Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyska U17-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vann seinasta plaseringsdystin í EHF Championship hetta vikuskiftið, har høvuðssøgan úti í heimi óivað var tann, at Usain Bolt nú er givin sum rennari STUTT SØGD TÍÐINDI Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Gunnar Nielsen og liðfelagar hans­ara spældu leygardagin 0-0-javnleik, tá ið teir vóru á vitjan hjá KA á Akureyri. Dysturin endaði við einum málleysum javnleiki, og føroyski landsliðsmálverjin hevði ikki nógv at gera. Komandi leygar­ dag verður steypafinalan hjá FH ímóti ÍBV, sum hevur Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs í hópinum. Fyrst skal FH tó leika ímóti oddaliðnum, Vali, í annað­ kvøld. Um FH vinnur tann heima­ dyst­in kunnu teir stytta frástøðuna upp til Val niður í seks stig. Sama kvøld spælir ÍBV á útivølli ímóti Vík­ingi Reykjavík. Eisini ein annar føroyskur lands­liðsleikari, nevniliga Jóan Sím­un Edmundsson, var í einum mál­leysum javnleiki, tá ið hann og liðfelagarnir í danska OB í gjár spældu 0-0 á heimavølli ímóti OB. Jóan Símun, sum er við at koma fyri seg eftir fótskaða, byrjaði á beinki­ num, men varð settur inn á vøllin tá ið 59 minuttir vóru spældir. OB er á fjórða plássi í Superliguni við sjey stigum eftir teir fyrstu fýra dyst­irnar. Tað er av álvara komin stígur í hjá Gilla Rólantssyni og teimum í Brann, sum í gjár – fyri fimtu ferð á rað – mátti av vøllinum uttan at hava vunnið. Hesaferð vóru teir á vitjan hjá Aalesund, og dysturin endaði við 3-3-javnleiki. Gilli Rólants­son spældi allan dystin í vinstru har frammi. Í Brann-leguni var stór misnøgd við dómaran, Trygve Kjensli, ið gav Aalesund brots­spørk. Útjavnandi málið fekk heima­liðið í yvirtíðini, og tað kom ógvu­liga illa við hjá Brann, sum nú er nummar fýra og hevur fýra stig upp til nummar trý. Rosenborg er oddalið og er nú heili 10 stig framman­fyri Brann. Føroyska U17 landsliðið, ið sein­astu vikuna hevur luttikið til NM-kapping í Íslandi, spældi leygar­dagin seinasta dystin í kapp­ingini. Dysturin var ímóti Norður­írlandi, og hann varð tapt­ ur 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0 til mótstøðumenninar. Før­oyska málið skeyt Elias El Mous­tage. Før­oyar fingu eitt stig í bólka­ spæli­num umvegis ein frálíkan 0-0-javnleik móti Svøríki. Annars taptu Føroyar 8-1 ímóti Danmark, 2-1 ímóti Finnlandi og so at enda 3-1 ímóti Norðurírlandi. Grannauppgerð var í Keyp­ manna­havn í gjár, tá ið meistararnir úr FCK vóru á vitjan á Vestegnen hjá Brøndby. Dysturin endaði 1-0 til Brøndby við einum máli frá Simon Tibbl­ing í evstu løtu, men dysturin verður helst mintur fyri ófriðin beint áðrenn dystarlok, tá ið nakrir áskoðarar frá FCK-síðuni lupu á vaktir og seinni eisini løgreglufólk. Dysturin varð steðgaður í eina góða løtu meðan eitt styrkt løgreglulið fekk friðin aftur at leggja seg. Køben­ havns Vestegns Politi upplýsir fyri danska TV2, at seks fólk eru hand­ tikin fyri harðskap. FR. ÍTRÓTT Frælsur Ítróttur Føroya kann vera ávegis upp í evropeisku sam­ gonguna fyri veteranar. FÍF skrivar á heimasíðu