mánadagur 7. august 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
hevur vunnið ein kapping í Evropa.
Málið hjá felagnum er at vinna
Champions
League.
Í
øðrum
samanhangi er illgruni um eitt
størri samanspæl millm Katar og
Frakland. Millum annað tá fyrr
verandi forsetin í UEFA, fraklend
ingurin Michel Platini, valdi at
atkvøða fyri HM í Katar. Nakað
hann sigst verða blivin kroystur
til av fronsku stjørnini í einum
størri samanhangi, har franska
Boing síðani fekk fleiri ordrar upp
á flúgvarar úr Katar.
QSi hevur gjørt nógvar íløgur í
felagið, sum í dag verður mett mill
um tey pengasterkastu í heiminum,
men tað eru reglugerðir fyri hvussu
nógvar pengar tú kanst brúka.
Ivast í fíggjarreglugerðini
Í 2011 bleiv nýggj reglugerð gjørd
í samband við brúka av pengum í
fótbólti í Evropa. UEFA Financial
Fair Play Regulations, vanliga
nevnt FFP, staðfestur at eitt felag
kann ikki hava eitt ítróttarligt
undirskot upp á meiri
enn áleið 200 milliónir krónur upp
á trý ár.
Feløgini kunnu byggja leikvøll
og annað sum teimum lystir, men
tað skal verða samanhangur á
inntøkum og útreiðslum, tá tað
snýr seg um ítróttarliga partin.
Tað hevur millum annað gjørt, at
nýrík feløg við innskotnum peng
um sum Manchester City og PSG,
mugu økja um inntøkurnar, áðrenn
felagið kann keypa dýrastu spælar
arnar í heiminum.
Bæði La Liga og Barcelona,
umfarmt altjóða miðlar og við
merkjararir, hava undrast á hvussu
PSG kann brúka so nógvar pengar
upp á ein spælara, og framvegis
halda seg innanfyri reglugerðina.
Paris Saint-Germain hevur eina
ferð fyrr brotið reglugerðina og
fingið bót, tá felagið í 2014 fekk
fíggjarligar ágóðar frá stuðulum,
sum ikki samsvara við mark
naðarvirðið.
Ein máti at økja inntøkurnar
er at tyrggja sær ein góðan stuðul
á troyggjuna, men eisini her er ill
gruni um, at talan er um stuðul frá
fyritøkum, sum hava áhugamál í at
felagið kárar seg væl. So sum at Fly
Emirates er sinnað at gjalda meiri
enn marknaðarprís, fyri at tryggja
at PSG kann brúka fleiri pengar.
Nasser Al-Khelaifi, eigari av PSG,
fekk fleiri kritiskar spurningar
á tíðindafundi eftir keypið, um
fíggjarliga partin av handlinum,
men var skjótur at skjóta allar ill
gitingar niður. Hann helt fyri, at um
tvey ár fer Neymar at hava tvífalt
so nógv virði.
Tað ljóðar, at UEFA fer at hyggja
nærri at fíggjarliga samanhangi
num í avtaluni, men tað broytir
ikki, at Neymar nú spælir í PSG.
Neymar í rættin
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Neymar
og hansara ráðgevar – eitt nú pápi
hansara Neymar Sr – eru partur av
umstríddum handli. Í tíðini sum
spælari hjá brasilska Santos eydn
aðist tað teimum, at tryggja sær
ognarskap í spælaranum sjálvum.
Tað er ikki ókent í Suðuramerika,
at ein triði partur eigur í einum
spælara. Men tað er heldur sjálv
samt, at spælarin sjálvur fær so
stóran lut í ognarskapinum, sum
Neymar gjørdi.
Sølan til Barcelona í 2013 endaði
í rættinum. Táverandi forsetin í
Barcelona legði frá sær, meðan
núverandi forsetin, Josep Maria
Bartomeu hevur váttað, at Santos
bara fekk umleið 170 milliónir krón
ur fyri Neymar, men at katalanska
felagið samstundis betaldi pápa
Neymar næstan 400 milliónir krón
ur.
Barcelona hevur eftirfylgjandi
fingið eina bót fyri óreglusemi í
samband við skat av søluni. Altjóða
miðlar skriva eisini, at samlaðu
útreiðslurnar hjá Barcelona fyri
Neymar á sinni eru væl hægri enn
tey tøl, sum hava verið frammi.
Síðani skiftið
Viðmerkjarar bæði í og uttanfyri
fótbóltin hava givið sítt íkast til
kjakið. Tey flestu eru samd um,
at upphæddirnar eru ørar. 1.65
milliardir krónur fyri ein fótbólts
spælara, sum sigst fáa 6,4 milliónir
krónur um vikuna. Ja, um vikuna!
Onnur halda bara fyri, at
soleiðis er fótbóltur blivin. Tað
eru fleiri pengar og tí er tað bara
ein spurningur um tíð, áðrenn
onkur fór at kosta meiri enn
eina milliard krónur. Onkrar við
merkingar hava eisini verið um,
at nú kunnu feløgini seta prís
in niður á atgongumerkjum og
fótbóltstroyggjunum,
tí
inn
tøkurnar eru so stórar av eitt nú
Champions League og sjónvarps
rættindum.
