Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Víkingur – JOHN REID NYBO Milt sagt ússaligt!! Uppiborin sigur, ongin ivi um tað men vit eru betri enn hattar. Tað skulu aðrir bollar í suppuna til komandi dyst um vit skulu gera okkum nakra vón um at halda fast í oddasessinum! Kom aftur dreingir! WLYV KÍ – KRISTIAN JOENSEN Fyrst av øllum, takk HB. Og vælkomin í toppstríði NSÍ.. Vit eru gandaðir við Margáir..Men tá vit ikki vinna ein slíkan dyst, so hava vit ikki uppiborið nakað sum helst. SKÁLA – BJØRG OLSEN Sá ikki dystin.  Sum eg havi skilt, so var tað stong út í dag, tíverri. Koma sterkt aftur næsta dyst. Go Skála. HB – MARGIT STÓRÁ Óførir. Væl kempað. Ein fragd at síggja. Nú koyra vit á ! - Hurra fyri stroymingini, so man eisini kan njóta spenningin í fjarskotnum londum. FÓTBÓLTUR báðir ímóti KÍ og Víkingi bera sjálvsálit við sær, sum vit skulu royna at fáa nyttu burturúr ímóti NSÍ leygar­ dagin, sigur Jóhan Troest Davidsen. Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen staðfestir, at HB vísti gott avrik: -Vit kundu havt avgjørt tað okkum til fyrimunar, men tað eydnaðist ikki, og so tók HB av í seinna hálv­ leiki. Vit góvu tað, sum vit megn­aðu, og vit vórðu sekt­ að­ir av einum liði, sum í løtuni er væl fyri. Nú snýr tað seg um at eftirmeta hetta avrikið fyri at síggja, hvussu vit kunnu megna tað betri, tá ið vit fríggjakvøldið fara til Klaksvíkar, sigur Atli Gregersen. B36 er væl fyri Fyri fimtu ferð á rað fór B36 av vøllinum við fullari úrtøku. Hesaferð var hon 5-2 á heimavølli ímóti ÍF. Nú er B36 bara trý stig frá bronsu­ plássinum: - Fyrri hálvleikur var ikki góður, tí tá vóru fuglfirðingar øgiliga raskir. Tíbetur syrgdi Ró­aldur Jakobsen við framúr frí­ sparki fyri, at vit vóru á odda. Eftir steðgin loysnaði, Eli Falkvard Nielsen varð sett­ur inn á miðvøllin, har hann vann nógvar bóltar, og so spældu vit heilt væl, stað­ festir B36 venjarin Jákup á Borg. Patrik Johannesen var tví­faldur málskjútti, Høgni Eystur­oy, sum var á høgra vong­verja eftir langan skaða­steðg, skoraði eitt,og Mein­hard E. Olsen skoraði fyri fyrstu ferð, síðani hann flutti úr Vendsyssel og til B36. ÍF venjarin Jákup Mikkel­ sen fokuserar á fyrra hálv­ leik: -Tá avrikaðu vit akkurát so­leið­is, sum vit framman­ undan høvdu avrátt. Tíverri fór eitt mál ígjøgnum, sum ikki átti at verið skorað við frísparki úr so stórari fjar­ støðu. Tað broytti fyri­treyt­ ir­nar, og eftir steðgin vórðu vit smurdir av, hóast vit skor­aðu tvey mál, staðfestir ÍF venjarin. Fuglfirðingar eru í tung­ um sjógvi, men venjarin sigur seg ikki hava givið skarvin yvir: -Eftir at hava spælt ímóti Víkingi, NSÍ og nú B36 eiga vit heimadyst ímóti Skála, sum vit ætla at vinna á. Trygvi fegnast Talan var um sanna lykla­ upp­gerð, tá ið 07 Vestur í gjár var á Skála. Tað var al­ neyðugt hjá gestunum at vinna fulla úrtøku, og tað