mánadagur 7. august 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Brasil. Brasil sýnist at vera eitt eksotiskt sambaland, sum dansar
til tølandi rútmur. Eg kundi hugsað mær at uppliva Rio de Janeiro,
karnevalið, veðurlagið, fótbóltin, fólkið, litirnar.
Hvør er besti lutur, sum tú
eigur?
– Tað stendur ímillum Martin guitarina og
sponsku Ramirez guitarina.
Eyðun Klakstein
Síðani tíðliga í áttati árunum
hevur Eyðun Nolsøe skrivað
sangir og sungið fyri føroy
ingum. Fyrstu nógvu árini
var tað í Føroya helst best
umtókta tónleikabólki nakr
antíð, Frændum, og seinni
var tað saman við øðrum og
sum solistur.
Fyrsta
plettskotið
hjá
Eyðuni Nolsøe var sangurin
”Á um vit”, ið er at finna á út
gávuni Frændur II frá 1986,
og nú er Eyðun klárur at
bjóða føroyingum 14 nýggjar
sangir.
– Eg vil geva nakað aftur
fyri alt tað, ið mær er givið.
Eg vil leggja eitt knípi afturat
okkara vakra føroyska sang
skatti, sigur Eyðun Nolsøe
um nýggju útgávuna, ”Dagur
legst at degi”, ið verður tøk
um nakrar dagar.
Eyðun
Nolsøe
hevur
brúkt stóran part av sínum
lívi og nógva kreativa orku til
tónleik, og framvegis kundi
hann ikki droymt um at slept
tónleikinum.
– Viðhvørt er tað fantast
iska stuttligt og avbjóðandi
at skriva og spæla tónleik,
viðhvørt er tað hart og
strævið. Sum við øllum øðr
um er tað eitt val við fyri
munum og vansum, men eg
haldi avgjørt at fyrimunirnir
vinna á vansunum, sigur
hann.
Pílarnir peika inneftir
Eyðun Nolsøe hevur skrivað
óteljandi sangir gjøgnum
árini, men hvat skrivar hann
um í 2017?
– Eg skrivi um kærleika.
Um vón og vónloysi. Um
gleði og sorg. Um ótta og
ugga. Um einsemi og nær
veru. Um lív og deyða. Um
árini sum ganga, og løtuna
sum er. Um at røkka høga
tindar og djúpar dalar.
– Eg eri meira upptikin
av tí, sum er tætt at mær,
enn tí, sum er fjart frá mær.
Eg hugsi og skrivi um tað
viðkomandi í lívinum. Ikki
klichéir ella stórpolitiskar
konfliktir úti í heimi, men
viðurskifti
í
lívinum
og
gerandisdegnum her heima.
Tað snýr seg um relatiónir
við onnur fólk, kenslur,
sum vit hava og stríðast við,
hvussu vit takla avbjóðing
arnar í lívinum, kærleika,
viðurkenning og um hvussu
børnini hava tað.
– Pílirnir peika meira inn
eftir nú enn fyrr, tá eg kundi
vera meira idealistiskur og
politiskur. Eg eri blivin meira
persónligur og tori betur at
standa við tann, sum eg eri.
Listin skal vera opin, erlig og
autentisk fyri at vera áhuga
verd, sigur Eyðun Nolsøe.
Hann
hevur
gjøgnum
árini skrivað nógv framúr
góð løg, onkuntíð til tekstir
hjá øðrum, men ofta til sínar
egnu tekstir.
– Hesaferð havi eg arbeitt
meira við orðunum, enn eg
plagi. Tað eru 10 ár síðani
siðstu útgávu, og tí havi eg
havt góða tíð at skriva og
yrkt. Løgini blíva vanliga
liðug fyrst, og so kann eg
brúka nógva tíð til at bøta
um yrkingarnar. Eg havi
roynt at fingið yrkingarnar
greiðar, einfaldar og sigandi.
At leggja týdningar í orðini,
sum eru meira enn tað, ið
sæst við fyrsta eygnakast.
Tekstirnir spríkja úr hesum
lívinum, sum vit øll royna at
liva og yvirliva.
