Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 198 - 16. oktober 2004 Nr. 198 - 16. oktober 2004 33 HUGLEIÐINGAR eftir Jógvan Arge Við útnyrðingshornið á gamla fótbóltsvøllinum í Gundadali, millum Havnará og eina djúpa veit, stóð eitt reytt hús við hvítum vindeygum og grønum hurðum. Ein hugnalig og eitt sindur forfjónað smátta á at líta í ein- semi millum fløtur og heyggjar. Um veturin við lúkum fyri vindeyguni, um summarið við hurðum og vindeygum upp á víðan vegg og einum felagsmerki í húnarhátt. Hetta var HB-húsið, fyrst eg minnist. Higar stevndu ungir menn til venjingar gerandiskvøld og til fótbóltsdyst sunnudag. Viðhaldsmenn og kvinnur gingu eisini eftir tí lítlu træbrúnni yvir um veitina millum vøllin og húsið. Tey vildu vera so nær húsinum og spælarunum, sum til bar, tá teir runnu á vøllin og av vøllin- um. Var ivaveður høvdu fleiri fast pláss undir húsavegginum og onkur á sjálvum trappusteinin- um. Upp aftur onnur skoðaðu leikin úr vindeyganum. Tá var loyvt áskoðarum at vera inni í umklæðingarríminum bæði fyri dystin, í hálvleikinum og eftir dystin. Húsið var súmbolið upp á Havnar Bóltfelag. Her høvdu ættarlið av fótbóltsspæl- arum havt tilhald síðani fyrst í tríatiárunum. Tórgarð teknaði Formaðurin Sundorph, sum var fúti í Føroyum í eini 10 ár, hevði skipað fyri, at HB eftir meir enn 25 ár sum fótbóltsfelag hevði fingið sítt fyrsta veruliga felags- høli. Og tikið varð rívan til. Sjálvur arkitekturin H.C.W. Tórgarð, sum hevði teknað og bygt so nógvar stórar bygningar í Havn, tók á seg at tekna Havnar Bólt- felag eitt lítið fitt hús. Snøgt uttan og snøgt innan. Ein lítil durur, eitt stórt um- klæðingarrúm og eitt minni vaskirúm. Tað var alt, men tað var nógv tá. Fram við veggjunum vóru beinkir við kassa, sum kundi læsast. Hvør spælari kundi goyma sína útgerð og síni klæði í honum. Í mínari tíð stóð eitt skáp inni í umklæðingarrúminum. Har goymdu teir bóltar, pumpur og bløðrur, leistar, hamrar, skógvar og plástur. Stórt hongilás var á, men tað var sum oftast brotið upp. Hetta vóru umstøðurnar hjá HB í eini 30 ár, til teir settu eitt annað ítróttarhús úr grannalag- num upp í endan á HB-húsinum. Tað varð nú stovan hjá HB, har fundir og samkomur eisini kundu haldast. Í fimtiárunum hekk ein stórur partur av søguni um Havnar Bóltfelag og fótbóltin í Havn her ímillum veggir, loft og gólv. Høvdu hesir veggir kunnað talað í dag, hevði lítil ómakur verið av at skriva søguna, men smáttan er langtsíðani farin undir heilt. Byrjaði í 1904 HB-søgan røkkur aftur til heystið Havnar Bóltfelag 100 ár: Hitt lítla reyða húsið og tann stóri vøllurin 1904, tá avgjørt varð at stovna Havnar Bóltfelag. Hetta var ikki fyrsta ítrótta- felag í býnum, men teir fótbólts- hugaðu ásannaðu, at teir máttu hava sítt egna felag, skuldu teir koma nakran veg við sínum ætlanum um fótbóltsvøll í býnum. M. A. Winther av Sandi varð valdur til felagsins fyrsta for- mann, og saman við øðrum breyt hann næsar fyri felagið. Tey fyrstu árini læntu HB-ararnir eina grasfløtu í Hoydølum frá hoyvíksbóndanum at spæla á, men hetta var ongantíð ætlað sum ein varandi loysn. Tað fell so væl í lag, at M.A. Winther varð valdur til býráðs- formann í 1909, og tá kom ferð á ætlanirnar um at gera ein rætti- ligan fótbóltsvøll á Gundadals- fløtu millum býin og Hoydalar. Kommunan keypti Gundadal og læt HB upp í hendi at gera vøllin. Hetta var eitt sera stórt tak. Sumstaðni var nógv grót sprongt burtur. Aðrastaðni var so bleytt, at annað tilfar mátti koyrast í. Vøllurin ein kleppur Havnará varð eisini veitt, so hon ikki rann eftir vøllinum, men helst bleiv vøllurin ongantíð heilt liðugur. Upprunaliga var ætlanin at flaga vøllin allan, sum hann var. Tað varð av ongum, men fyrsti dysturin varð spældur