eydn­aðist. Einasta málið skor­aði Ken Fagerberg tíggju minuttir undan steðginum. - Vit spældu okkum til møgu­leikar í fyrra hálvleiki, og serliga síðsta hálva tíman, tá ið vit vóru ellivu ímóti tíggju, trýstu vit nógv, men vit vóru ikki nóg neyvir, og tað kostaði nógv, staðfestir Skála venjarin Pauli Poulsen. - Teir vunnu sær tvær um­stillingar í fyrra hálvleiki, og onnur teirra kostaði mál­ ið, sum vísti seg at vera av­ gerandi. 07 Vestur venjarin Trygvi Mortensen er væl nøgdur: -Hugburðurin var góður, og spælararnir eiga stórt rós uppiborið fyri, at teir løgdu so nógv fyri. Eftir at Silas Egilsson hevði sæð gula kortið tvær ferðir var neyðugt at skifta út fyri at styrkja um verjupartin, og tað eydnaðist av halda tætt, hóast trýstið var stórt. Hetta var týdningarmikil sig­ur, og tað verður aftur lykla­ upp­gerð, tá ið EB/Streymur leyg­ar­dagin verður gestur í Sør­vági, sigur Trygvi Mort­ en­sen. Víkingur-HB 1-3 (1-1) 1-0: Fróði Benjaminsen 7. 1-1: Øssur Dalbúð 16. 1-2: Jóhan Troest Davidsen 54. 1-3: Aleksandar Stankov 83. Dómari: Lars Müller Víkingur: Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sorin Anghel (Hans Jørgen Djurhuus, 58.), Fróði Benjaminsen (Heðin Hansen, 81.) – Philip Djordjevic (Gert Hansen, 64.), Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen – Adeshina Lawal Gult kort: Sølvi Vatnhamar Venjari: Sámal Erik Hentze HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Rókur av Fløtum Jespersen (Daniel Johansen, 14.), Tróndur Jensen – Adrian Justinussen, Aleksandar Stankov (Levi Hanssen, 90.), Sebastian Pingel (Símun Samuelsen, 67.) – Øssur Dalbúð Gult kort: Daniel Johansen, Jóhan Troest Davidsen Venjari: Sigfríður Clementsen NSÍ-Suðringar 4-0 (3-0) 1-0: Pól Jóhannus Justinussen 14. 2-0: Jann Benjaminsen 29. 3-0: Pól Jóhannus Justinussen 45. 4-0: Petur Knudsen 84. Dómari: Kári J. á Høvdanum NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Bárður J. Hansen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv (Jan Ó. Ellingsgaard, 75.)– Karl Løkin, Betuel Hansen (Mórits Heini Mortensen, 85.) – Petur Knudsen, Pól Jóhannus Justinussen (Hans Marius Davidsen, 84.), Jann Benjaminsen – Klæmint A. Olsen Gult kort: Einar Tróndargjógv Venjari: Anders Gerber TB/FCS/Royn: Marius Berntzen – Anton Holse, Mats Walberg, Jón Áki Jacobsen – Dánjal Godtfred (Heri Kjærbo, 44.), Teitur Olsen, Rógvi Joensen, Salmundur Bech (Teitur Justinussen, 79.) - Búi Egilsson, David Müller (Eiler Brattalíð, 87.), Stefan Radosavlevic Gult kort: Anton Holse Venjari: Maurice Alexander Ross Skála-07 Vestur 0-1 (0-1) 0-1: Ken Fagerberg 37. Dómari: Alex Troleis Skála: Andras Gango – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Andras Frederiksberg, Jónhard Frederiksberg – Edvin Jacobsen (Andreas Jacobsen, 85.), Pætur Dam Jacobsen – Leivur Joensen (Arnhold Berg, 67.), Mamuka Toronjadze, Jann