sínari, at tað nú verður arbeitt fyri at Føroyar kunnu fáa lima­skap í European Masters Athletics – EMA. EM fyri veteranar er í Århus í hesum døgum, og teir før­oysku luttakararnir mugu lut­taka í danska búnanum. Tað verð­ur møguliga seinastu ferð, tí ar­beitt verður nú fyri at fáa før­ oysk­an limaskap. Hallur Holm og Gutt­orm Sørensen hava vegna frælsa ítróttin í Føroyum verið í Århus og fundast við eitt nú DAF- formannin, Karsten Munkvad, og EMA-forsetan, Kurt Kaschke. FÍF skrivar á heimasíðuni, at Kurt Kaschke tykist vera sera positivur fyri føroyskum limaskapi. Eftir 10 ár við heimsmetum og gull­merkjum endaði yrkisleiðin hjá Usain Bolt sum rennari nú leygar­dagin, tá ið hann rann seinasta innanhýsis teinin á 100 metr­um. Hetta var í HM í London, har tað gjørdist til eitt vónbrot fyri kvikasta mannin nakrantíð. Usain Bolt rann tíðina 9,95, og hetta var einans nokk til eitt triðja pláss. Ævigi kappingarneytin, amerikanski Justin Gatlin, fór av­ stað við gullinum við tíðini 9,92, meðan tann einans 21 ára gamli Christian Coleman, somuleiðis úr USA, vann silvur við tíðini 9,94. Usain Bolt, sum nú er vorðin 30 ára gamal, hevur vunnið tilsams 11 HM-heiðursmerki og átta OL- gull­merki, nú hann hevur valt at gevast sum rennari. Hann eigur eisini heimsmetið á 100 metrum, sum hann setti í HM í Berlin í 2009 við tíðini 9,58. Í somu kapping setti hann eisini heimsmet á 200 metr­ um við tíðini 19,19. HONDBÓLTUR Føroyska U19-landsliðið hjá monn­ um hevur seinastu dagarnar lut­ tikið í Generation Handball-kapp­ ing í Viborg. Tað gekst føroysku dreingjunum væl, og teir spældu seg heilt fram til finaluna, har teir tó máttu lúta 16-12 ímóti sigurs­ vanda felagnum Bjerringbro-Silke­ borg. Finalan var ógvuliga tøtt og spennandi, men málverjin hjá danska liðnum stóð sera væl. - Før­ oyska liðið hevur tó havt eina sera góða og gevandi kapping og hava spælt fleiri góðar og tættar dystir, skrivar Hondbóltssamband Føroya. Føroyska U17-kvinnulandsliðið í hondbólti, sum hesa vikuna hev­ ur verið við til Women’s U17 EHF Championship í makedonska høvuðs­staðnum, Skopje, vann í gjár dystin um sjeyndaplássið, sum var ímóti Kosovo. Føroyar vunnu 38- 31 eftir at hava verið á odda 19-16 í hálvleikinum, men ta einu løtuna í seinna hálvleiki var um repp­ið, at Kosovo fekk fatur í rætta enda­ num, tí tá tódnaði leiðslan nið­ur í 30-28. Men so kom gongd á aft­ur og sigurin bleiv tryggjaður. Maria Hallsdóttir Weyhe gjørdist før­ oyskur toppskjútti við 10 málum, með­an Súna Krossteig Hansen var henni á baki við níggju málum. GOLF Sunnudagin tann 13. august 2017 verður skipað fyri Bank­Nor­ dik-Open golfkapping á golf­ breytini á Glyvursnesi. Kapp­ ingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum sam­ stundis eisini er ein lið­kapp­ ing. Spælt verður við fullum handi­kappi. BankNordik stuðl­ ar kappingini við at lata øll­um luttakarum eina eskju við Bank­ Nordik-bóltum. Har­aftur­framt letur BankNordik trimum teimum bestu í einstaklinga-kappingini góð­ar vinningar. Meiri kann lesast um tilmelding og annað á golf.fo. albinus@sosialurin.fo VUNNU ÍMÓTI KOSOVO