mánadagur 7. august 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN
Fyri einaferð skyld
er tað stong út fyri
hinar og ikki okkum!
Flott kempað!
Viktigur sigur, ið má
fylgjast upp leygar
dagin... koyr á 07
NSÍ – JAN BOLSTAD
ANTHONIUSSEN
Hygga vit!
Vit koma so stillis
liga knúsandi
uppeftir.
Leygardagurin kann
ikki koma for skjótt!
Góðir!
TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO
Okkara ungu
menn máttu
aftur boyggja
seg fyri rutinuni.
Okur fara at
læra av hesum
til komandi tíđir.
SUĐRINGAR!
ÍF – SÆBJØRN LEITI
Skrall aftur í dag,
Vit skulu nokk
venja okkum
við tankan um
lørdagspizza og
fótbólt leygardag
í 2018
Koyr á ÍF
EB/STREYMUR – RÓGVI DAM
2-1 til Arnbjørn.
Vit vóru nógv
betri enn KÍ
Vit fara eisini,
at vinna á 07
Vestur
Saman standa
vit sterk
B36 – LISSI MOURITSEN
Ein deiligur
dagur vit koyra
stílin og halda
áframm at
vinna. lekkirt!
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað er størri spenningur
undan átjanda umfari, sum
verður leygardagin, enn tað
var undan seytjanda umfari
í Effo-deildini.
Bæði Víkingur og KÍ, sum
higartil hava verið bestu
FM boðini, heilkiksaðu. NSÍ
vísti sama lag og hugburð
sum hinar báðar ferðirnar
eftir summarsteðgin. NSÍ
vann 4-0 á Suðringum, og
nú eru teir gulu næstfremst.
Samlaða
úrtøkan
eftir
summarsteðgin er níggju
stig við málmuninum 14-0.
Merkisvert var tað, at tað
vóru aðrir enn Klæmint A.
Olsen og Árni Frederiksberg,
sum stóðu fyri málskjót
ingini ígjár. Árni Frederiks
berg varð skaddur undir
upphitingini og var ikki før
ur fyri at spæla. Í hansara
stað var Petur Knudsen,
sum var sera væl upplagdur
í høgru, har samanspælið við
framúr væl upplagda vong
verjan Bárð J. Hansen riggaði
stak væl.
Petur Knudsen staðfesti
eftir steðgin 4-0 sigurin við
rimmar
frísparki.
Undan
steðginum skoraði Pól Jóhan
nus Justinussen tvær ferðir,
og Jann Benjaminsen, sum
hevur vunnið sær fast pláss í
vinstra borði, skoraði eitt mál.
Tað er sjáldan, at Klæmint
A. Olsen ikki er millum mál
skjúttarnar, tá ið NSÍ skorar
fleiri mál. Soleiðis var tað tó
ígjár. Klæmint A. Olsen er
framvegis toppskjútti í Effo-
deildini, og hann var væl
nøgdur við trivaliga sigurin
ímóti Suðringum:
-Serliga í fyrra hálvleiki
vóru vit tryggir á bóltinum,
og tá eydnaðist at vinna
nógvar møguleikar og at
skora trý mál. Eftir steðgin
gekk samanspælið ikki so
væl, men tað eydnaðist at
varðveita nullið. Tað løgdu
vit stóran dent á, sigur NSÍ
liðformaðurin.
Hóast 4-0 tap, so sigur
venjarin
hjá
Suðringum,
Maurice Ross, seg ikki vera
so illa nøgdan við avrikið:
-Bæði ímóti KÍ og Víkingi,
sum vit taptu ávikavíst
4-1 og 3-0 ímóti, var eg ikki
nøgdur við avrikið. Tað var
eg ímóti NSÍ. Kenslan er, at
munurin var ikki so stórur,
sum tølini siga, men tað var
eingin ivi um, at NSÍ hevði
sigurin uppibornan. Eg taki
skuldina, fyri at tapið varð so
stórt, á meg sjálvan. Vit áttu
ikki at havt lagt fyri í 3-4-3
uppstilling. Tað riggaði betri,
tá ið vit eftir steðgin broyttu
til 4-3-3, sigur Maurice Ross.
-Tað er góðtikið at tapa
ímóti
trimum
teimum
ovastu. Tað verður eisini tor
ført á heimavølli ímóti B36,
men vit hava møguleika at
vinna úrtøku, og vit fara
at arbeiða fyri, at tað skal
eydnast.
Mikkjal saknar
sjálvsálitið
Tað var vónbrot hjá KÍ at
tapa 2-1 á ólavsøku ímóti HB.
Í gjár var vónbrotið uppaftur
størri, tá ið tað endaði við
2-1 tapi á útivølli ímóti EB/
Streymi. Harvið eigur KÍ
framvegis fyrsta sigurin við
Margáir til góða.
Á sama hátt sum ímóti
HB vóru klaksvíkingar á
odda, og so taptu teir.
