Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90 HARÐSKAPUR bleiv flutt­ur til Hammel Neuro­ center, har hann var innlagdur í seks mánaðir. Síðan bleiv hann aft­ur fluttur, hesaferð til Ringe Neuro­center á Fyn, har hann var eitt sindur yvir tveir mánaðir. Læknarnir á teimum ymisku støð­unum høvdu meira ella minni giv­ið skarvin yvir, og væntaðu aldr­ in at fáa samband við hann aftur. Heila­skaðin varð nevniliga mettur at vera so mikið álvarsamur, at iva­ samt var, um hann yvirhøvur yv­ ir­livdi. Og um hann yvirlivdi vóru út­litini fyri einum góðum lívi sera smá. Tað var ikki fyrr enn hann varð inn­lagdur á Hammel Neurocenter, at Karen Beckert sum tann fyrsta varn­aðist, at Ib Johannes Hansen var við vit og megnaði at samskifta. – Hann segði nøkur ljóð, ið eg skilt sum Hej Karen. Tað var fant­ ast­iskt. Fram til tá hevði eingin havt nakað samband við hann, og sjúkra­røktarfrøðingar og læknar høvdu meira ella minni givið upp. Tað var ein stór løta, greiðir Karen Beckert frá. Eg kann Síðan hevur Ib Johannes Hansen ment seg nógv. Vinstra beinið er so mikið lammað, at hann ikki fær ging­ið og hevur hann trupulleikar við stutt­tíð­ar­minn­inum, men ann­ ars gongur tað framá á øllum øðr­ um økjum. Ib Johannes Hansen megn­ar nú sjálvur at tosa, er byrj­ að­ur at brúka vinstru hond aftur og hevur seinasta hálvtannað árið búð á einum røktarheimi. Tilgongdin at vinna aftur før­ leik­ar­nar, ið hann misti í álopinum fyri fleiri árum síðan, heldur fram, men viðhvørt hevur hann tørv á ein­um skumpi. – Vit sótu í einum føðingardegi, tá ið hann fortaldi at hann ikki kundi brúka vinstru hond til nakað. Eg spurdi hann, hví hann segði so, og um hann nakrantíð hevði roynt? So hann tók glasið við vinstru hond, rætti tað upp móti munninum og drakk úr tí. Tá varnaðist hann, at tað bar til, greiðir Karen Beckert frá tí einu ferðina, tá hann varnaðist, at hann ikki var so illa fyri, ið hann helt. Ib Johannes Hansen smílist og nikkar, tá hann hoyrir søguna, og fortelur síðan, at tað er ein hug­ burð­ur, ið hann hevur tikið til sín. – Tað nyttar ikki at siga, at man ikki kann nakað, um man ikki hev­ ur roynt. Man má royna, og soleiðis hava vit funnið út av, at eg kann nógv meira enn eg mangan haldi, sig­ur Ib Johannes Hansen. Fýra ár eru liðin síðan Ib Jo­ hannes Hansen bleiv eitt til­vild­ ar­ligt offur hjá tveimum ungum dreingj­um, Ein tilvildarlig gerð, ið full­komiliga endavendi lívið hjá Ib Johannes Hansen. Men hóast lívið aldrin verður tað sama aftur, so er eingin beiskleiki at hóma í hon­um, tá vit sita og tosa hendan seinna­ part­in. – Tá tú fær ein dóm, so er tað fyri eina ávísa tíð, og so ert tú fríur. Eg havi sitið mín dóm. Tað er eingin or­søk at lata meg binda av hesum long­ur. Eg má koma víðari, sigur Ib Jo­hannes Hansen. A Dómurin 15. oktober 2013 fall dómur í harð­skaps­mál­inum móti Ib Johannes Hansen. Tríggir ungir dreing­ir vórðu ákærdir fyri óvanligan grovan harð­skap móti Ib Jo­hannes Hansen. Av teimum trimum dreingj­unum varð ein sekstan ára gamal drong­ ur dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri álopið og onnur smærri mál. Ein fimtan ára gamal drongur varð eisini dømdur, og fekk eitt ár og tríggjar mán­ aðir fongsulsrevsing. Tann seinasti drongurin varð fríkendur og fekk 84.000 krónur í endurgjald, tí hann hevði sit­ið í varðhaldi í 144 dag­ar. Ib Johannes Hansen fekk av rættinum eitt end­ur­gjald á 44.096,48 krón­ur. Hafnia gjørdi tað møguligt Ferðin hjá Ib Johannes Hansen til Føroyar var um reppið ikki at gerast veruleiki, tí nýggja til­ver­an í rullistóli kravdi aðrar um­støður viðvíkjandi gist­ing. – Vanliga búgvi eg hjá familju, tá ið eg eri í Før­oyum, men eingin teirra hevur heim, ið hava umstøðurnar til ein persón við rullistóli, so neyðugt var at gista á gist­ing­ arhúsi, greiðir Ib Jo­hannes Hansen frá. Karen Beckert greiðir tó frá, at tað var trupult at finna eitt gistingarhús við nøktandi umstøðum til ein persón í rullistóli. – Eg setti meg í sam­band við eini seks gist­ing­arhús fyri at vita, um nak­ar hevði eitt kamar til fólk við rullistóli, ið eis­ini hevði eitt vesi til menn­ ingartarnað. Øll vístu til Hotel Hafnia, ið tí­betur hevur gjørt eitt slíkt kamar fyri tveimum mán­að­um síðan. Annars hevði tað ikki verið møgu­ligt at komi higar. Tað skulu tey á Hafnia hava rós fyri, sigur Karen Beck­ert.