leygardagur 16. oktober 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 198 - 16. oktober 2004
Nr. 198 - 16. oktober 2004
31
SAMRØÐA
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eftir 36 ár ímillum uppruna-
fólkið í Afrika, er Gudrun, sum
nú er farin at eldast, farin heim-
aftur til Jútland í Danmark.
Arbeiðið í Tanzania hevur til
tíðir verið ógvuliga strævið og
tungt, samstundis sum tað hevur
verið gevandi og spennandi, og
orkan er nú farin at ganga undan.
Gudrun kann tó við góðari
samvitsku fara heimaftur, tí
arbeiðið í Afrika hvílir nú í sær
sjálvum. Afrikanskar kvinnur
hava nevniliga tikið við arbeið-
num eftir Gudruna.
Í Danmark hevur hon tó úr at
gera við at ferðast runt um
landið, og greiða frá sínum lívi í
Afrika.
Í døgunum 25.- 29. september
var Gudrun eisini í Føroyum og
helt fleiri áhugaverdar fyrilestrar.
Avgerðin verður tikin
Gudrun Vest hevði ongantíð
ætlað sær til Afrika, tá ið møgu-
leikin knappliga beyðst henni.
Í 1968 fekk hon, ígjøgnum ein
kenning hjá familjuni, boðið
arbeiði sum arbeiðskona á einum
kostskúla í Tanzania, Afrika,.
Hon skuldi ansa børnunum hjá
trúðboðarunum, gera mat og
annað fyrifallandi arbeiði. Eisini
gekk hon í skúla, bæði á bíbliu-
skúla og málskúla, har hon lærdi
swahili, sum er høvuðsmálið í
Tanzania. Hon treivst væl, hóast
hon ikki sá serliga nógv av
Afrika, tí hon var jú inni á kost-
skúlanum, og arbeiddi við euro-
peiskum børnum.
Tá Gudrun hevði verið ar-
beiðskona í fýra ár, fóru trúð-
boðararnir, og harvið eisini børn-
ini á kostskúlanum, heimaftur.
Tá var einki arbeiði hjá henni at
gera á kostskúlanum, og Gudrun
gjørdi tí av, at fara heim og læra
til røktarheimsassistent.
Men hon kom aldri so langt.
Ein av prestunum í bushinum,
sum arbeiddi hjá DMS, sum er
Dansk Missions Selskab, setti
seg í samband við Gudruna, og
spurdi, um hon ikki hevði hug at
hjálpa til við arbeiðnum úti í
bushinum. Serliga eitt økið norð-
arlaga í Tanzania hevði stóran
tørv á hjálp, til at fáa kirkjuna á
føtur.
Hon ivaðist nakað, men tók tó
av. So varð hon send í skúla.
Bæði á bíbliuskúla og málskúla,
har hon lærdi meiri av swahili
málinum. Eisini varð hon skúlað
í siðum, trúgv og málinum hjá tí
stammuni, sum hon skuldi út til.
Tey dugdu nevniliga ikki swahili.
Mær tørvaði tey
Gudrun greiðir frá, at tað var ein
sera stór broyting at koma frá
meginlandinum og út í lítlu
bygdina, har hon skuldi búgva.
– Eingin hvítur hevði nakran-
tíð búð har fast, so tað var ein
stór broyting fyri tey eisini,
greiðir Gudrun Vest frá, og
leggur afturat, at tí hon var hvít,
hildu tey innføddu hana kunna
gera undurverk.
– Tey hildu, at alt bar til hjá
mær, og tey komu við øllum
hugsandi trupulleikum til mín.
Tað tók langa tíð at fáa tey at
skilja, at eg bert var eitt menn-
iskja eins og tey. Og summi
trúðu mær ongantíð veruliga,
sigur hon smílandi.
Hon sigur, at hon hevði gjørt
av at hava eina ávísa royndartíð,
og um hon ikki treivst, ætlaði
hon sær heimaftur.
– Eg lat tey allatíðina vita, at
mær tørvaði tey og teirra hjálp,
um eg skuldi klára meg ímillum
tey. Tað gjørdi, at tey lótu upp
fyri mær, og bjóðaðu mær væl-
komnari. Ein góður háttur at fáa
fólk at góðtaka teg, er við at
biðja um hjálp. Um tú kemur til
fremmand fólk og ætlar at broyta
alt og taka ræði á øllum, so verð-
ur tú útistongdur beinanvegin,
sigur Gudrun.
Hon greiðir frá, at lívið har
var óalmindiliga primitivt.
– Vatnið, vit drukku, var regn-
vatn og maturin, vit ótu, var
sjálvdyrkaður. Peningur var
nærum ikki til, og hann varð bert
nýttur til sápu, salt, sukur og
petrolium. Kvinnurnar gjørdu alt
arbeiðið, tí menninir lógu allan
dagin, tóku sær av løttum og
drukku bananøl. Menninir áttu
kvinnurnar, og fleirkonarí var
púra vanligt. Eisini var tað
gerandiskostur, at kvinnurnar
vórðu bukaðar av monnunum,
greiðir Gudrun frá.
