mánadagur 7. august 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Nr. 31 Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Almannaverkið sóknast eftir náms frøð
ingum og sjúkra røktar frøðingum, sum
ynskja at vera við til at bjóða borgarum
ein tryggan, skipaðan, mennandi og
sjálvstøðugan gerandisdag.
Um størvini
Til dag- og umlættingarstovnin Mýrisóljuna
• 1 farloyvisstarv á 35 tímar um vikuna at seta frá
1. september 2017 ella sum skjótast, og til 1.
september 2018. Arbeitt verður fyri tað mesta
í dagvaktum, tó eru einkultar kvøldvaktir og
arbeitt verður 6. hvørt vikuskifti.
• 1 farloyvisstarv á 35 tímar um vikuna at seta frá
frá 1. september 2017 ella sum skjótast, og til 1.
september 2018. Arbeitt verður fyri tað mesta
í dagvaktum, tó eru einkultar kvøldvaktir og
arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.
• 1 starv á 35 tímar um vikuna at seta frá 1
september 2017, ella sum skjótast. Arbeitt
verður fyri tað mesta í dagvaktum, tó eru
einkultar kvøldvaktir og arbeitt verður 3. hvørt
vikuskifti.
• 1 starv á 30 tímar um vikuna at seta frá 1
september 2017, ella sum skjótast. Arbeitt
verður fyri tað mesta í dagvaktum, tó eru
einkultar kvøldvaktir og arbeitt verður 3. hvørt
vikuskifti.
• 1 starv á 25 tímar um vikuna seta frá 1.
September 2017, ella sum skjótast. Arbeitt
verður dagvaktum.
Til sambýlið á Blikagøtu
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum ella
námsfrøðingum at arbeiða á Blikagøtu og
Mýrisóljuni frá 1. september, ella sum skjótast.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt
vikuskifti. Tætt samstarv er við Mýrisóljuna um
teir borgarar við fjølbreki, sum búgva á Blikagøtu
og hava dagtilboð á Mýrisóljuni. Somuleiðis er
samstarv við verkstøð/arbeiðspláss hjá borgarum
við menningartarni.
Setanar og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í
løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 2. Viðkomandi,
ið settur verður, má tola broytingar í starvinum,
og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna
um aðrar uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya
Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar ella fakfeløg við samráðingarrætti innan
fyri fyri starvið.
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í
seinasta lagi 21.08.2017 kl. 12.00.
av.fo >Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Námsfrøðingar og
sjúk ra røkt ar frøð
ingar til sambýlið í
Blika gøtu og til dag og
umlætt ingar stovnin
Mýrisóljuna í Runavík
Ein miðvís
gjøgnumgongd
av fjølmiðlum
í fleiri londum
vísir ein grund
leggjandi skeiv
leika í, hvussu
ofta kvinnur
eru umboðað
ar, og hvat tær
verða brúktar til
Menn tosa, grundgeva og
greiða frá. Kvinnu tosa,
minnast, kenna, taka ímóti,
sita og grína. Menn eru bú
skaparførðingar og taka pol
itiskar avgerðr. Kvinnur eru
tær, sum verða ávirkaðar
av politisku avgerðunum og
búskaparligu avgerðunum.
Og í miðal eru tað tveir
triðingar menn og ein triðing
ur kvinnur. Ikki í heiminum,
men í hugaheiminum hjá
fjølmiðlunum.
Soleiðis er niðurstøðan hjá
svenska datagreinaranum,
Max Berggren, sum arbeiðir
fyri blaðið Dagens Nyheder
og sum hevur gjørt ein robot,
sum kann skanna og greina
rættiliga stórar mongdir av
miðlatekstum fyri at kanna
umboðanina
av
báðum
kynum. Seinastu tvey árini
hevur »javnstøðurobotturin«
á henda hátt dagliga kannað
netmiðlar í sjey londum, og
úrslitið er, at kvinnur faá ein
triðing av allari umtalu og
endurgeving, meðan menn
fáa tveir triðingar.
Tað skrivar Kristeligt Dag
blad.
Sambært Max Berggren
er rákið tað sama í donskum,
svenskum, norskum, finsk
um, týskum, bretskum og
amerikonskum miðlum.
