Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. august 2017 · Nr. 90 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Eftir nøkur ár við heldur mis­jøvnum úrslitum, er farið at ganga framúr væl hjá Vilj­ ormi Davidsen og Vejle BK hetta kappingarárið. Eftir tvey umfør er Vejle BK numm­ar eitt í næstbestu deild­ini, har føroyski lands­ liðs­leik­arin, Viljormur David­ sen, hevur verið millum mest eyðsýndu mennirnar hes­ ar báðar fyrstu dystirnar. Vilj­ormur Davidsen hevur nevni­liga lagt upp til heili fýra av sjey málum hjá Vejle í hesum nýggja kapp­ingar­ árinum. Sunnudagin vann Vejle 4-1 á heimavølli móti Ny­køb­ ing FC, eftir at teir annars vóru komnir afturum í fyrra hálvleiki. Sama søga var eisini galdandi fyri viku síða­ ni tá Vejle eisini kom aftur­ um í útidystinum móti HB Køge, men síðani megnaði at venda dystinum til ein 3-1 sigur. Ongar tilfeldigheitir skulu síggjast í spælinum Hóast útskiftingin í leikara­ hópi­num hevur verið stór í Vejle í summar, er tað ikki har, ið størsta broytingin í felag­num finst. Sambært Vilj­ormi Davidsen, finst størs­ta broytingin í nýggja itals­ka venjaranum, Adolfo Sor­mani, sum er ógvuliga øðr­vísi samanborið við svens­ka Andreas Alm, ið van­ di felagið seinasta ár. - Vit hava í summar fing­ ið ein nýggjan italskan venj­ ara, og tað merkist ógvuliga væl. Hann gongur nógv hægri uppí hvørja detalju í spælinum, og av tí sama venja vit hvørjaferð nógv long­ri hvørjaferð enn vit gjør­du í fjør. Hann vil at ongar tilfeldigheitir skulu síggj­ast í okkara spæli. Hvørki í verjuspælinum, ella í álopsspælinum, sigur Vilj­ ormur Davidsen. Allir skulu duga at samskifta Viljormur Davidsen sigur eisini at nýggi venjarin hev­ ur lagt dent á at allir leikar­ ar­nir á liðnum skulu duga at tosa saman. Nakað, sum var ein trupulleiki í farna kapp­ ingarárinum. - Í fjør var eisini ógvu­liga stór útskifting í leikara­hópi­ num, har leikarar komu til alla­staðni frá í heiminum. Tað vóru eisini fleiri av teim­um, sum ikki dugdu at tosa enskt, og tað var ein trupulleiki. Adolfo Sormani hev­ur sett sum eina treyt at leikararnir á liðnum skulu duga at tosa enskt, og av tí sama er nógv lættari at samskifta við hinar leikar­ar­nar á liðnum, sigur Viljormur David­sen. Undan kappingini var annars eitt sindur av óvissu um Viljorm Davidsen í Vejle. Vilj­ormur Davidsen var plág­ aður av lítlum skaða í upp­ startinum, og tá Vejle BK keypti nýggjan vinstra bakk fyrr í summar, tóktist alt at vera eitt sindur meira ótrygt runda­num føroyska verju­ leik­aran, ið annars hevur verið sannførandi fyrsta val á vinstra bakki í Vejle BK sein­astu nógvu árini. Men við góðu byrjanini higartil, tykist Viljormur Davidsen at vera eins sannførandi fyrsta val á vinstra bakkinum hjá Vejle BK, sum hann hevur ver­ið seinastu nógvu árini. Í hópinum hjá Vejle BK í løtuni er Viljormur David­ sen tann mest royndi í felag­ num. Hann hevur spælt heili 95 dystir fyri besta liðið í felagnum, meðan tann, ið hevur spælt næst flest dystir, hevur spælt 59 dystir. Hetta bleiv so árið, tá ein spælari bleiv seldur fyri yvir eina milliard krónur. Prísirnir hava nærkast milliardini seinnu árini, men tað kom sum ein skelkur, at Paris Saint-Germain valdi at gjalda heilar 1,65 milliardir krónur fyri Neymar frá FC Barcelona. Eg minnist enn, tá Newcastle keypti Alan Shearer fyri 150 milliónir krónur frá Blackburn. Tað er fyrstu ferð, eg kann minnast at fólk fóru at tosa um ørar upphæddir og at fótbólturin hevði mist sjarmuna. Um sama mundi gera pengar seg eisini galdandi í føroyskum fótbólti, og tað vóru tað eisini kritiskar røddir frammi um. Eg veit ikki ordiliga hvat eg skal halda um allar pengarnar. Vit gjalda jú fegin nogvar pengar fyri at sleppa til eitt nú ein Premier League dyst, ella sjónvarpspakkan, so vit síggja tað í stovuni. Vit keypa eisini fótbóltstroyggjur, Ipad og Iphone og hvat veit eg. Tað kostar eisini nógv at sleppa til eina konsert hjá teimum stóru, sum hjá eitt nú Guns N’ Roses. Er veruleikin ikki bara, at vit hava pengar til yvirs og eru sinnaði at brúka teir pengarnar upp á at síggja stjørnurnar, sum vit síggja í sjónvarpinum. So eitt ella annað stað eru vit partur av ørskapinum. Vit hava øll verið við til at fíggja Neymar upp á onkran máta. Spenningur Tað er langt síðani, at føroyski fótbóltsspælarin bara spældi fyri áhuganum og kærleikanum fyri felagnum. Í dag er løn ein vanligur partur av føroyska fótbóltsheiminum, nakað sum eisini kann elva til kjak, tá vit síggja hvussu langt aftanfyri vit eru á ávísum økjum. Tó vil eg siga eitt. Effo-deildin sær spennandi út í ár. Tað er beint yvir ein triðingur eftir av kappingini og tað er bara eitt lið, sum kennir sína lagnu. Tað er ÍF, sum hevur ótrúliga langt upp til bjargingina. Spælir komandi umfar væl av hvat spenningini viðvíkur, so er møguligt at vit hava fýra lið, sum spæla um FM, meðan HB blandar seg upp í topp fýra stríðið, har Evropa milliónir eru upp á spæl. Somuleiðis kann 07 Vestur á heimavølli spreingja niðurflytingarstríðið víðopið, um teir vinna á EB/Streymi. Allar illgitingar um, at pengafótbóltur fór at oyðuleggja føroyskan fótbólt eru fyribils tagnaðar. Eg vænti eisini tað verður tilfeldið í altjóða fótbólti. Tað kemur eitt mótspæl, har tey ríku ikki sleppa at spæla sær sum tvey vilja. trondur@sosialurin.fo Pengar og spenningur Við nýggjum italskum venjara, hevur Vejle fingið eina flúgvandi byrjan uppá næstbestu donsku deildina. Viljormur Davidsen sigur, at italski venjarin hevur broytt nógv í søguríka danska felagnum VILJORMUR HEVUR LAGT UPP TIL FÝRA AV SJEY MÁLUM Viljormur Davidsen legði upp til tvey mál í 4-1 sigrinum hjá Vejle móti Nykøbing FC sunnudagin