Tað fyrsta hon gjørdi, og sum
hon nýtti langa tíð uppá, var at
læra málið og siðirnar hjá síni
nýggju stammu væl og virðiliga.
Hon var nógv úti og vitjaði
kvinnurnar í heimum teirra, og
so bjóðaði hon teimum heim til
sín.
– Tey hava tann sið, at tá tey
koma á vitjan, so gista tey ógvu-
liga ofta. So tá eg bjóðaði kvinn-
um heim til mín, lógu vit og
prátaðu alla náttina. Um gerand-
isdagin, børnini, menninar og
siðirnar. Tí lærdi eg ógvuliga
nógv av, sigur Gudrun.
So við og við fekk Gudrun
skipað vitjanirnar, og á henda
hátt byrjaðu fyrstu kvinnubólk-
arnir at síggja dagsins ljós.
– Eg byrjaði so smátt at læra
tær at lesa og skriva, og eg lærdi
tær eisini swahili. Tær vóru
ógvuliga glaðar og áhugaðar, tí
tær høvdu altíð verið isoleraðar,
forsømdar og óvitandi.
Hon sigur, at størsta stríðið tó
var at fáa menninar at loyva
kvinnunum at nýta tíðina til
sovorði »tvætl«. Teir máttu
veruliga yvirtalast, og tað tók
langa tíð. Hon fór heim til hvørt
húski sær, og tosaði persónliga
við allar menninar og eisini
restina av familjunum.
– Kvinnan hevur alla ábyrgd-
ina av arbeiðnum. Hon skal
arbeiða og tiga, annars verður
hon blakað út, og so hevur hon
ongan møguleika at liva. So eg
mátti fara ógvuliga varliga til
verka, fyri ikki at koma hesum
kvinnunum í óføri, greiðir
Gudrun frá.
Europeiska hugsanin
Gudrun sigur, at europearar ofta
hava nógv góð hugskot um
hvussu heimurin kann bjargast.
Men europeisku hugskotini duga
ikki í Afrika, tá til stykkis kemur.
– Tað nyttar ikki at nýta fram-
komnar, europeiskar hjálpi-
ætlanir, um tú ynskir at geva
afrikanunum munadygga hjálp.
Tú ert noyddur at seta teg inn í
teirra tørv og teirra mentan, og
síðani mugu hugskotini um hjálp
koma haðani. Tú mást lata teg
inspirera av landinum, tú ert í, og
tú mást taka tey við upp á ráð.
Tástani hevur tú ein møguleika
at hjálpa teimum, sigur hon.
Hon heldur fram, og sigur, at
hjálp til sjálvhjálp er einasti
vegur fram.
– Tað er at gera teimum eina
bjarnatænastu, um hjálpin tú
gevur, ger tey bundin at tær.
Hjálpin má vera soleiðis skikkað,
at tey sjálvi fara aktivt til verka,
fyri at lyfta sítt egna livistøðið,
við tínari hjálp.
Tað er henda arbeiðshátt, sum
Gudrun allatíðina hevur nýtt.
– Eg var noydd at gera eitt
stórt forarbeiði við kvinnunum.
Fyrst við at geva teimum trúnna
á, at tær eisini eru menniskju.
Tær blomstraðu upp, hvørjaferð
vit høvdu skúla ella bara savn-
aðust, og so við og við komu tær
eisini við í kirkjuna, fortelur
Gudrun.
Hon sigur, at meiri vitandi tær
gjørdust, meiri eldhugaðar
gjørdust tær at læra meiri.
– Tær høvdu altíð verið sera
einsamallar, men nú skipaðu vit
orkuna. Ein »barnagarður« varð
skipaður, og tað gjørdi arbeiðið
nógv effektivari, tí børnini ikki
forstýraðu mammurnar alla-
tíðina. Vit skiftust um at ansa
børnunum, arbeiddu allar saman,
tá jørðin skuldi dyrkast og heyst-
ast, høvdu skúla, og vit stovnaðu
eisini ein sunnudagsskúla. Um
nakrir trupulleikar stungu seg
upp, savnaðust allar og prátaðu
um, hvat kundi gerast, greiðir
Gudrun frá, og leggur dent á,
hvussu skjótt tær mentust, tá tær
fingu ábyrgd. Tær arbeiddu sera
hart, tí tær sóu, at arbeiðið, tær
gjørdu, hjálpti teimum.
Skipaðu eitt høvuðs-
kvinnuráð
Gudrun arbeiddi tó ikki bert í
somu bygd allatíðina Hon ferð-
aðist runt í økinum, og arbeiddi á
sama hátt við øllum kvinnunum í
bygdunum har á leið. Eftir drúgt
arbeiði og nógv tol, høvdu allar
bygdirnar fingið eitt skipað
kvinnuráð. Gudrun valdi tríggjar
kvinnur út í hvørjari bygd, eina
til leiðara og tvær til at vera
undir leiðaranum. Á henda hátt
var ábyrgdin av kvinnuarbeið-
num ikki slept, tá Gudrun fór
víðari til eina aðra bygd.
