mánadagur 7. august 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Samgongan spælir óhepnan
dupultleiklut í Norðurlandaráðnum
Nógvar uppgávur fyri framman
Helgi
Abrahamsen
fyrrverandi
limur í Norður
landaráðnum
Samgongumeirilutin
á
løgtingi
valdi í farnu viku at skifta teirra
umboð
í
Norðurlandaráðnum.
Hetta er ein sera løgin avgerð.
Norðurlandaráðið er eitt sam
starv millum parlamentini í øllum
Norðurlondum. Føroyar hava ikki
fullan limaskap í ráðnum, men tey
tvey umboðini sum løgtingið velur,
hava tó fullan talu- og atkvøðurætt.
Sitandi landsstýri hevur søkt
um at fáa fullan limaskap í Norð
urlandaráðnum, men hetta fekk
ikki undirtøku í ráðnum. Síðani
hava samgongufólk gramt seg nógv
um, at umsóknin ikki varð gingin
á møti. Men nú vísir samgongan,
hvussu lítið hon virðir arbeiðið í
ráðnum.
Eg havi sjálvur sitið í Norð
urlandaráðnum í 4 ár. Tvey tey
fyrstu árini fóru til at seta seg
inní arbeiðsgongdir, og ikki minst
at knýta vinabond við umboðini
úr hinum londunum. Tí havi eg
mangan hugsað, at útskiftingin í
Norðurlandaráðnum átti at ver
ið minst møgulig. Tað vildi givið
okkum størri ávirkan, og okkara
umboð høvdu uttan iva eisini
kunna verið vald í sessir av størri
týdningi í ráðnum. Nevnast kann
í hesum sambandi, at í løtuni er
ein álendingur forseti í Norður
landaráðnum. Áland hevur – eins
og Føroyar – ikki fullan limaskap í
ráðnum.
Men sitandi samgonga heldur
helst ikki, at tað hevur so stóran
týdning, hvør situr í Norðurlanda
ráðnum – sama samgonga sum sig
ur seg vilja hava fullan limaskap.
Eftir at Ruth Vang hevur sitið í
Norðurlandaráðnum í tvey ár, og
hevur sett seg inní tingini har, má
hon lata sessin víðari til Paula T.
Petersen, sum byrjar heilt frá botni
av. Telvingin um nevndarsessir hev
ur eftir øllum at døma størri týdn
ing fyri samgonguflokkarnar, enn
føroyska umboðanin í millumtjóða
samstarvi hevur.
Ein annar trupulleiki er, at um
boðini sita ikki í sama tingbólki í
Norðurlandaráðnum. Ruth Vang
hevur umboðað Mittengruppen,
meðan Pauli T. Petersen fer at um
boða Vinstra-Grøna bólkin. Tað
órógvar javnvágina í ráðnum.
Tað er í fínasta lagi at løgtingið
roynir at fáa størri ávirkan við at
søkja um fullan limaskap í Norður
landaráðnum, men tað hevur nógv
størri týdning, at vit duga at brúka
ta ávirkanina, sum vit longu hava.
Tað sær tíverri ikki út til, at sam
gongan dugir tann kunstin.
Kristianna
Winther
Poulsen
tingkvinna fyri
Javnaðarflokkin
Men alt er endnu i vorden. Nýggj
tingseta er byrjað, og uppgávur í
stórum tali liggja fyri framman.
Niðanfyri umrøði eg nøkur av
teimum nógvu málunum, sum
skulu loysast.
Fólkatal og tilflyting
Vit eru fyri fyrstu ferð nakrantíð
fleiri enn 50 túsund fólk í okkara
landi. Ein gongd, sum vit øll eru
glað fyri, og eitt tekin um, at okkara
samfelag er vorðið rúmligari og
meira lokkandi fyri fólk í øllum
aldri. Fleiri síggja nú møguleikar, og
ynskja at liva teirra lív í Føroyum.
Eisini fólk úr øðrum heims
pørtum flyta higar, antin tí tey
hava funnið kærleikan, ella tí
tey hava fingið arbeiði. Eini 1300
fólk, sum eru úr øðrum londum
enn Norðurlondum, eru flutt til
Føroya, og tey skulu vera hjarta
liga vælkomin. Í heimliga dunnu
hylinum kann tað skjótt gerast
nakað trongligt og keðiligt, um vit
øll hugsa eins, uppføra okkum eins,
liva eins og hava eins útsjónd.
