mánadagur 7. august 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90
UNDIR FÝRA EYGUM
14 nýggir sangir
Nýggja útgávan hjá Eyðuni
Nolsøe eitur “Dagur legst at
degi” og bjóðar 14 nýggjar
sangir. Eyðun hevur serliga
arbeitt saman við Hans
Poulsen í framleiðsluni
av nýggju útgávuni. Hans
hevur spælt fleiri ljóðføri,
og teir hava saman lagt
tónleikin til rættis. Aðrir
tónleikarar
hava
eisini
lagt
tónar
til
nýggju
sangirnar.
Jósva
Debes
hevur spælt trummur á
øllum sangunum, Jákup
Zacaharisen
er
við
á
onkrum sangum, Gwendo
lyn Philbrow spælir sello á
einum sangi, og Pætur við
Keldu hevur lat kórrøddir
til.
Óli
Poulsen
hevur
masterað útgávuna.
Anker Eli Petersen hev
ur sniðgivið húsan við
sínum eyðkendu klipp
myndum,
sum
kunnu
síggjast á framsýning í
Spaniastovu í Klaksvík
hóskvøldið frá kl. 17.00. Tá
fara Eyðun Nolsøe, Kim
Hansen og Kaj Johannesen
at spæla til ferniseringina.
UM Eyðun Nolsøe
Eyðun Nolsøe er klaksvíkingur búsitandi
í Froðba. Hann er kendur sum tónleikari,
og síðani hann var 17 ára gamal, hevur
hann verið virkin tónleikari í Føroyum.
Eyðun er ein av høvuðslimunum í
Frændum, hann hevur spælt nógv saman
við Terja Rasmussen í bólkinum Eyðun &
Terji, og hann hevur eisini givið tónleik
út sum solistur. Nú er nýggj solofløga frá
Eyðuni Nolsøe ávegis.
Hvør er tín yndissangskrivari?
– Paul McCartney. Eg eri uppvaksin við tónleikinum hjá
honum og Lennon. McCartney hevur havt avgerandi
ávirkan á mína sangskriving, og hann er helst tann størsti
poppsangskrivarin nakrantíð.
Hvat heldur tú um føroyska summarið?
– Føroyska summarið er sum eitt ævintýr. Hóast tað ikki altíð er sól, er
tað lýtt og ljóst. Milda veðrið gevur mær hug at ferðast í egnum landi.
– Í lívinum er tað
týdningarmikið at
finna seg sjálvan og
vera tú sjálvur. At fylgja
dreyminum og ikki liva
eftir høvdinum á øðrum,
sigur Eyðun Nolsøe
Mynd: Jens Kristian Vang