leygardagur 16. oktober 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 198 - 16. oktober 2004
Nr. 198 - 16. oktober 2004
29
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Kristi Himmalferðar-
aftan fyri 65 árum síðani ringdi
tann tá 15 ára gamli Niels Juel
Arge fyri fyrstu ferð við klokk-
uni í kirkjuni í Klaksvík. Tað var
ikki stásiliga Christianskirkjan,
men gamla og vakra kirkjan,
sum stóð á Ziskatrøð.
Pápi hansara var klokkari, og
vanligt er, at halgan verður ringd
inn kvøldið fyri. Kimað varð í
eitt korter og síðani samanring-
ing í trý korter. Brosandi minnist
Niels Juel aftur á, at tað gekk
akkurát hjá honum at ringja í eitt
korter.
– Eg var so ungur tá, og tað
var strævið at ringja við klokk-
uni, sigur hann.
Men eftir hetta var Niels Juel
ofta og ringdi fyri pápa sín, og
spakuliga vandi hann seg við tað.
– Tað var eitt ávíst stev, sum
ein mátti læra seg. Sært tú, ta
gomlu klokkuna nýttu vit enska
ringing til. Tað vil siga, at hon
sló fýra sløg, og tískil var gamla
ringingin nakað heilt serligt. Ein
mátti halda stevið, ella sló hon
bara tvey ella trý sløg, greiðir
gamli klokkarin frá.
Sjálvur heldur hann, at serliga
kimingin ljóðaði nógv betur við
tí gomlu klokkuni, sum eisini
varð nýtt í Christianskirkjuni í
25 ár.
Alt broyttist
Við tí nýggju klokkuni broyttist
nógv. Farið varð burtur frá ensku
ringingini og yvir til donsku
ístaðin. Har er talan um eitt slag,
og stevið eitt heilt annað. Men
við tí nýggju klokkuni kom eis-
ini tað tøkniliga, har onki stev
var neyðugt, so longi sum tøknin
virkaði, sum hon skuldi.
Frá at fara í kirkjuna tríggjar
ferðir hvønn sunnumorgun at
ringja inn, kundi Niels Juel bara
stilla ta nýggju inn at ringja
klokkan 9 og 10. So fór hann í
kirkjuna sjálvur til gudstænast-
una klokkan 11. Hetta gjørdi
klokkarayrkið nógv minni
bundisligt, sum hann sjálvur
tekur til.
Niels Juel greiðir eisini frá, at
fyrr var gamalt, at klokkarin ikki
bara ringdi við klokkuni. Hann
skuldi eisini grava kava. Við
gomlu kirkju á Ziskatrøð skuldi
kavin gravast burtur frá portrinum
og til inngongdina til kirkjuna.
– Tað var nokk so langt
strekki, sum skuldi gravast. Ein
morgunin vakti pápi meg klokk-
an seks og bað meg koma upp at
grava kava, sigur Niels Juel
flennandi.
Tænarasinn
Niels Juel hevur slitið mangt
sporið eftir gólvinum í Christ-
ianskirkjuni. Hann varð alment
innsettur sum klokkari Allahalg-
annadag í 1960. Pápin var tá
deyður, men Niels Juel og
mamman vóru samd um, at betur
var um, pápin bleiv loystur úr
klokkarastarvinum, áðrenn son-
urin varð innsettur.
Klokkarin heldur fyri, at tá ein
fer í slíkt starv, so má ein hava
tænarasinn.
– Tú gert ikki av sjálvur, nær
tú skalt til arbeiðis, vísir hann á.
Men hann leggur afturat, at
hann ikki hevur verið einsamall-
ur um klokkuna. Hann hevði fólk
at hjálpa sær og loysa av.
Fyrst var tað bróðurin, Eilif,
sum hjálpti honum, síðani ein
annar maður, sum eitur Jóan
Jakke.