Men okkara nýggju borgarar
úr fremmandum londum skulu
hava eina vælkomu, sum tað søm
ir seg einum framkomnum sam
felag. Tí er tað í tøkum tíma, at
integratiónsarbeiðið er tikið upp
aftur. Tørvur er á góðari kunning,
góðum og fjølbroyttum tilboð
um um at læra føroyskt, og betri
vegleiðing um atkomu á arbeiðs
marknaðin, so at tey kunnu fáa
vinna sær til lívsins uppihald og
brúka teirra fakligu førleikar.
Heldur ikki mugu vit gloyma
børnini, sum flyta higar, og sum
kunnu hava eina torføra byrjan á
dagstovnum og í skúlanum. Tað
kann vera trupult hjá bæði børnum
og starvsfólkunum, sum taka ímóti
teimum, at vita, hvussu okkara
smæstu nýggju borgarar á bestan
hátt kunnu fáa ein góðan ger
andisdag í nýggja heimlandinum.
Tak yvir høvdið
Vandi er í hvørjari vælferð, sigur
orðatakið, og hóast vit øll fegnast
um fólkavøksturin, merkja fleiri
fólk jú eisini øktan tørv á bústøð
um. Á hesum øki eru vit eftirbátar,
tí vit hava ikki megnað at lofta
veruleikanum á nóg góðan hátt.
Sum løgmaður segði í síni røðu á
ólavsøku, er trýsti bústaðarmarkn
aðurin okkara størsta avbjóðing í
løtuni. Okkum tørvar leigubústaðir
við einum kostnaði, har øll kunnu
vera við, umframt lestrarbústaðir
og vardar bústaðir.
Bústaðir hava givið lyfti um, at
500 leigubústaðir eru klárir í 2019,
og samgongan er farin undir at
loysa bústaðartrupulleikarnar, í
samstarvi við aðrar aktørar í sam
felagnum. Arbeiðið hevur skund, og
nógv fólk bíða ótolin eftir úrslitum.
Lívslong læring og
arbeiðsmarknaðurin
Arbeiðsloysið er metlágt, og ALS
sigur í Ársfrágreiðingini frá 2016,
at arbeiðsloysið seinasta ár var tað
lægsta í átta ár, og at arbeiðsloysið
í Føroyum í 2016 annað ár á rað var
tað lægsta í Europa. Eisini ung
dómsarbeiðsloysið er sera avmark
að, og sum heild steðga fólk styttri
í ALS, enn tá ið tíðirnar eru minni
góðar.
Vitanarsamfelagið setir stór
krøv til førleikar, sum geva at
gongd til arbeiðsmarknaðin. Hesi
krøv eru í støðugari broyting, og
tí mugu vit vera tilvitað um, at
okkara arbeiðsmegi hevur teir
røttu førleikarnar til ein arbeiðs
marknað í 21. øld. Eisini fólk, ið
ikki fingu sær útbúgving sum
ung, skulu fáa atgongd til læring
og førleikamenning. Tað er eitt
greitt samsvar millum útbúgving
og atgongd til arbeiðsmarknaðin,
serliga tá ið pendulið sveiggjar tann
óhepna vegin, og tíðirnar gerast
verri.
Tí er tað gott at vita, at Menta
málaráðið saman við Innlendis
málaráðnum og Almannamálaráð
num hevur sett eitt arbeiði í gongd,
har allir viðkomandi partar við
gera, hvussu vit best skipa vaksna
mannaútbúgving.
Saltið í rúkandi
døgurðapottum
Sum løgmaður segði í røðu síni á
ólavsøku, er mentanin ein høv
uðsorsøk til, at vit búgva júst her.
Mentanin er sterkasta megin, ið
heldur okkum saman, hóast vit eru
ósamd. Kom at hugsa um orðini
hjá Churchill, tá ið hann undir
krígnum fekk áheitanina um at
skerja játtanina til mentan og list,
fyri at meira peningur kundi verða
til krígsførsluna. Churchill segði
kortanei, tí hvat var tá at stríðast
fyri?
Samgongan hevur fleiri átøk,
sum styrkja karmarnar fyri okk
ara ríku mentan og list. Úr rúgv
uni kann eg nevna, at okkara
listafólk skulu hava betri kor at
hugsavna seg um sína list, og tí
er stuðulin hækkaður bæði til
Mentanargrunnin og til film. Ein
minstulønarskipan fyri yrkislista
fólk skal tryggja arbeiðsnáðir í
longri tíðarbil, og loksins fær leik
listin ein virðiligan pall, eitt mál,
sum hevur verið á skrá í nógv ár.
Fyrstu ítøkiligu stigini til tjóðpallin
verða tikin seinni í ár.
