svangur og tit góvu mær at eta, eg var nakin og tit klæddu meg..." Eitthvørt menn- iskja er næsti okkara, lærdi Jesus okkum. Umsorgan fyri øllum menn- iskjanum, samansett av anda, sál og likami, er eitt av slag orðum Frelsunarhersins. Við hesum fyri eyga, hevur Frelsunarherurin gjøgnum árini átikið sær sosialar uppgávur, ið samfelagið annars ikki hevur megnað at loyst. Stovnari Frelsunarhersins ásannaði, at tað ikki nyttar at prædika fyri fólki, ið vóru svong og høvdu fótakulda. Sosiala arbeiði hjá Frelsunarherinum kring allan heimin er sera fjølbroytt, og er lagað til ávísa samfelagið og til samtíðina. Í Føroyum hevur Frelsunarher- urin stovnað herberg fyri heim- leys. Samkomuhøli Frelsunar- hersins liggur í miðbýnum í Tórshavn, og her sást týðuligt at tørvur var á einum herbergi. Hóast myndugleikarnir vóru gjørdir varugir við støðuna, var einki alment átak gjørt fyri at betra hesi viðurskifti. Tí gjørdi Frelsunarherurin av at keypa eini sethús og byrja virksemi fyri heimsleys. Tað var skjótt at hagtøl vóru fingin til vega, ið kundu undirbyggja tørvin, og síðan eru myndugleikarnir komnir til hjálpar við fígging, meðan tað framvegis er Frelsunarherurin, ið skipar virksemið. Bók um Frelsunarherin í Føroyum Í løtuni verður arbeitt við at gera eina søgu-/mynda bók um tíðar- skeiðið Frelsunarherurin hevur virkað í Føroyum. Hans Egholm skrivar og hann fær góða hjálp frá Hedvig (hjá Addaba) Sønsterli, Njál Djurhuus, Inger Hansen og bókaútgávu nevnd. Ætlanin er at bókin kemur út í oktober mánaði komandi ár. Soleiðis sum Frelsunarherurin er skipaður, við mongum sereyð- kennum, m.a. búnar, tón-leikur, útifundir og sosialt arbeiði, ger at hesin felagsskapur verður ein sjónlig mynd í samfelagnum. Hetta saman við at Frelsunar- herurin fyrisitingarliga er væl skipaður, t.d. finnast gerðabøkur, limalistar, búnar, ljóðføri og myndir, ið lýsa virksemi og soleiðis eisini kunnu brúkast í sambandi við eina siðsøgulig lýsing av hesum 80 ára tíðarð- skeiði. Framsýning Fyri nøkrum árum síðan varð sett upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, ið sýndi fram myndir o.a. í sambandi við virksemi Frelsunarhersins. Nógv fólk vitjaðu framsýningina og serliga hugnaligt var at mong av teimum vitjandi høvdu tíð at steðga á, fortelja um upplivilsi v.m. Hetta hevur verið gevandi, og givið okkum hug at seta upp nýggja framsýning. Royndirnar hava víst okkum, at tað er umráðandi støðugt at samla og varðveita tilfar. Hesuferð verður framsýningin frá týsdegi 19. oktober til leygar- dag 23. oktober og verður í sali Frelsunarhersins. Salurin er munandi størri og til ber at vísa fram størri part av søguliga tilfarinum. Opið verður Týsdag - fríggjadag kl. 10-13 og kl. 15-19. Leygardag verður opið frá kl. 10-13. Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið, har høvið eisini er at keypa kaffi og køku. Fiskidamm- ur er settur upp, soleiðis at børn- ini hava eitthvørt at takast við, meðan foreldrini hyggja eftir framsýningini. Skipað verður eisini fyri tónleikaframførslum, og høvið verður at lurta eftir bondum, plátum og fløgum v.m. ið Frelsunarherurin kring allan heimin hevur útgivið Vitjan í sambandi við 80 ára dagin Til hátíðarhaldið vitjar major Njál Djurhuus, sum er kunn- ingarstjóri fyri Frelsunarherin í Noregi, Íslandi og Føroyum. Njál talar á hátíðarmøtunum sunnudagin tann 24. oktober 2004. Hátíðarhaldið Sunnudagin 24. oktober verða møti kl. 11 og kl. 17. Á seinna møtinum fer Jóannes Skaale at lesa yrking, skrivað av gávuríka amerikanska rithøvundanum N.V. Lindsay. Yrkingin var skrivað í sambandi við deyða William Booth og eitur "General William Booth enters Heaven" og Jó- annes hevur føroyskað. Henda hugtakandi yrkingin verður lisin upp og meðan verður sangur og tónleikur framførdur. Við kærleikans vápnum Frelsunarherurin hevur higartil virkað í Føroyum í 80 ár - og við kærleikans vápnum í hendi heldur stríðið á fram, tí enn er tørvur á at bera fram boðskapin um frelsu frá synd og vónloysi fyri Føroya fólki. Mynd frá 50-unum. Frelsunarherurin marcherar niðan gjøgnum N. Finsensgøtu Skótar í Frelsunarherinum. 65 ár eru liðin síðan skótarnir hjá Frelsunarherinum byrjaðu í 1939 Rasmina Kjærbo, kona Addaba, vitnar á útimøti á Vaglinum í 30-unum Fólk frá Frelsunarherinum í Vági koma til Havnar við gamla Smirli á páskastevnu C M Y K 35 34