– Sonurin, Andreas, plagdi
eisini at hjálpa mær, men tað bar
ikki so væl til hjá honum, tí hann
siglir við Brimli. Men so hevur
versonurin Hjørleif hjálpt til tey
seinastu árini, og tað verður hann
saman við øðrum, sum tekur
yvir, sigur Niels Juel, sum við-
gongur, at tað hevur nakað at
siga, at familjan tekur yvir.
Klokkan hevur verið í familjuni í
117 ár, so tað hevði uttan iva
verið enn torførari fyri hann at
givist, um tað ikki var ein í
familjuni, sum tók yvir.
Ongantíð seinur
Øll hesi 44 árini Niels Juel hevur
verið klokkari, hevur hann
ongantíð verið ov seinur at ringja
inn. Sjálvt ikki tá summar og
vetrartíðin skiftir.
Tað hava annars mangan verið
søgur um, at fólk eru farin í
kirkju og hava møtt kirkjuliðnum
á veg útaftur, tí tey hava gloymt
at flutt klokkuna.
Hetta váttar Niels Juel eisini.
– Jú, jú, tað er komið fyri, at
vit hava møtt fólki, tá gudstæn-
astan var av. Men sjálvur
gloymdi eg tað kortini ongantíð,
sigur hann og brosar.
Men so greiðir hann frá, at tað
er komið fyri einaferð í hansara
tíð sum klokkari, at hann
gloymdi eina handling. Tað var
ein mánadag í august. Tað skuldi
vera barnadópur í kirkjuni, og
Niels Juel hevði fingið boðini.
Hann rokaðist við at hoyggja
og gloymdi púra dópin.
– Tí dámdi Bøgesvang at arga
meg við. Tí allir hinir kirkjutæn-
ararnir høvdu gjørt eitthvørt,
sum Henning kundi arga teir við.
Men ikki eg. Inntil tann dagin.
Tað var so eisini tann einasta
kirkjuliga handlingin, sum eg
gloymdi.
Lívsins kvøld
Niels Juel er júst farin um tey
áttati. Aldurin er farin at seta síni
spor, men kortini er hann væl fyri.
Hann bleiv brádliga blindur av
einum blóðtøppi í eyganum. Tá
gjørdi hann av at siga klokkuna
frá sær.
– Eg bleiv blindur nærum yvir
nátt, og tá var tað sum, at alt
steðgaði upp hjá mær. Nú er
mest sum alt farið, haldi eg.
Tó situr hann ikki fyri onki.
Hendan dagin, tá Sosialurin er á
gátt, fæst hann við at knýta uppí.
– Aja, eg royni. Okkurt skal
tíðin nýtast til, nú aldurin er
vorðin so høgur, sigur Niels Juel
Arge, gamli klokkarin í
Klaksvík.
So leggur hann afturat, at
hóast hann er givin sum klokk-
ari, so fer hann kortini í kirkju
hvønn sunnumorgun. So longi
sum lív og heilsa er til tað.
Og meðan lívsins kvøld sígur
oman yvir hann, kann hann við
frøi síggja versonin í yrkinum
sum klokkari. Hvussu mong ár
hann fer at halda klokkuni í
familjuni, kann bara tíðin vísa.
Men har eru nógv abbabørn
eisini, sum kanska einaferð fara
at taka við.
Klokkan verið í familjuni í 117 ár
Klokkarayrkið hevur verið í familjuni hjá Niels Juel Arge í Klaksvík í 117 ár. Hetta
er nakað, sum gamli klokkarin er errin av. Sum tað sær út nú, verður klokkan eisini
verandi í familjuni í nøkur ár afturat. Niels Juel er farin frá fyri aldur, og tað er við
gleði hann lítur aftur á lívið sum klokkari í Klaksvík
Niels Juel Arge var klokkari í Christianskirkjuni í 44 ár. Hann er tann triði í familjuni, sum tók sær av klokkuni, og nú er tað versonurin, Hjørleif, sum
hevur tikið yvir
Mynd: Álvur Haraldsen
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum?
