Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ein­um boði upp á eina alternativa loysn upp á trupulleikan. - Nú flenna tey eftir mær og siga, at eg skal bara giftast, so eg slep­ pi at vera her, skemtar hann. Og hóast sannlíkindini fyri, at hann ikki fær varandi uppihaldsloyvi í Før­oy­um eru sera lítil, er kortini greitt, at verandi bíðistøðan fyllir nógv í høvdinum hjá unga fótbólts­ spælara­num. Sum hann sjálvur sigur: - Eg eri føroyingur upp á allar mát­ar, bara ikki á pappírinum. FÓTBÓLTUR Felagið og liðið hjá Michal Przy­ bylski, Skála, líður eisini undir vant­andi uppihaldsloyvinum hjá evnaríka spælaranum. Hóp­ ur­in hjá Paula Poulsen, venjara, er ikki av teimum størstu, og tað merk­ist, tá spælarar ikki eru tøkir. Michal Przybylski hevur verið á vøllinum í 14 av teimum 17 Effodeildardystunum, sum eru spældir í ár, og hevur skotið trý mál. Tískil vónar felagið, at hann fær uppihaldsloyvið skjót­ast gjør­ligt, og Skála hev­ur eisini roynt at hjálpt unga spælara­ num at loysa trupul­leikan. - Vit hava vegleitt og hjálpt við tí kunnleika og teimum roynd­um, sum vit hava, sigur Kay­sten Rasmussen, for­mað­ urin í fótbóltsdeildini hjá felag­ num. Hann ger samstundis greitt, at Skála ikki formliga er ein partur av sakini. Tað er ikki greitt, nær við­ gerð­in av umsøknini verður liðug, og nær Michal Przybylski fær at vita, um hann sleppur at vera verðandi í Føroyum ella ikki. Kaysten Rasmussen hevur kort­ini góðar vónir, og væntar, at ein niðurstøða kemur skjótt. Fær hjálp frá felagnum Fakta um Michal Przybylski: Føddur: 29. desember í 1997 (19 ára gamal) Tjóðskapur: Pólland Heimbýur: Świnoujście Foreldur: Tomasz Przybylski og Joneta Polaszewska Uppvaksin: Á Toftum Felag: Skála Fyrrverandi feløg: B68 og NSÍ Dystir í Effodeildini: 45 Mál í Effodeildini: 6