Martin Mortensen (André Olsen, 59.) – Brian Jacobsen Gult kort: Brian Jacobsen, Ari Olsen Venjari: Pauli Poulsen 07 Vestur: Ivan Stojkovic – Torstein Mýlingstind, Sølvi Egilsson, Martin Tausen, Tór-Ingar Akselsen - Holgar Durhuus, Pål Fjelde, Janus Svabo Samuelsen (Dann Fróðason, 66.), Søren B. Nielsen (John Fredriksen, 79.), Jóannis á Steig – Ken Fagerberg (Høgni Egilstoft Nielsen, 57.) Gult kort: Søren B. Nielsen, Sølvi Egilsson, Jóannis á Steig, Ivan Stojkovic, Torstein Mýlingstind Reytt kort: Sølvi Egilsson 55. (tvey gul) Venjari: Trygvi Mortensen EB/Streymur-KÍ 2-1 (0-0) 0-1: Jóannes K. Danielsen 74. 1-1: Arnbjørn Hansen 78. 2-1: Arnbjørn Hansen 84. Dómari: Rúni Gaardbo EB/Streymur: Trygvi Askham – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Andras Olsen, Ragnar B. Danielsen – Arnar Dam (Rói Olsen, 62.), Rógvi Egilstoft Nielsen – Leif Niclasen, Dan í Soylu (Brian Olsen, 68.), Pætur Petersen - Ari Mohr Olsen (Arnbjørn Hansen, 72.) Gult kort: Poul G. Olsen Venjari: Heðin Askham KÍ: Kristian Joensen –Jóannes K. Danielsen, Jonas Flindt Rasmussen, Hørður H. Askham, Ísak Simonsen (Heðin Klakstein, 56.) – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Semis Hadzibulic, Hjalgrím Elttør (Tórur Justesen, 72.) – Albert Adu, Páll A. Klettskarð (Óavur Niclassen, 51.) Gult kort: Semir Hadzibulic, Hørður Askham Reytt kort: Semir Hadzibulic 88. (tvey gul) Venjari: Mikkjal Thomassen B36-ÍF 5-2 (1-0) 1-0: Róaldur Jakobsen 34. 2-0: Meinhard E. Olsen 57. 3-0: Høgni Eysturoy 61. 3-1: sjálvmál 65. 4-1: Patrik Johannesen 69. 5-1: Patrik Johannesen 87. 5-2: Niels Pauli Danielsen 90. Dómari: Dagfinn Forná B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy (Hugin Samuelsen, 74.), Odmar Færø, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Magnus Holm Jacobsen – Benjamin Heinesen (Eli Falkvard Nielsen, 46.), Christian R. Mouritsen, Meinhard E. Olsen (Gilli Samuelsen, 77.) - Patrik Johannesen Gult kort: eingin Venjari: Jákup á Borg ÍF: Henrik Lindhardt Jensen – Dánjal Pauli Højgaard, Ndende Adama Guéye, Fritleif í Lambanum, Alex José dos Santos (Sámal Jákup Joensen, 69.) – Kristoffur Jakobsen (Sámal Joensen, 80.), Bogi Reinert Petersen – Dánjal á Lakjuni, Niels Pauli Danielsen, Andy Ó. Olsen – Ari Ó. Ellingsgaard (Frederik Poulsen, 62.) Gult kort: eingin Venjari: Jákup Mikkelsen 1. deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 Víkingur 17 10 5 2 41 19 +22 35 2 NSÍ 17 9 6 2 40 14 +26 33 3 KÍ 17 9 5 3 30 21 +9 32 4 B36 17 7 8 2 40 24 +16 29 5 HB 17 6 6 5 25 19 +6 24 6 EB/Streymur 17 6 3 8 17 26 -9 21 7 TB/FCS/Royn 17 6 2 9 23 29 -6 20 8 Skála 17 3 8 6 16 23 -7 17 9 07 Vestur 17 4 2 11 14 39 -25 14 10 ÍF 17 1 3 13 13 45 -32 6 Máltindurin Klæmint A. Olsen NSÍ 13 Adeshina Lawal Víkingur 11 Patrik Johannesen B36 10 Stefan Radosavlevic (t.v) og Karl Løkin í dystinum við Løkin sunnudagin