– Ehh... positivur og...
engageraður... og...
eh... kúllaligur!
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
– Áh galið ikki...
Hvat eg sigi ofta?
Jú, ein setningur,
sum eg sigi
ræðuliga oftani er :
Tað laga’ seg...
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
– Handan spurningin
havi eg faktiskt
hugsað eitt sindur
um.. Faktiskt hyggi
eg at heildini.
Persónligheit, út-
stráling og sjálvalit
hevur nógv at siga,
haldi eg...
Hvussu langa tíð nýtir
tú at gera teg kláran
um morgunin?
– Einar 5-10
minuttir.
Hvat stressar teg?
– Fólk, sum eru
óengagerað í sínum
arbeiði. Tað stress-
ar meg ræðuliga
nógv at arbeiða
saman við slíkum
fólkum!!
Hvat gleðir teg?
– Ein góð gospel-
konsert!
Nær feldi tú seinast
eitt tár?
– Tað er eftirhond-
ini langt síðani. Tað
var 28 august 2001,
tveir dagar eftir, at
vit høvdu fingið at
vita, at sonurin
hevði downs
syndrom. Tá loyvdi
eg mær at reagera,
og líkasum fáa tað
út...
Nær smakkaði tú tær
seinast á, ella vart í
vertskapi?
– Tað hevur verið
fyrst í august mán-
aða, tá eg át ein
góðan døgverða
saman við vinfólki,
har vit drukku vín
afturvið matinum.
Um tú vart landsstýris-
fólk, hvat málsøkið vildi
tú so umsitið?
– Avgjørt mentamál,
tí tað er líkasum
innanfyri mítt øki.
Skúlamál og menta-
mál hava mína
interessu.
Hvat er besta upp-
finning? Hví?
– Teldan er tann
besta. Hon fyllir
nógv í mínum
arbeiði, og í mínum
samskiftið við onn-
ur. Tú kanst eisini
gera øgiliga nógv
kreativ ting við
telduni.
Nær flutti tú heiman-
ífrá, saman við
hvørjum?
– Eg flutti úr Klaks-
vík til Havnar, tá
eg var 21 ára
gamal. Tað var í
lestarørindum.
Hvat kostar ein dunkur
av vaseline hand&nail
lotion, 200 ml?
– Ein dunkur av
handkrem? Hann
kostar ikki so nógv,
eini... eini 16 kr.
16.95 giti eg...
Nei, í Miklagarði kostar
ein tílíkur, ljósareyður
dunkur av handkremi
39.95!
Í seinastuni hava fjøl-
miðlarnir verið á gosið
um ein enskan fanga í
Irak. Synirnir hava
alment biðið bretska
forsætisráðharran um
hjálp. Men í farnu viku
varð maðurin hóast alt
avrættaður. Hvussu æt
maðurin?
– Ja... ja... Havi
hoyrt nógv um
hatta, hatta hevur
jú verið í øllum
fjølmiðlunum. Men
nei, eg komi ikki á
navnið... Nei, eg
minnist ikki!
Bretski fangin æt Ken
Bigley!
Títt besta heimaráð?
– Jú, eg havi tann
góða vana, at tá eg
skifti lortablæður,
so leggi eg tær ikki
í skrellispannina
inni, men fari út í
skrellispannina
uttan fyri við teim-
um beinanvegin.
Annars fer tað at
lukta nakað so illa
inni... So tað kann
eg anbefala øllum
at gera, haha...
Hvør skal næstu ferð
setast í bláa stólin?
– Jákup Jacobsen,
byggifrøðingur, sum
nú arbeiðir í Spari-
kassanum. Hann er
eisini formaður í
Kajakfelagnum. Eg
haldi, at hann er
ein ógvuliga spenn-
andi persónur, sum
eg gjarna hevði
viljað sæð.
Bogi Andreasen • 31 ár • pedagogur
C
M
Y
K
29
28