Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Í 2003 keypti FC Barcelona besta spælaran hjá Paris Saint-Germain. Eftir at hava verið í dvala og í skugga­num av Real Madrid, sum tvey ár frammanundan keypti Luis Figo úr katalanska felagnum, bjóð­ aði FC Barcelona aftur av.Talan var um 23 ára gamla bóltsnillingin úr Brasil, Ronaldinho. Seinastu 15 árini hevur felagið vunn­ið Champions League fýra ferð­ir, sett Real Madrid upp á pláss í heimligu kappingini og við jøvn­um millumbilum keypt bestu spæl­ar­ar­ nar í heiminum. Í dag er Paris Saint-Germain oman­á FC Barcelona. Uttan nakað Champions League heiti, hevur nýríka franska felagið prógvað, at tað er størri enn Barcelona. Við keypi­num av 25 ára gamla Neymar hev­ur felagið staðfest, at tað nú er franska høvðusstaðarfelagið, sum keypir ein av bestu spælarunum hjá Barcelona. Ørar upphæddir Fyri einum ári síðani bleiv fót­bólt­ urin útrópurin til at hava mist vitið. Manchester United keypti franska mið­vallaran, Paul Pogba, fyri næst­an 800 milliónir krónur. Ein spælari, sum felagið lata fara trý ár frammanundan fyri einki. José Mourin­ho, venjari hjá Manchester United, segði tá, at soleiðis eru prísir­nir nú á døgnum. Og rætt fekk hann. Tí í dag er Ney­mar seldur fyri áleið tað tví­falda. Barcelona hevði ikki sinni at selja og tí mátti PSG djúpt í lumm­an. Allir spælarar í Spania hava eina kravda átekning í sáttmálanum, ið er ein fríkeypsklausul, sum felag­ið skal góðtaka. Mangan er upp­hædd­ in so ør, at hon skal bara ræða hini feløg­ini. Soleiðis var eisini, tá Neymar í fjør gjørdi nýggjan sáttmála við Bar­ce­lona. Fríkeypsklausulurin varð settur á 1,65 milliardir krónur. Ein upphædd, sum ongin kundi droymt um, at nakað felag fór at gjald fyri ein spælara. Tað var so inntil Paris Saint-Ger­ main valdi at gera júst tað. Spurn­ ing­urin er so hvussu Paris Saint- Ger­main hevur ráð til tað, og um tað kann gerast innan fíggjarligu reglu­gerðina hjá UEFA, financial fair play. Eisini nevnt FFP. Vit byrja við skiftinum. Sjálvt skiftið Tað byrjaði longu í fjør. Neymar sigst vera ónøgdur, men tey flestu er sannførd um, at tað snýr seg bara um pengar. Nakað Neymar familj­ an fyrr hevur prógvað. Nýggj­ ur sáttmálið verður gjørdur og álopstrýkanturin við Lionel Messi, Luis Suarez og Neymar er fram­ vegis fullkomin. Aftur í summar byrja søgurnar at ganga. Hesa ferð eru tær meiri ágangandi og fleiri og fleiri tíðinda­ fólk og viðmerkjarar hava søguna frá álítandi keldum. Ein kendur háttur, at fáa gongd á eitt slíkt skift­ið. FC Barcelona hevur ongan hug at selja Neymar, sum er í besta aldri. Hann er eisini tilætlaður sum avratakari eftir Lionel Messi. Brád­liga ljóðar, at PSG er sinnað at gjalda tær 1,65 milliardirnar fyri brasilska framherjan. Í fyrstu atløgu royna bæði La Liga, sum umsitur bestu deildina og sáttmálar, og Barcelona at steðga søluni við ikki at góðtaka kekk­in frá PSG. Tað endar tó við, at Barce­ lona velur at góðtaka peng­ar­nar og selja Neymar til PSG. Sølan verður endaliga váttað, tá Lio­nel Messi sjálvur leggur út heils­an á Instagram, har hann ynskir Ney­m­ ar góða eydu við nýgg­ju av­bjóð­ing­ unum. Hvar koma pengarnir frá Paris Saint-Germain, sum vit ken­na tað í dag, er stovnað í 