Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HANDIL OG MANNARÆTTINDI Turkaland Eftir eitt miseydnað statskvetti síðsta summar, lýsti turkiska stjórnin undantaksstøðu, ið lat stórt lógarvald upp í hendurnar á Erdogan. Hann segði fleiri enn 100.000 almennum starvsfólkum upp og førdi 47.000 fyri rættin undir yvirgangsákærum. Ein fólkaatkvøða fyrr í ár staðfesti forsetan sum valdsmyndugleika væl omanfyri tjóðartingið, ið veitir honum sersømdir at taka avgerðir uttanum løgfrøðiligar og parlamentariskar avmarkingar. Valdið hevur millum annað verið nýtt til at fremja ógvusligar skerjingar av framsøgufrælsinum, hava ført við sær, at fleiri enn 100 tíðindafólk og andstøðupolitikarar eru fongslaðir. Kina Kina hevur í fleiri ár verið stýrt av einaræðisflokki, sum sýtir kinverjum grundleggjandi rættindi. Síðani Xi Jinping tók við sum forseti í 2013, hevur stjórnin tilvildarliga handtikið og dømt hundraðtals aktivistar og mannarættindasakførar. Somuleiðis hevur stjórnin hert eftirlitið við ikki-statsligum hjálparfelagsskapum, aktivistum, fjølmiðlunum og internetinum við at seta í verk eina rúgvu av lóggávum, ið eyðmerkja politisk virksemi og atfinningar sum trygdarhóttanir. Í 2016 burturflutti stjórnin eina røð av atfinningarsomum fólki burtur úr Hong Kong og øðrum londum. Hóast Kinesiskar lóggávur forðar fyri pínslu av fólki í varðhaldi, er pínsla framvegis nógv nýtt. Russland Russland er vorðið eitt alsamt meira kúgandi stýrið, sum hevur avmarkað øll framsøgufrælsi hjá sínum borgarum í eini roynd at køva atfinningarsamar røddir bæði á netinum, prenti og í gøtunum. Meðan stjórnin avmarkar grundleggjandi rættindini hjá sínum borgarum, royna fjølmiðlarnir í Russlandi at sannføra russar um, at tað heldur er vesturheimurin, sum arbeiðir ímóti russiskum áhugamálum. Fjølmiðlarnir eyðmerkja atfinningarsamar røddir í Russlandi sum verandi vesturlendskir agentar, og eggja tískil russum at arbeiða ímóti hóttanini frá vesturheiminum. Við strangari lóggávu, hava myndugleikarnir í stóran mun megnað at kasta hatur á sokallaðu vesturlendsku agentarnar. Human Rights Watch, HRW, er altjóða stovnur, sum heldur eftirlit við hvussu mannarættindi verða hildin í ymsum londum. HRW varð stovnað í 1978, og vann friðarheiðursløn Nobels í 1997 fyri arbeiði at seta í verk átaki at bannlýsa landminur. Stovnurin ger javnan frágreiðingar, har greitt verður frá mannarættarligu støðuni í londum kring heimin. Niðanfyri eru nýggjastu frágreiðingarnar um tey trý londini, sum Føroyar arbeiða at fáa í lag handilsavtalur við.