- Hóast tað var málleyst
eftir fyrra hálvleik, so vóru
vit nøgdir, tí vit høvdu havt
bóltin nógv, og vit høvdu
spælt okkum til møguleikar.
EB/Streymur hevði brúkt
nógva orku. Tá ið Jóannes
K. Danielsen, sum fyri fyrstu
ferð var millum teir fyrstu
ellivu, setti hol á, sá tað væl
út, men so kiksaðu vit. Tað
kennist sum um, at sjálvs
álitið er ikki, sum tað hevur
verið, og vit avrika kanska
tjúgu prosent minni, enn vit
hava gjørt fyrr í ár, sigur KÍ
venjarin Mikkjal Thomassen,
og hann heldur fram:
-Eg hevði tosað við mínar
menn um, hvussu vanda
mikil Arnbjørn Hansen er. Tí
vistu teir, hvat tað snúði seg
um, tá ið hann varð skiftur
inn. Kortini skoraði hann
bæði málini, og eg kann ikki
annað enn taka hattin av fyri
honum.
Semir Hadzibulic sá reytt,
og gula kortið hjá Hørði
Askham ber við sær, at eisini
hann verður leikbannaður
ímóti Víkingi fríggjakvøldið:
-Eg veit ikki, hvussu tað
verður við Páll Klettskarð og
Ísaki Simonsen. Vit fara at
manna lið, men talan verð
ur ikki um stinnasta liðið hjá
okkum, staðfestir KÍ venj
arin.
-Tað ræður um at finna
rætta hugburðin og ikki at
geva ábyrgdina frá sær og
til liðfelagarnar. Tí hevur tað
verið ov nógv av seinastu
ferðirnar.
Í EB/Streyma leguni er
lagið avbera gott eftir 2-1
sigurin, sum ber við sær, at
tað nú eru sjey stig aftur til
níggjunda plássið.
-Vit hyggja bæði niður
eftir og uppeftir. Nú lyftu vit
okkum framvið Suðringum,
staðfestir Arnbjørn Hansen.
Hann er stóri maðurin hjá
EB/Streymi. Síðani summar
steðgin hevur hann spælt 105
minuttir – tríggjar ferðir skift
ur inn – og hann hevur skorað
fýra mál. Í gjár skoraði hann
bæði ímóti KÍ:
-Tað snýr seg nógv um
sjálvsálit, og í løtuni gongur
alt rætta vegin. Eftir langan
skaðasteðg havi eg síðani í
summar vant nógv, og hóast
eg ikki eri í fullari venjing,
so rigga tingini. Tað kennist
vera nýggjur íblástur á lið
num. Spælararnir orka væl,
og teir ofra seg fult og heilt.
At tað er hugaligt sæst eisini
aftur uttanfyri vøllin, tí
áskoðararnir fjølgast, sigur
Arnbjørn Hansen.
HB vísir góðar hugburð
Tað kendist ganga, sum tað
varð roknað við, tá ið Fróði
Benjaminsen eftir innlegg
úr høgru legði Víking fram
um í Sarpugerði ímóti HB.
Adeshina Lawal hevði løtu
seinni risa møguleika at
økja um leiðsluna, tá ið hann
hevði sneitt seg leysan í
brotsteiginum, men úr góð
ari støðu sendi hann bóltin
upp um málið.
HB spælið hekk
væl saman, og tað var eftir
skjótt
uppspæl
millum
Aleksandar
Stankov
og
Sebastian
Pingel
at
sera
væl upplagdi Øssur Dalbúð
javnaði. Tað gekk javnt á, og
tað kundi koppa báðar vegir,
men tað var HB, sum í seinna
hálvleiki skoraði tvey mál. Tað
fyrra skoraði liðformaðurin
Jóhan Troest Davidsen eftir
horna úr vinstru, og tað seinna
skoraði Aleksandar Stankov
við fínum langskoti, eftir at
innskifti Símun Samuelsen
var brotin ígjøgnum í vinstru.
Í evstu løtu misnýtti Ade
shina Lawal brotsspark fyri
Víking – hann sendi bóltin í
stólpan.
-Avrikini ímóti KÍ og aftur
ímóti Víkingi hava verið væl
betri, enn tey vóru fyrr í
ár. At tað koppaði okkum
til fyrimunar kann vera, tí
vit eru meiri tendraðir og
svangir enn teir. Tað hevur
jú gingið sera væl hjá vík
ingunum higartil. Vit hugsa
ikki um støðutalvuna. Tað
snýr seg um at arbeiða hart.
Sovornir sigrar sum hesir
17. umfar í Effo-deildini
Mikkjal heldur sjálvsálitið er minkað í Klaksvík,
og tá ið tað í Sarpugerði koppaði væl upplagda
HB til fyrimunar, tók NSÍ við nýggjum profilum
av og lyfti seg nógv nærri toppinum
TOPPURIN SVÍKUR
OG NSÍ KOYRIR Á