1970, sum ein samanrenning millum FC Paris og Stade Saint-Germain. Felag­ið er í dag tað mest vinnandi í Frak­landi, men dominansurin er ikki sum vit síggja við Barcelona, Real Madrid, Juvent­ us, Manchester Uni­ted og øðr­um feløgum, sum hava stolta søgu. Talan er um seks meistara­heit­ið higartil. Mitt í 90 unum hevur felagið eitt gott lið, sum millum annað vinn­ur fronsku landskappingina í 1994, og vinnur Cup Winners Cup í 1996. Stjørnurnar eita Valdo, David Ginola, George Weah, Leonardo, Raí og Youri Djorkaeff. Síðani gongur aftur illa og tað er ikki fyrr enn ríkmenn úr Katar keypa felagið í 2011, at PSG blívur ein stórur spælari í altjóða fótbólti. Oryx Qatar Sports Investments, ella QSi, keypur felagið. Fyrst 70 pro­sent og árið eftir alt felagið. Við milliardum lokkar kærleiksbýurin spælar­ar sum Zlatan Ibrahimovic, Edin­son Cavani, Thiago Silva og David Luiz til. Felagið vinnur heimligu kapp­ ing­ina fýra ár upp í slag, inntil Monaco vann kappingina í ár. Felagið leggur afturat við spælar­ um sum Lucas Moura, Ángel Dí María og Julian Draxler. Arva­ fígg­indin úr Marseille er einasta franska liðið, sum hevur vunnið Champions League, meðan PSG er ein­asta annað franska felagið, sum FINANCIAL FAIR PLAY (FFP) Feløg kunnu bara brúka tað tey fáa inn í atgongumerkjasølu, stuðulsavtalum og sjónvarps­rætt­indum. Feløg kunnu í mesta lagi hava eitt samlað undirskot upp á 223 milliónir krónur fyri tíðarskeiðið 2015 til 2018. Feløg kunnu brúka pengar upp á leikvøll, venjingarstøð, ungdómsarbeiði og kvinnufótbólt, uttan at tað telur við í rokniskapinum. Club Financial Control Panel (CFCP) er sett á stovn, fyri at tryggja at øll feløgini fylgja FFP. Feløg kunnu verða revsaði við eini bót, missa stig í heimligu kappingini, fáa keypsforboð og í ringasta falli blíva útihýst av evropesiskum fótbólti. Í stuttum, so kunnu eigararnir av feløgunum ikki strika undirskotið á ítróttarliga partin av felagnum úr egnum lumma. Tað skal vera samsvar millum inntøkur og útreiðslur. Bæði PSG og Manchester City blivu í 2014 rakt av FFP og fingu revsingar, fyri at hava brúkt ov nógvar pengar. MSN Í TØLUM Neymar var partur av serstøkum tríkleyvara í Barcelona saman við Lionel Messi og Luis Suarez. Teir fingu heitið “MSN”. Síðani 2014 hava teir verið á vøllinum til samans 450 ferðir. Lionel Messi hevur spælt 158 dystir, Luis Suarez 147 og Neymar í 145 dystum. Samanlagt er tað blivið til 364 mál og 173 upplegg teirra millum. Lionel Messi er toppskjútti við 153 málum, síðani kemur Luis Suarez við 121 málum, og Neymar við 90 málum. Saman hava teir vunnið Champions League, Club World Cup, La Liga tvær ferðir og sponsku landskappingina tríggjar ferðir. Heimsins dýrasti fótóltsspælari: Ein fótbóltsspælari kann ikki kosta eina milliard krónur, og Barcelona er størri enn Paris Saint-Germain. Tað eru tvær støður, sum Neymar jr hevur broytt. Hann hevur broytt fótbóltsheimin við sínum umstrídda skifti fyri 1,65 milliardir krónur. Søgan um Neymar er enn ein mílasteinur í fótbóltssøguni. ÍtróttarSosialurin hyggur nærri at skiftinum, sum hevur skakað fótbóltsheimin NEYMAR HEVUR BROYTT FÓTBÓLTSHEIMIN FC Barcelona keypti í 2003 Ronaldinho frá PSG. Nú er støðan broytt, og PSG keypur úr Barcelona