Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, smæddist ikki burtur ímillum heimsstjørnurnar í EM, og umboðandi danska landsliðið stakk hann snútan fram og var at síggja fremstur á beinleiðis sjónvarpsmyndum kring allan heimin Pætur Albinus Torkil Veyhe luttók í gjár í EM í súkk­ling á landavegi. EM-kapp­ ing­in varð hesaferð súkklað á danskari jørð, nevniliga í Herning, og føroyski súkklarin var ein av teim­um níggju, sum varð valdur at umboða Danmark. Danir hava stolt­ ar siðvenjur í súkkling, og tað var heldur ikki hvørjum sum helst, ið Torkil slapp at súkkla á liði saman við. Nevnast kunnu fleirfaldir Tour de France-luttakarar so sum Matti Breschel, Lars Bak og Michael Mør­ k­øv. Møguleikan fekk hann ikki burt­urúr ongum. Torkil hevur av álvara víst seg fram í danska súkklu­landslagnum síðani hann skifti til hálvprofessionella liðið Colo­Quick-CULT undan hesum kapp­ingar­árinum, og tað var tískil ikki púra óvæntað, at tann stinni før­oyski súkklarin varð útvaldur av lands­liðsvenjaranum, Anders Lund, at vera ein av teimum níggju í reyð- hvítu donsku litunum. Torkil Veyhe var ein av hjálparunum á danska lands­lið­ num. Tað merkir, at hann skuldi kýta seg fyri hinar á liðnum, og tað gjørdi hann eisini ríkiligt av. Hann var sjónligur á sjónvarpsmyndum, sum vórðu sendar beinleiðis kring allan heimin, tí føroyingurin sat nevni­liga fleiri ferðir fremstur í stóra feltinum og stýrdi ferðini. Orsøk­in var, at hann skuldi koyra út­brotini innaftur – tað merkir, at hann skuldi syrgja fyri, at tað stóra felt­ið av súkklarum skuldi fanga teir aftur, sum vóru súkklaðir undan. Fyri Danmark var tað eitt vón­ brot, at Magnus Cort ikki kom við í spurtin. Tað var høvuðsætlanin hjá danska liðnum. Heldur var tað norski Alexander Kristoff, sum spurtaði seg til gullið beint framman­fyri italska Elia Viviani, ið fekk silvur. Torkil Veyhe hevði uppbrúkt alla sína orku og bleiv 118 av teim­ um 125 súkklarunum, sum komu veg­in fram á mál. Hann kom um mál­strikuna saman við lið­feløg­ unum Alexander Kamp og Nicolai Nielsen fýra minuttir og 43 sekund aftan­fyri feltið. Hjálpari Torkil Veyhe er sum vera man vónbrotin um at tað ikki eydnaðist danska liðnum at fáa nakran súkkl­ ara við heilt fram, men hann er hó­ ast alt nøgdur við egið avrik. - Eg eri væl nøgdur við mítt av­ rik. Eg haldi at eg fullførdi ta upp­ gávuna eg fekk. Sjálvandi er tað harmiligt at vit ikki fáa betri úrslit til síðst, men eg haldi at allir gjørdu tað teir kundu. Onkuntíð eydnast tað og aðrar ferðir ikki. Ein spurtur upp á handan mátan í mótvindi er altíð ringur at koyra og øgiliga hektiskur, vísir Torkil á. Hann varð brúktur sum hjálpari, men tann leiklutin treivst hann væl vði. - Tað var ógvuliga natúrligt við tí liðnum, sum vit komu við. Mein­ ing­in var at eg skuldi royna at raka út­brotið, um nakar italienari fór ella um tað vóru meira enn seks mans, sum fóru avstað. Annars bleiv eg brúktur sum fyrsti maður, sum skuldi brúkast at heinta ella stýra útbrotinum. Tað er eisini ein góð uppgáva, sum passar mær væl, og jú longri eg kláraði at gera mítt arbeiði, jú meira kundu vit spara upp á restina, sigur Torkil, sum helt leingi og legði lunnar undir einum góð­um enda fyri danska liðið, men tí­verri varð Magnus Cort fangaður ov langt afturi í feltinum og hevði ongantíð snútan nóg langt frammi til at kunna gera seg galdandi. Stórt Torkil Veyhe er errin av, at hann slapp at umboða eitt so sterkt lið sum tað danska, og so hevur tað eisi­ni síðuvinningar, nevniliga góð­ an lærdóm, við sær - Hetta var stórt. Fyri tað fyrsta eru nógvar royndir at taka við frá kapp­ingini og teimum, sum súkkla við – eitt nú hvussu teir takkla tær støð­ur, sum íkoma í einari slíkari kapp­ing. Man verður eyka errin tá ið teir koma yvir eftir kappingina og siga, at man hevur gjørt eitt gott arbeiði, sigur Torkil og heldur fram: - Sjálvandi hevði tað verið eitt stórt ynski at umboða Føroyar, men tað krevur at vit verða góð­ kend­ar av UCI. Hinvegin er tað eisi­ ni ógvuliga stórt at verða út­vald­ur til eitt so sterkt lið. Tað er ringt at gera nakað einsamallur, so upp á tann mátan eru eg ógvuliga glaður fyri at verða útvaldur sum ein, ið kann hjálpa til at fáa eitt avgjørt topp­úrslit, sigur hann. Tað hevur verið eitt drúgt og strævið ár fyri Torkil, sum eisini hev­ur umboðað Føroyar á oyggja­ leik­unum og luttikið í Volvo Kring Før­oy­um, men árið er ikki liðugt enn. - Eg havi nakrar kappingar í Dan­mark, og 26. august skulu vit til Hollands at fyrireika okkum til PostNord Danmark Rundt. Eftir tað er ætlanin at súkkla Duo Normand í Fraklandi, og so er liðugt fyri í ár, sigur Torkil Veyhe at enda. albinus@sosialurin.fo SÚKKLING HETTA VAR STÓRT Torkil Veyhe í EM: