mánadagur 7. august 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Símun Christian Olsen
Hann
fær
bóltin
høgrumegin
nakað uttanfyri brotsteigin, legg
ur hann til rættis, meðan verjan
bakkar undan, og sendir síðan
eitt kanónskot upp í handara
málhornið. Álopssinnaði póllend
ingurin hjá Skála hevur javnað,
og í seinna hálvleiki leggur hann
heimaliðið á odda í týdningarmikla
dystinum við enn einum frálíkum
máli.
Soleiðis spældi tannáringurin
høvuðsleiklutin í týðandi sigri á
EB/Streymi fyrr í ár, og hetta var
ikki bert eitt upplop. Við góðum
bóltførleika, skjótleika og einum
eyga fyri vøkru málunum, hev
ur hann gjørt vart við seg í Effo
deildini seinastu tvey árini, men
nú er vandi fyri, at trupulleikar við
uppihaldsloyvinum fara at steðga
góðu gongdini hjá Michal Przybylski.
Fangaður í skipanini
Støðan í løtuni er nevniliga tann,
at Michal Przybylski einki uppi
haldsloyvi hevur og sostatt heldur
einki arbeiðsloyvi. Effodeildarfót
bóltur undir sáttmála telur sum
arbeiði, og tí mátti hann hyggja at
frá áskoðaraplássunum, tá Skála
tapti týdningarmikla heimadystin
móti 07 Vestur sunnudagin. Í løtuni
er ikki greitt, nær – ella um – málið
kemur í rætt lag.
Pólski fótbóltsleikarin gjørdist
varugur við trupulleikan, tá hann
søkti um pass í 2016. Hann fekk at
vita, at eftirsum hann hevði fylt 18
ár (29. desember, 2015), kundi hann
ikki longur verða í Føroyum upp á
uppihaldsloyvið hjá pápa sínum,
Tomasz Przybylski. Hann mátti
tí sjálvur søkja um varandi uppi
haldsloyvi – tað gjørdi hann 30.
september, 2016 – og tann umsøkn
in verður enn viðgjørd.
Síðani hevur Michal Przybylski
havt eitt fyribils uppihaldsloyvi,
sum hevur gjørt, at hann hevur
kunnað búð og arbeitt í Føroyum
sum vanligt.
Men fyri einum góðum mán
að síðan, seint í juni, fekk Michal
Przybylski eitt bræv frá myndug
leikunum, sum gjørdi støðuna
munandi verri. Í brævinum stóð
nevniliga, at fyribils uppihalds
loyvið var útgingið, og hann tí einki
arbeiðsloyvi hevði longur. Hetta
hevur sum sagt við sær, at hann
sleppur ikki at arbeiða, og heldur
ikki at gera tað, hann allarhelst
vil; spæla fótbólt fyri Skála í Effo
deildini. Hann kann kortini fram
vegis búgva saman við pápa sínum
á Glyvrum, tí umsøknin um varandi
uppihaldsloyvi enn er í viðgerð hjá
Udlændingestyrelsen í Danmark.
Við føroyska uppvøkstrinum
hjá Michal Przybylski í huga, tykj
ast sannlíkindini fyri, at hann fær
játtandi svar upp á umsøknina,
sera stór. Um svarið í ringasta føri
kortini verður noktandi, sleppur
ungi póllendingurin ikki at verða
verandi í Føroyum.
Eitt sindur láturligt
Høvuðspersónurin er ørkymlaður
og iðrar seg um óhepnu støðuna,
sum hann er komin í. Hann hevur
lagt lív og sál í fótbóltin seinastu
nógvu árini, og hann hevur eisini
spælt støðugt í bestu deildini tvey
tey seinastu kappingarárini, fyrst
við barndómsfelagnum B68 og nú í
Skála. Í løtuni sleppur hann kortini
ikki á vøllin.
- Hetta er eitt sindur láturligt,
tí eg havi búð her (í Føroyum, red)
síðan 2001, og eg havi gingið bæði
í fólkaskúla og í miðnámsskúla
her. Eg havi tikið koyrikort her, og
havi eitt vanligt føroyskt P-tal. Eg
væntaði ikki, at tað fóru at standast
nakrir trupulleikar av hesum, eftir
sum eg havi búð her mestsum alt
mítt lív, sigur Michal Przybylski við
køksborðið í húsinum á Glyvrum,
sum pápin keypti fyri tveimum ár
um síðani.
Tomasz Przybylski kom til Før
oyar í 1999, tá Piotr Krakowski, sum
tá var venjari hjá ÍF, fekk hann til
Fuglafjarðar at spæla. Tvey ár
seinni komu konan og tvey ára
gamli sonurin til landið, og Michal
Przybylski hevur búð í Føroyum
síðani. Hann vaks upp á Toftum,
har hann gekk í barnagarði og í
fólkaskúla, og hann tosar flótandi
føroyskt og pólskt. Pápin hevur ar
beitt á bátasmiðjuni í Runavík síð
an 2000, meðan mamman flutti aft
ur til Póllands fyri sjey árum síðani.
- Tá mann fær boð um at koma
at venja við føroysku U-fótbólts
landsliðunum hvørt ár, eru tað
helst nógv, ið als ikki vita, at eg
ikki eru føroyskur ríkisborgari. Tá
tey lesa hetta, giti eg, at fleiri fara
at finna útav, at eg á pappírinum
einki havi við Føroyar at gera,
sigur 19 ára gamli spælarin hjá
Skála.
- Eg haldi bara, at tað er spell, at
støðan hjá mær er, sum hon er. At
eg havi búð her í 17 ár, ella hvat tað
er, og verði viðfarin sum ein, ið kom
her í síðstu viku. Pappírini hjá mær
liggja í einum bunka millum allar
hinar umsøkjararnar, leggur Michal
Przybylski afturat.
Kundi havt gjørt
meir sjálvur
Hóast Michal Przybylski er ørkyml
aður um støðuna, sum hon sær út í
løtuni, viðgongur hann samstundis,
at hann og pápin skuldu havt kann
að viðurskiftini viðvíkjandi uppi
haldsloyvum betur. Lógin sigur, at
ein persónur skal hava egið uppi
haldsloyvi, tá hann er vorðin 18 ára
gamal. Hetta vóru feðgarnir ikki
greiðir yvir.
- Tað var eitt mistak frá okkara
síðu, sigur hann.
- Hinvegin haldi eg, at eg kundi
fingið boð um, at ‘nú fyllir tú 18, títt
loyvi gongur út, og tú mást søkja
um nýtt,’ leggur hann afturat.
Onkur, ið kennir støðuna hjá
Michal Przybylski, er komin við
FÓTBÓLTUR
Bíðar eftir uppihaldsloyvi:
MICHAL PRZYBYLSKI:
SLEPPUR IKKI AT
SPÆLA EFFOFÓTBÓLT
Ungi póllendingurin hjá Skála, Michal Przybylski, hevur slitið barnaskógvar sínar í Føroyum, síðan
hann kom til landið sum tvey ára gamal. Hann hevur sett dám á Effoliðið á Skála í ár, men sleppur
ikki á vøllin í appelsingulu blusuni í løtuni, tí hann einki uppihaldsloyvi hevur. Hann hevur bíða í
skjótt eitt ár eftir svari úr Danmark upp á umsøkn um varandi loyvi, og dylir ikki fyri, at støðan er
ørkymlandi. - Eg havi búð her í 17 ár, og verði viðfarin sum ein, ið kom her í síðstu viku, sigur hann