Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Annað vikuskiftið á rað vinnur HB á toppliði í Effo-deildini, har NSÍ nú liggur á øðrum plássi. Víkingur er framvegis oddalið undan toppdystinum í Klaksvík fríggjakvøldið, eftir at bæði Víkingur og KÍ tapa. 07 Vestur setur eisini eld í botnstríði við sigri á Skála. Argjamenn hava beina kós móti uppflyting í bestu deildina, eftir enn ein tryggjan sigur á KÍ. Teir eru nú fýra stig fremst, meðan toftamenn somuleiðis vunnu og liggja nú á triðja plássi. Paris Saint-Germain keypir Neymar fyri 1,65 milliardir krónur frá FC Barcelona. Hann blívur sostatt heimsins dýrasti fótbóltsspælari. Næstan 800 milliónir krónur dýrari enn Paul Pogba. U17 landsliðið hjá gentum í hondbólti endar á sjeynda plássi í Women’s 17 EHF Championship í makedonska høvuðsstaðnum, Skopje. Tær vinna seinasta dystin á Kosovo. Torkil Veyhe er eyðsýndur í EM í landavegssúkkling, sum er í Herning. Hann umboðar Danmark, har hann var við næstan allan vegin, men endar sum nummar 118 av 125. Usain Bolt rennur fyri seinastu ferð, tá hann blívur nummar trý á 100 metrum til HM í London. Maðurin við heimsmetinum hevur runnið fyri seinastu ferð. HB framherjin, Sebastian Pingel, fær leikbann frá DBU, tí hann er ein av fleiri, sum hava fingið fíggjarligan ágóðan av, at lata seg registrera sum hjálparvenjara í Odder. FSF staðfestur, at leikbannið ikki er galdandi í Føroyum. U17 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti spæla millum annað málleysan javnleik móti Svøríki í NM-kapping í Íslandi. Túrurin byrjaði tó við lemjandi 8-1 tapi fyri Danmark, so ein misjøvn kapping. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Mikkjal Thomassen, venjari hja KÍ, um Arnbjørn Hansen, ið skoraði tvey mál móti KÍ Tað sigur Neymar, um at skifta frá Barcelona til PSG Eg renni ikki undan skugganum á Messi Onkuntíð mást tú eisini bara taka hattin av fyri einum fantastiska góðum “comeback’ið” Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Sebastian Pingel Aldur: 24 Starv: Jack & Jones og HB Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1: 1,65 milliardir krónur 2: Santos 3: Paul Pogba (781 milliónur kórnur frá Juventus til Manchester United) 4: Alan Shearer 5: Kaká 6: Ronaldinho 7: 10 8: Rai (Fyrrverandi spælari hjá PSG (1993-98) UMMÆLI Hey Sebastian, tú hevur verið í fokus í seinastuni. Fyrst við kjólanum til føroysk klæðir og síðani av ”Odder-sakini”. Hvussu hevur tað verið? Hey, tað hevur sjálvandi verið eitt sindur serligt. Bæði stuttligt, men tað hevur eisini verið minni gott. Fekst tú nógvar viðmerkingar á ólavsøku um kjólan, sum tú var model í til føroyska klæðir? Haha, jú tað havi eg gott nokk. Bæði KÍ viðhaldsfólkunum, sum spurdu um eg ikki skuldi spæla í kjóla, men eisin frá øðrum. Tað var nú bara stuttligt og var hóast alt bara model. Sig okkum líka eitt, var tað ikki órógvandi í hálvleikinum við 26 hjálparvenjarum í Odder, ella hvat var hatta fyri nakað? Haha, nei tað er altíð gott við góðum íblástri í hálvleikinum. Men seriøst, vit høvdu lið í U10, U12 og U14 og so víðari, eins og øll onnur lið. Tað gongur annars væl í løtuni við tveimum sigrum. Hvat er tað, sum riggar í løtuni? Her, sum tað er ein vilja, er tað eisini ein vegur.. Vit hava funnið viljan og arbeiða sum eitt lið. Tað er týdningarmikið. Her til síðst, Facebook síðan ”Føroysk memes” hevur gjørt hesa stuttligu myndina av tær í kjóla og við einum kufferti av pengum. Hvat sigur tú til tað? Haha, hatta er bara stuttligt. Eg taki tað ikki so tungt, men heldur við einum smíli. Hetta er ein dokumentarur, sum lovaði at broyta okkara hugs­an um ítrótt, tá umræður doping. Ein dokumentarur, sum avdúkar hvussu skitin ítróttur er. Tað eru onkrar avbjóðingar sum hyggjari, men innihaldið í dokumentarinum er skelkandi. Tað byjar sum ein roynd hjá leikstjóranum, Bryan Fogel, at prógva at doping riggar. Um­ støður­nar gera, at hann kemur í sam­band við umstrídda russiska dopinglæknan, Gri­gory Rodchenkov. Eftir eina held­ur tama byrjan, fær doku­ment­ar­ur veruliga ferð á, tá Bryan Fogel setur seg í doping­viður­skiftið í Russlandi. Russisk ítróttarfólk mundu ikki sloppið at luttikið í OL 2016, og tað er prógv­að, at fleiri russisk topp­ítrótt­ arfólk, sum hava brúkt dop­ing. Dokumentarurin melur runda­ num mannin, sum dopaði tey. Tað er hugvekjandi og endin vísir eisni hvussu álvarsamt tað er, at seta seg upp í móti russisku stjørnu­ni. Eini góð ráð er at hyggja eftir týska dokumentarinum hjá ARD, “The secrets of Doping: How Russia makes its winners”. Ítróttur er ikki bara ítróttur – tíverri! HYGG UM: Tú heldur tað er snýt, at Lance Armstrong vann við at brúka doping IKKI HYGGJA UM: Tú ynskir at síggja ítrótt uttan at skula hugsa nakrar baktankar, tá ein íðkari er so nógv betri enn hinir HVUSSU ER AT HYGGJA: Tekur eina tøku at koma í gongd, og eg haldi tað krevur eitt sindur av vitan rundan um, at fáa fullan valuta fyri tíðina HVAT SIGUR TÚ: Hesin er í bólkinum, sum tú mást síggja sum ítróttarelskari. Ikki er tað pent, men neyðugt FAKTA: Dokumentarurin er at finna á Netflix og eitur “Icarus”. Tað er amerikanski frítíðarsúkklarin Bryan Fogel, sum er leikstjóri. Ummælið: Dokumentarurin: Icarus 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu nógvar pengar er Neymar seldur til PSG fyri? 2 Hvørjum spældi Neymar við, áðrenn hann skifti til Barcelona? 3 Hvør var heimsins dýrasti frammanundan keypinum av Neymar? 4 Í 1997 setti Newcastle heimsmet við keyp av spælara fyri 150 milliónir krónur. Hvør var spælarin? 5 Real Madrid setti í 2009 tvær ferðir met fyri dýrasta spælara í heiminum. Tann seinni var Cristiano Ronaldo, men hvør bleiv keyptur stutt frammanundan og setti met? 6 Í 2003 keypi Barcelona ein brasilskan spælaran frá PSG, sum gjørdi nógv um seg á vøllinum. Hvør er hann? 7 Hvat nummar kemur Neymar at hava á troyggjuni í PSG? 8 Spælarin til vinstri er Ronaldinho, men hvør er landsmaðurin til høgru?