mánadagur 7. august 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HARÐSKAPUR
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Tað var ein dagur júst sum allir
aðrir dagar. Tann tá 59 ára gamli Ib
Johannes Hansen var júst komin
heim til hús í danska býnum
Odense. Nøkur ár frammanundan
var konan farin frá foldum, men
heima við hús bíðaði tó Sussi,
hundurin hjá nábúgvanum, ið hann
hevði til vana at ganga ein túr við
eftir loknan arbeiðsdag.
Túrurin hendan dagin var tann
vanligi túrurin yvirum vegin, har
ein park og nakrir fótbóltsvøllir
lógu, ið tey ungu í økinum plagdu
at spæla á. Tað var ein friðarligur
várdagur í mai, og einki tóktist at
vera øðrvísi hendan dagin.
Men meira enn tað minnist Ib
Johannes Hansen ikki frá túrinum.
Hendan púra vanliga seinnapartin í
eini friðarligari park í Odense bleiv
59 ára gamli einkjumaðurin, ið gekk
ein róligan túr við hundinum hjá
grannanum, eitt tilvildarligt offur
hjá nøkrum ungum dreingjum.
Tríggir ungir dreingir, sekstan
og fimtan ára gamlir, løgdust á Ib
Johannes Hansen og eftir fleiri
ferðir at hava sparkað Ib Johannes
Hansen í høvdið og yvirkroppin,
fóru teir av staðnum aftur, meðan
Ib Johannes Hansen lá uttan vit og
í lívsvanda.
Gjøgnum vitnisfrágreiðingar og
DNA-prógv eydnaðist løgregluni
seinni at finna fram til ungu dreing
irnar, ið høvdu framt harðskapin.
Skjótt gjørdist greitt, at eingin or
søk var til, at teir høvdu lopið at
júst Ib Johannes Hansen. Hann var
bara á skeivum staði til skeivu tíð.
Funnin av
fremmandum
Eftir at ungu dreingirnir vóru lidnir
at sláa og sparka Ib Johannes Han
sen, stjólu teir hundbandið, gomlu
fartelefonina og ein vatndunk,
ið hann hevði á sær, og lótu hann
liggja vitleysan nærhendis ein av
vøllunum.
– Tað var av tilvild, at eg bleiv
funnin. Ein kona gekk túr í parkini,
tá ið hon varnaðist ein hund, ið
leikti so nógv í nærhendis ein av
vøllunum. Hon fór tí yvir at kanna
hvat var á vási, og har fann hon
meg vitleysan í grasinum, sigur Ib
Johannes Hansen.
Boð vórðu send eftir sjúkrabilin
um, men av tí, at Ib Johannes Han
sen ikki hevði nakað samleikaprógv
á sær, visti eingin at byrja við, hvør
hann var. Men aftur har var Sussi
ein góð hjálp.
– Tá grannin kom heim, sá hann,
at Sussi var afturkomin og stóð utt
anfyri dyrnar. Tað helt hann vera
løgið, so hann at leita eftir mær, og
fór millum annað yvir í parkina.
Har kom hann fram á sjúkrabilin og
sá, at tað var eg, ið lá har. Soleiðis
fingu tey avvarðandi boð um hvat
var hent, sigur Ib Johannes Hansen.
Aftur í Føroyum
Saman við Karen Beckert, ið er
konusystur og verji hansara, er Ib
Johannes Hansen fyri fyrstu ferð
í Føroyum síðan álopið. Mamman
var føroysk og sjálvur er hann
føddur í Føroyum, tó at hann hevur
livað meginpartin av lívinum í Dan
mark. Síðan hann flutti av landin
um hevur hann regluliga vitjað í
Føroyum, her hann hevur nógva
familju, og er glaður fyri endiliga
at vera aftur á klettunum.
– Mær dámar væl at vitja í Før
oyum og síggja familjuna aftur. Her
er so friðsælt, og so er tað stuttligt
at síggja øll støðini aftur, ið eg
kenni frá fyrr av og sum hava ym
iskt tilknýti til familjuna, sigur Ib
Johannes Hansen.
Men tað er ein heilt annar mað
ur, ið er á vitjan í Føroyum hesa
ferð. Skaðarnir frá álopinum eru
týðiligir. Ib Johannes Hansen situr
í einum rullistóli og tá hann verður
spentur gerst hansara tala ótýðilig.
Orsøkin er ein heilaskaði, ið hevur
lammað stórar partar av vinstru
lið. Men hóast hann aldrin verður
tann sami maðurin aftur, ið hann
var áðrenn álopið, so hugsar hann
ikki serliga nógv um dreingirnar, ið
settu hann í hesa støðuna.
– Eg hugsi ikki um teir. Tað loysir
seg ikki. Eg veit ikki hvat eg skal
brúka tað til, sigur Ib Johannes
Hansen.
Verri er tó at fara aftur á staði í
Odense har hann bleiv álopin.
– Eg havi fleiri ferðir verið nær
við, men hvørja ferð, so vendi eg við.
Eg fái meg bara ikki at fara aftur
har. Tað er okkurt, ið heldur mær
aftur, sigur Ib Johannes Hansen.
Uttan vit
Tó heilaskaðin er orsøkin til, at
hann situr í rullistóli, hevur trupult
at tosa og er lammaður í vinstru
lið, so er hann kortini nógv betri
fyri enn læknarnir mettu, at hann
nakrantíð fór at vera.
Fyrstu tvær vikurnar eftir álop
ið lá hann uttan vit á Odense Uni
versitetshospital,
áðrenn
hann
– Eg hugsi ikki um teir. Tað loysir seg ikki. Eg veit ikki, hvat eg skal brúka tað til. Tað
sigur hálvi føroyingurin Ib Johannes Hansen, um teir ungu dreingirnar, ið fyri fýra
árum framdi so grovan harðskap á hann, at hansara lív aldrin verður tað sama aftur
VAR Í LÍVSVANDA
EFTIR GROVAN
HARÐSKAP