har summarið 1911. Við hesum var lagt eitt gott grundarlag fyri fótbóltsspæli í Havn, men hesin stóri vøllur var allar dagar ein kleppur fyri teir, sum ráddu fyri Havnar Bóltfelag. Lánini skuldu gjaldast aftur, og vøllurin haldast. Steinarnir á vøllinum vóru stundum so hvass- ir, at bóltarnir hildu stutt og máttu skiftast í heilum. Í tríatiár- unum yvirtók kommunan vøllin, og HB slapp av við eina tunga byrðu. Tey mongu fyrstu árini vóru dystirnir ikki nógvir, men nakrir vóru á hvørjum ári móti øðrum føroyskum feløgum og ikki minst móti manningum á út- lendskum marinuskipum. Hetta vóru altíð hátíðardagar í býnum við veitslu og dansi. Einasti vøllur í Havn Fótbóltsvøllurin á Gundadals- fløtu var framvegis einasti fót- bóltsvøllur í Havn, tá fimtiárini vóru hálvrunnin. Fyri ein smádrong var hann ein so stór fløta, at tú hættaði tær næstan ikki á hann at sparka. Har var alt ov langt ímillum tey stóru málini, og hann var eisini var alt ov breiður. Vit kundu hjálpast við hondbólts- vøllin ella krokkvøllin longur uppi. Men teir vaksnu spældu á fótbóltsvøllinum. Stórur partur av venjingarkvøldunum fór fram frammanfyri málunum, har onkur skjeyt inn fyri, meðan aðrir royndu at skalla og flukta upp á mál. Møttu nóg nógvir, varð býtt í tveir partar og spælt um allan vøllin. Tey fyrstu mongu árini hjá HB vóru umleypandi. Fleiri góðir sigrar vórðu vunnir, spennandi uttanlandsferðir vórðu gjørdar og hugvitjandi fremmandavitjanir vóru eisini, men stundum var felagið eisini í aldudølum. Tá mátti gangast frá Peri til Pól fyri at fáa mannað lið, og ryggur mátti leggjast til eyðmýkjandi tap. Føroyameistari og bikarmeistari Í 1950unum tók HB dik á seg. Í 51. ári sínum vann meistara- deildarliðið á fyrsta sinni føroya- meistaraskapin, og sama árið vann liðið fyrstu steypakapp- ingina um Ísafjarðarbikarið. Hetta bikar gjørdist meir at kalla eitt stavnhald í HB. Bar ikki til at vinna FM, so var steypakappingin til at taka. HB og TB vóru tey stinnastu í so máta. Seinast í 50unum skiftust tey um at vinna kappingina um Ísafjarðarbikarið, men endin var, at HB vann tað til ognar, og tað var ein stórur sigur. Í lands- kappingini bragdaði aftur í 1960, og frá 1963 kom ferð á. Lítil ivi er um, at dygt ung- dómsarbeiði í meir enn hálva øld er lykilin til ta oddastøðu, sum HB nú hevur í føroyskum fótbólti við 18 meistaraheitum og nógv fleiri steypasigrum. Hetta er bæði felagnum sjálvum fyri at takka og teimum, sum hava skipað kappingarnar. Hetjur og fyrimyndir Lagið í HB-húsinum var altíð sermerkt. Teir prikaðu, teir flentu, teir deildust, teir bannaðu og teir næstan grótu - alt eftir, hvussu tað gekst liðnum og hvørjum einstøkum í leiki. Men teir vóru allir hetjur og fyrimyndir hjá fjepparum og komandi ættarliðum av fótbólts- spælarum - antin teir skiftu á berajóli í Gundadali ella í miklari glæstriborg. Til lukku við teimum 100 árunum. Hitt lítla reyða húsið hjá HB í Gundadali. Hetta var í mong ár súmbolið upp á Havnar Bóltfelag. J.P. Gregoriussen teknaði. Soleiðis hugsar J.P. Gregoriussen sær, at Gundadalur hevur sæð út, tá vøllurin var tikin í brúk í 1911. Legg til merkis, at ongi hús eru at síggja, og viðarlundin er nóg illa undankomin. HB-liðið, sum vann kappingina um Ísafjarðarbikarið í 1959 norðanfyri HB-húsið. Jógvan Arge tók myndina. Jógvan á Lað hevur tikið móti Ísafjarðarbikarinum í 1959. Nógvir fjepparar standan rundan um hann Mynd: Jógvan Arge. Áðrenn kapp- ingar vóru fyri piltar og smá- dreingir, høvdu havnarfeløgini sonevnd baby- lið. Her er HB- liðið 1959: Aftan frá vinstru: Hart- mann Joensen, Carl Persson, Jóan Pætur Midjord, Kári Helmsdal, Benny Carlsen, Páll Kúrberg, Jóannes Samuelsen, Alvin Egholm, Jóanes Ward- um, Regin Árting og Páll Poulsen. C M Y K 33 32