Ábyrgdin var í staðin løgd á
lokalu kvinnurnar.
– Nú var kvinnuarbeiðið skip-
að í øllum økinum. Tað gekk tó
ógvuliga striltið í byrjanini. Tá
eg fór víðari úr einari bygd í eina
aðra, gjørdu vit avtalur um, hvat
tær skuldu gera, til eg kom aftur
næstuferð. Men tá eg so kom
aftur, vóru tær ofta fallnar aftur
til sín gamla livihátt. So mátti eg
byrja umaftur, greiðir Gudrun
frá.
Hon leggur tó dent á, at tað
sjálvsagt hevur verið sera torført
hjá kvinnunum, tí nú broyttust
brádliga fleiri hundrað ára gamlir
siðir.
Men langt um leingi, eftir
fleiri ár í Tanzania, gjørdust
kvinnurnar meiri støðugar og
álítandi.
– Tá gjørdu vit av, at skipa eitt
høvuðskvinnuráð fyri alt økið.
Fyri at savna pening, hildu vit
ein stóran bazar, og fólk komu
langt burturi frá, fyri at forvitn-
ast og keypa. Tað var jú púra
óvanligt, at kvinnur skipaðu fyri
nøkrum sum helst. Vit bjóðaðu
eisini prestum og umboðum fyri
DMS við. Sjálvt menninir hildu
tað vera spennandi, sigur Gudrun
flennandi.
Tað kom væl av peningi inn,
og allar kvinnurnar vóru á einum
máli um, at gera ein felags kassa
til høvuðskvinnuráðið. Hetta
gjørdi, at allar fingu sum mest
burturúr. Tær gjørdu nevniliga
av, at senda nakrar kvinnur inn á
meginøkið í skúla, og tá tær so
komu aftur, undirvístu tær hinum
í tí, tær høvdu lært. Nakað av
peningi fór tá eisini til skúlatalv-
ur, kladduhefti og bøkur.
Ein góð og mennandi ringrás
varð sett í verk, sum hvønn
einasta dag hjálpir forsømda og
afturúrsilgda partinum av
Tanzania at gerast betur fyri.
Henda góða ringrásin er bert
íkomin orsakað av einari kvinnu,
sum við sterkari trúgv, hørðum
arbeiði og jobs toli vendi
gongdini.
– Nú eri eg farin, men eg veit,
at arbeiðið heldur á, tí sterkar
lokalar kvinnur hava tikið yvir
eftir meg. Allar kvinnurnar í
økinum hava sæð menningina,
og tær fegnast um hana. Eg veit,
at arbeiðið ikki verður niðuraftur
lagt nú. Kirkjan er sterk og
menninir hava eisini vant seg
við, at kvinnurnar eru vorðnar
klókar og avgjørdar. Tað hevur
verið eitt stríggið arbeiði, men
tað hevur verið vert tað allan
vegin, sigur Gudrun.
At hesi fólkini hava nakað at
siga fyri hana, er eingin ivi um,
soleiðis, sum hon tosar um tey.
Og at hon heldur ikki ynskir at
taka nakra æru av arbeiðnum
sjálv, gerst eisini greitt.
– Eg visti allatíðina, at Gud
var við mær og hjálpti mær í
arbeiðnum, og eg visti eisini, at
eg kundi altíð fara heim til
Danmarkar, um á stóð. Men hesi
fólkini vóru so fitt, og eg gjørd-
ist veruliga so góð við tey, at tað
var ikki hugsingur um at fara frá
teimum, sigur Gudrun, og heldur
fram – Nú er mítt arbeiði gjørt í
Tanzania. Kvinnurnar standa
sterkar og kirkjan stendur sterk,
og nú orki eg heilt einfalt ikki
meiri.
Eitt afrikanskt orðatak, sum
Gudrun legði sær á hjartað sína
fyrstu tíð í Tanzania, er hetta:
Hjálpir tú eini kvinnu, hjálpir
tú eini heilari bygd. Hjálpir tú
einum manni, hjálpir tú bert
einum manni.
Í dag hevur Gudrun sannað
sannleikan í hesum orðunum.
Tanzania, Afrika:
Kvinnur vórðu javntsettar
við kríatúrini
Gudrun Vest, trúðboðari, hevur nýtt alt sítt vaksna lív í Tanzania, har hon serliga hevur gjørt eitt
stórt arbeiði við kvinnunum. Tanzania er eitt patriakalskt samfelag, og áðrenn Gudrun kom, høvdu
kvinnurnar somu rættindi sum kríatúrini. Nú stendur kirkjan sterk, orsakað av mongu og sterku
kvinnufelagsskapunum í økinum
C
M
Y
K
31
30