»Eg eri farin at máta, tí eg
vil eftirkanna pástandinum
um, at tað er skeiv umboðan í
fjølmiðlunum. Tað veit eg nú,
at tað er, tá vit kanna miðl
atekstir, sum eru tøkir á int
ernetinum. Samstundis hava
vit eisini brúk fyri at kanna,
hvussu ávikavist menn og
kvinnur verða framsett. Ofta
er tað maðurin, sum er aktivt
handlandi, meðan kvinnan er
tann, sum er offur ella greiðir
frá um børn síni« sigur Max
Berggren.
Tað síðsta vísir til eina
kanning,
sum
hann
al
mannakunngjørdi í vár, har
hann kannaði, hvørji sagn
orð løgdu seg til ávikavist
kallkyns- og kvennkynsfor
nøvn og persónnøvn.
Tilsamans
13
danskir
miðlar
verða
máldir
av
»javnstøðurobottinum«,
og teir síðstu mánaðirnar
er tað fleiri ferðir eydnast
netútgávuni hjá Kristeligt
Dagblad
at
verða
ovast
á listanum við umleið 50
prosent
kvinnuuboðan.
Í
samlaðu myndini eru tað
tó netútgávurnar hjá TV2
og Søndagsavisen, sum eru
á odda. Samlaða kvinnu
umboðanin hjá Kristeligt
Dagblad liggur bara nøkur
prosent oman fyri vanliga
triðingi, meðan aðrir danskir
miðlar liggja eitt sindur
lægri.
Rikke Andersen er pro
sfessari við Roskilde Uni
versitet og hevur granskað í
keldunýtsluni hjá miðlunum.
Hon sigur, at tá granskarar
kortleggja býtið av monnum
og kvinnum, er úrslitið nøku
lunda tað saman sum hjá
svenska robottinum.
»Býti av kvinnum liggum
støðugt á umleið 30 prosent
um, og tað mest undrunar
verda er kanska, at tað stórt
sæð eingin broyting hevur
verið síðani í 1990’unum,
hóast nógvir fjølmiðlar siga
seg fegnar vilja økja um
lutin hjá kvinnum. Men tað
hevur eyðsæð ikki verið so
týdningarmikið, at tíðinda
leiðslurnar hava gjørt nógv
við tað«, sigur hon.
Greinin kann lesast í full
um líki á k.dk
Menn fylla nógv
mest í fjølmiðlunum
Í sambandi við
at lógin um
miðlastuðul
varð samtykt
í vár, er Miðla
stuðulsnevnd
in nú mannað
Uppgávan hjá nevndini er at
býta út miðlastuðulin, sum á
fíggjarlógini er 2 mió. kr., til
privatar tíðindamiðlar.”
Landsstýriskvinnan
til
nevnir limir og tiltakslimir
eftir tilmæli frá Føroyskum
Miðlafólkum,
Fróðskapar
setri Føroya og Búskapar- og
Løgfrøðingafelag
Føroya,
hvørs umboð er formaður í
nevndini.
Limirnir skulu samlað
umboða førleikar, ið fevna
um dyggan kunnleika til og
innlit í føroysk samfelags
viðurskifti, fjølmiðlar, fíggj
arviðurskifti og roknskapar
viðurskifti.
Hesir limir eru valdir í
fyrsta trý-ára skeiðið hjá
Miðlastuðulsnevndini:
• Magnus Dam, løgfrøð
ingur og journalistur, eftir
tilmæli frá Búskapar- og Løg
frøðingafelag Føroya
• Beate L. Samuelsen,
journalistur, eftir tilmæli frá
Føroyskum Miðlafólkum
• Bergur D. Hansen, bók
mentafrøðingur, eftir tilmæli
frá Fróðskaparsetri Føroya
Rigmor Dam, landsstýr
iskvinna
í
mentamálum,
varðar
av
Miðlastuðuls
nevndini, men bað Løgmans
skrivstovuna seta nevndina,
tí hon metti seg vera ógegn
iga í hesum føri.
Mentamálaráðið fer tíð
liga í heyst at lýsa møguleik
an at søkja miðlastuðul.
Miðlastuðulsnevndin mannað
Menn fylla tveir triðingar í fjølmiðlunum vísir ein neyv gjøgnumgongd av fjølmiðlum í sjey londum
Savnsynd: Jens Kristian Vang