Grønu og umhvørvisvinaligu
Føroyar
Einar framtíðar Føroyar eru grønar.
Hetta er staðfest í samgonguskjal
inum, og hesum arbeiða vit fram
ímóti. Meðan vit bíða eftir teirri
stóru arbeiðsætlanini, einum orku
politikki fyri Føroyar, gleðir tað
meg, at fleiri átøk longu eru sett í
verk á grønu kósini, meðan nógv
onnur eru ávegis.
Sjøtul er settur á arbeiðið at gera
lóg um náttúruvernd, og kunn
gerðin um luftdálking frá skipum
er send til hoyringar. Eisini kunn
gerðin um sethúsaoljutangar er til
hoyringar í løtuni, ein kunngerð,
sum hevur stóran týdning fyri bæði
umhvørvið og fyri einstaklingin.
Dálkanin av plastikki er tíverri
ein óhugnalig hóttan móti fólki og
umhvørvi, og nú mugu vit av álvara
í hernað móti hesi hóttan.
At hava ilt í sálini
Ólavsøkudag vóru vit til guðs
tænastu í Dómkirkjuni, og Anne
Mette Greve Klementsen prest
ur helt eina framúr góða og við
komandi prædiku, har hon millum
annað nerti við, hvussu søgur
kunnu oyðileggja, og hvussu okk
ara trivnaður er treytaður av
atburðinum hjá okkara medmenn
iskjum.
Alt ov nógv menniskju hava ilt
við at trívast í dagsins samfelag.
Tí eri eg fegin um at vera partur
av eini samgongu, sum raðfestir
hjálpina til fólk við sálarsjúku.
Fólkaheilsuráðið raðfestir sálarliga
heilsu,
nýggjur
psykiatari
er
settur á Landssjúkrahúsinum, og
økispsykiatriin er mest sum komin
á mál. Harumframt er tað gleðiligt,
at sálarfrøðitænastur á miðnámi
verða
uppraðfestar,
tí
eisini
okkara vakri ungdómur hevur
sítt at dragast við. Mín vón er, at
røtt og neyðug hjálp verður veitt
menniskjum við ringari sálarheilsu,
so at eisini tey fáa eina rødd og
orku til at fortelja ta góðu søguna
um teirra lív. Og eg bíði spent
eftir heildarætlanini fyri sálarliga
heilsu, sum í løtuni verður gjørd.
Føroyar og umheimurin
Ein heimur er eisini uttanfyri okk
ara egna urtagarð. Og tað er grund
leggjandi at røkja sambond út í
heim, bæði fyri vinnulívið og fyri
samfelagið sum heild.
Góð marknaðaratgongd og frí
handilsavtalur eru ein fortreyt, og
arbeiðið á hesum øki er av stór
um týdningi fyri okkara land,
ið er nakað avmarkað í vavi, um
enn ei í mentan og í andaligum og
verðsligum ríkidømi. Altjóða sam
starv á nógvum stigum er avger
andi fyri føroysku framtíðina.
Játtainin til neyðhjálp og til
menningarsamstarv
er
fleir
faldað, tí vit eru partur av al
tjóða samfelagnum og hava eina
sjálvsagda skyldu at hjálpa neyð
støddum úti í heimi. Grundtankin
er, at føroyskir førleikar og føroysk
vitan eisini hava ein leiklut í okkara
menningarsamstarvi.
Her hava Guðrun&Guðrun ging
ið á odda, tí tær hava í fleiri ár havt
bindikonur í bæði Jordan og Peru.
Góðar fyrimyndir og gott dømi
um førleikar, sum vit hava arvað
frá okkara formøðrum, og sum nú
blóma í nýggjari og nútíðar útgavu.
Fyri framman
Tær tríggjar stóru uppgávurnar
– fiskivinnunýskipanin, pensjóns
nýskipanin og stjórnarskipanin –
hava fingið drúgva umrøðu bæði
á tingi og í miðlunum, og summi
hava sátt iva um, hvørt samgongan
er arbeiðsfør.
Sjálv ivist eg onga løtu í, at okk
ara arbeiðið ber á mál, vónandi við
einum breiðum samstarvi, men her
er sjálvandi neyðugt, at allir partar
vísa viljan og hugin til eitt breitt
samstarv.
Nógv er gjørt, og nógv er fram
vegis eftir at gera. Eg eri tí spent
uppá enn eina tingsetu við eini
samgongu, sum raðfestir samhalds
festi, javnrættindi fyri allar borgar
ar og eitt vælferðarsamfelag, sum
er fyri alt fólkið.