Tað tykist greitt, at UEFA fer at
hyggja nærri at fíggjarliga saman
hanginum í keypinum av Neymar. Í
ringasta føri kann PSG missa loyvið
at luttaka í altjóða kapping, men
hondina upp, sum væntar at tað
fer at henda – ongin?
Neymar er í dag snúnings
punktið í fótbóltsheiminum og í
Champions League verða øll eygu
á honum, men enn selja flestu liðini
í Fraklandi sínar bestu spælarar til
eitt nú Ongland. Tí er spurningurin
um Neymar nakrantíð kann við
Ballon d’Or í Fraklandi?
Eitt er tó vist – yvirleggjari fyri
hvat ein fótbóltsspælari kann kosta
– er farin upp. Langt upp!
trondur@sosialurin.fo
RENNI IKKI UNDAN MESSI
Tað hava verið fleiri gitingar um hví Neymar valdi at skifta til
PSG. Ein er sjálvandi pengar. Eisin hevur verið gitt, at Neymar
ikki vildi standa í skugganum av Lionel Messi í Barcelona.
Tað hevur høvðuspersóurin avsannað. - Eg renni ikki undan
skugganum hjá Lionel Messi. Eg skifti til Barcelona fyri
júst at spæla saman við Lionel Messi. Hann tók væl ímóti
mær og tað var lætt at spæla saman við honum. Eg havi
brúk fyri nýggjum avbjóðingum, sigur Neymar. Lionel Messi
var tann fyrsti at staðfesta skiftið frá Barcelona, tá hann
legði stuttsjónbandabrot út og eina heilsu til “vinmannin”,
sum hann ynskti góða eydnu við nýggju avbjóðingini.
TÍGGJU SKIFT, SUM SETTU MET:
1. Willie Groves 1893 West Bromwich
til Aston Villa (Fyrsti maður at blíva
seldur fyri yvir 100 pound, ið svarar
til 876 krónur í dagsins pengum)
2. Alf Common 1905 Sunderland til
Middlesbrough (Fyrsti maður at blíva
seldur fyri yvir 1.000 pound, ið svarar
til 8.760 krónur í dagsins pengum)
3. David Jack 1928 Bolton til Arsenal (Fyrsti
maður at blíva seldur fyri yvir 10.000 pound.
Søgan sigur, at leiðslan bleiv drukkin í
ørviti, so handlin kundi koma upp á pláss.
4. Johan Cruyff 1973 Ajax til FC Barcelona
(Eitt skifti, sum bleiv grundsteinurin undir
spælistílinum sum vit kenna í FC Barcelona
í dag. Kostaði áleið 8 milliónir krónur)
5. Diego Maradona 1982/1984 Boca Juniors
til FC Barcelona og FC Barcelona til Napoli
(Er fyrsti spælarin, ið tvær ferðir setur
met sum dýrasti spælarin í heiminum)
6. Jean-Pierre Papin 1992 Marseille til AC Milan
(Er fyrsti spælarin, sum kostar 10 milliónir
pound, sum svarar til á 87 milliónir krónur.
Seinni sama summar keypur AC Milan eisini
Gianluigi Lentini fyri yvir 100 milliónir krónur.
7. Alan Shearer 1997 Blackburn til Newcastle
(Áðrenn seinnu søluna av Ronaldo, bleiv
Alan Shearer keyptur av barndómsfelagnum
Newcastle fyri 15 milliónir pound, sum
svarar til áðleið 131 milliónir krónur.
8. Zinedine Zidane 2001 Juventus til Real Madrid
(Annað árið á rað setur Real Madrid met við
keypi av enn einum ”Galacticos”. Fyrst við
Luis Figo fyri 324 milliónir krónur og síðani
Zinedine Zidane fyri 408 milliónir krónur.)
9. Cristiano Ronaldo 2009 Manchester United
til Real Madrid (Fyri fjórðu ferð upp í slag
setur Real Madrid met. Portugisin kostar
áleið 700 milliónir krónur. Real Madrid
setur eisini nýtt met í 2013 við keypinum
av Gareth Bale fyri 753 milliónir krónur.
10. Paul Pogba 2016 Juventus til Manchester
United (Spældi í ungdómsárunum í United,
men skifti til Juventus, fyri síðani at keypa
hann aftur fyri 782 milliónir krónur)
Navn: Neymar da
Silva Santos Júnior
Føddur: 5.
Feburar 1992
(25 ára gamal)
Tjóðskapur: Brasil
Børn: Davi Lucca
Pláss á vøllinum:
Álop og vongur
Yrkisleið:
2009 – 2013
Santos
2013 – 2017
FC Barcelona
2017 –
PSG
Landsdystir:
77 landsdystir
og 52 mál