Krevur disiplin
At skriva sangir og innspæla
teir til eina útgávu er ikki
bert ein sveimandi listarlig
kensla. Tað er eisini hart ar
beiði, stundum við frustera
tiónum, og summir sangir
krevja langa tíð og nógva
orku at fáa lidnar.
– Tað er spennandi at
fáast við nýtt tilfar og lata
tað í ein nýggjan ham saman
við so dugnaligum tónleikar
um. Tann skapandi prosess
in er krevjandi, men sam
stundis eisini sera nøktandi,
sigur Eyðun Nolsøe.
– Summir sangir koma
lættari enn aðrir. Summar
sangir kann mann stríðast
leingi við. Ongin uppskrift
er upp á at gera sangin
lidnan.
Viðhvørt
er
tað
tungur burður, og summar
sangir kann eg stríðast við í
áravís. Tað fyllir nógv at inn
spæla sangir og krevur kon
sentratión og disiplin. Tað
er best er at fáa tað skjótt
liðugt, og tað royni eg, men
tað gongur bara ikki altíð.
Ein heilt serligur sangur
er við á nýggju útgávuni. Tað
er sangur, sum Eyðun skriv
aði fyri 20 árum síðani, sama
kvøldið pápi hansara doyði,
men sum hann ongantíð
hevur viljað brúkt alment.
– Eg spældi sangin til
pápa mín til jarðarferðina í
kirkjuni, men eg havi hildið
sangin verið so privatan, at
eg havi goymt hann burt
ur síðani tá. Eg havi ikki
viljað brúkt sangin til nakra
útgávu ella almenna fram
førslu, men nú havi eg so
innspælt sangin, og tað eri
eg fegin um.
– Framleiðarin Hans Poul
sen, sum eisini hevur mist
pápa sín, helt at vit skuldu
hava sangin við á útgávuna,
tí sangurin er ikki so privat
ur, sum eg havi hildið. Tað
snýr seg um at missa pápan,
og tað er nakað, sum flest
okkara uppliva í lívinum –
tað er sorg og saknur, sum
vit kenna aftur frá okkara
egna lívi. Tí er sangurin ikki
privatur, men universellur,
sigur Eyðun Nolsøe.
Kærleikin er størstur
Gjøgnum tað mesta av sín
um lívi hevur Eyðun Nol
søe brúkt tíð og orku til
tað, sum hann brennir fyri.
Tónleikurin
hevur
verið
sentralur, men eisini í øðrum
viðurskiftum heldur hann,
at tað er týdningarmikið at
taka sínar egnu avgerðir.
– Í lívinum er tað týdning
armikið at finna seg sjálvan
og vera tú sjálvur. At fylgja
dreyminum og ikki liva eftir
høvdinum á øðrum, sigur
hann.
– Tað dugir man betri
við árinum, og tú hevur ikki
sama tørv at gera onnur
nøgd. Øll kunnu ikki dáma
teg og tað, sum tú gert, og
einki er so vist sum, at tú
megnar ongantíð at gera øll
nøgd. Tí ræður um at standa
við seg sjálvan, og um nøkur
fólk standa tær nær og dáma
tað, ið tú gert, eru tú komin
langt, sigur Eyðun Nolsøe.
– Síðani eg var 17 ára
gamal, hevur tað borið til at
skapa og spæla tónleik, og eg
vóni, at tað eisini fer at bera
til frameftir.
– Tað týdningarmesta í
lívinum er at uppliva kær
leikan, at elska og kenna
seg elskaðan. Kærleikin er
størstur av øllum. Uttan
hann er lívið meiningsleyst.
Kærleikin er livandi kensla,
hann er heitur og viður
kennandi. Hann er í stuttum
størsta mótvektin til hin
kalda og endaliga deyðan.
Tað er nógv fantastiskt í lívi
num, men størstur er kær
leikin.
PÍLARNIR
PEIKA INNEFTIR
– Pílirnir peika meira inn eftir nú enn fyrr, tá eg kundi vera
meira idealistiskur og politiskur. Eg eri vorðin meira persónligur
og tori enn betur at standa við tann, sum eg eri, sigur Eyðun
Nolsøe, sum nú er aktuellur við nýggjari tónleikaútgávu