Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYINGAHAVNIN Í FØROYINGAHAVNIN – OG MÆR DÁMAR VÆ Um hetta mundi var ikki lætt at tjena pening í Føroyum. So afturkomin til Føroyar, valdi Poli saman við einum vin­manni úr Vík, at leita sær til Norra eftir arbeiði. Teir arb­eiddu í Fiskerstrand, tætt við Ålesund. Hetta var á vetri 1954. Men, hóast betri vónir, vísti tað seg tó heldur ikki at verða nógv at forvinna í Norra um hetta mundi. So Poli avgjørdi at seta seg í samband við Angel And­er­sen. Hann hevði verið arb­eiðs­for­mað­ur hjá norð­ monn­um í Føroyingahavnini, hag­ani Poli júst var komin. Og tað passaði so væl, at Angel Andersen búði júst í Åle­sund.  Angel Andersen mintist eis­ini væl Pola, og bjóðaði hon­um gleðiliga arbeiði í Før­oyingahavnini, at byrja bein­an­vegin. Soleiðis byrjaði tíðin hjá Pola í Føroyingahavnini. Frá 1955 til 1971. Harvið gjørdist Poli tann føroyingur, sum hev­ur verið eina longst í Før­ oy­inga­havnini. Tímarnir kundu skjótt blíva nógvir í Føroyingahavnini Hóast tað ikki var nógv mann tjenti um tíman, var møgu­ligt at tjena fitt av pen­ ingi í Føroyingahavnini, tí har var so nógv arbeiði, at tím­ar­nir kundu skjótt blíva nógv­ir, sera nógvir.  Júst hetta var nakað fyri Pola. Hann tók alt fyri­ fal­l­andi arbeiðið. Alt frá at flisa eplir og tina vatn í “Velfarshúsinum” til at koyra trukk og føra kranan á kaiini. Frá morgni til myrk­ urs arbeiddi hann. Og tað gjørdist almenn vitan mill­ um útróðrarmenninar, at um teir komu seint aftur av út­róðri, so skuldi teir banka uppá hjá Pola. Tí hann var altíð klárur at koma til arb­ eiðis – eisini um náttina. Soleiðis gekk tíðin. Hvørt vár varð farið av landinum, og um heystið komu teir heim aftur. Tað var eitt hart og kontant lív. Men tað vóru eis­ini skemtiligar løtur, hó­ ast tað fyri tað mesta var hart arbeiði og lítil svøvnur.  Kokkaðist umborð Eisini á túrunum umborð til Grønlands tók Poli alt fyri­liggjandi arbeiðið. Her plagdi hann at arbeiða hjá kokk­inum í køkinum, og bera matin frá kabussini yvir í last­ina har mannskapið var. Tað var mangan trupult í ill­ veðri. Tað var um at passa sær løgir millum brotini, tá hann rann eftir dekkinum við kók­andi grýtum og bakk­ um fullum av mati. Riggaði til Okkurt ár, var boð eftir Poli tíð­liga á vári, at koma at hjálpa við at fyrireika árliga virk­semi. Poli greiðir frá, at ofta var avbera kalt tá hann kom. Hann minnist, at menn gingu á ísinum við bam­bus­ tráðu ímillum sín, allan vegin út á oljukaiina. Undir hesum um­støðum var neyðugt at tina nógv vatn, tí alt var fryst. Og riggaði av Onnur ár var neyðugt at verða eitt sindur longur, at hjálpa til við at rigga av. Poli greiðir frá, at eina árið, tá hann var einsamallur eft­ir í síni barakk, komu grøn­lend­ ing­ar­nir at skjóta rev. Undir bar­akk­ini var opið, so revurin rann undan byrsunum inn undir barakkina. Tá rung­aðu byrsuskotini í sovi­kam­ar­in­ um, so eingin vón var at fáa blund í eyguni. Men tíbetur var onkur av vinunum, sum bjóð­aði honum yvir til sína bar­akk at sova. Eitt møti við grønlendingar Poli sigur seg ikki minnast nógv samskifti við grøn­lend­ ing­ar­nir, tó minnist hann eitt møti. Einaferð tá hann stóð og kruvdi og avhøvdaði nakr­ar kalvar, komu nakrar ung­ar vakrar grønlendskar gent­ur úr einum báti niðri á kai­ini. Tær sóu Pola, og komu nið­an til hansara. “Kunnu vit sleppa at eiga høvdini” spurdu tær. Jú gaman í, sig­ur Poli og skar teimum nøk­ur stykki. Tær tóku síðan høvd­ ini, tóku tyggigummiið úr munnin og koyrdu tað rátt í munnin. Síðan fóru tær sína leið oman aftur í bátin, hag­ ani tær vóru komnar. So­leið­ is eru vit so ymisk. Eisini skakandi tilburðir Í so nógv ár er sjálvandi nógv hent, og nógv mann kundi for­talt, men tað eru nakrar hen­d­ingar, sum enn standa klárt í minninum hjá Pola. Hann fortelur um eina: – Vit lempaði salt umborð á ein­um dampara, tá eg fór at fáa mær vatn. Tá eg kom yvir til vatn­postin hoyrdi eg róp: Hjelp!!! Eg fylgdi rópinum om­an­eftir kaiini, yvir til ein bát, sum lá við kai. Tað var stór fjøra, so eg mátti leypa yv­ir á rigningin og lora meg nið­ur, síðan gekk eg yvir á triðja bátin. Tá eg kom fram, sá eg ein mann liggja í havinum og favna millum bátarnar. Tað var í seinastu løtu, tí hann var um at missa takið. Eg gogg­aði í hann, og fór so at rópa eftir hjálp sjálvur. Tá kem­ur ein annar maður úr sama báti. Hesin hjálpir mær at fáa løstaða mannin upp, men sleppir honum síð­ani bara á dekkið, og fer ótal­aður avstað aftur. Veit ikki hvat er hent, men hesin hálv­druknaði norð­maðurin bleiv av­koyrdur. Eg sá at hann gekk og reik­aði á kaiini í eina viku ella so, og so var hann horvin. Eisini størri vannlukkur hendu. Poli fortelur um trol­ ar­an München, sum sakk á sumri 1963: _ Minnist á sumri í 1963, at ein týskur trolari hevði ver­ið á Nordafar og provi­ ant­er­að og eftir olju og posti. Veðr­ið var gott, og seint á kvøldi fóru teir út aftur. Teir høvdu bara siglt nakrar tím­ ar, tá ið teir rendu á eitt und­ ir­vatnssker, og skipið sakk. 24 mans lótu lív. Teir flestu tí teir frystu í hel í bjarg­ing­ ar­bátunum. Minnist at vit bóru øll líkini niðan í norska “Velfarshúsið”. 24 kist­ur komu úr Godthåb, og vit vóru nógvir sum hjálptu til at bera kisturnar, tá ið trol­ arin Berlin kom eftir teim­ um. Hann eg bar, var 21 ára gam­al, tað var ikki tespiligt. Minn­ist at Jóannes Bech bað fyri teimum, áðrenn teir vórðu fluttir umborð á sína sein­astu ferð. “Eg lærdi mennirnar at sova” Menn høvdu ofta ilt við at sova, staddir so langt heim­ Í 1954 fór Poli fyrstu ferð til Grønlands. Ólíkt øllum hansara ferðum eftir hesa var høvuðsendamálið ikki at arbeiða í fiski, men sum arbeiðsmaður fyri Lamhauge/Waagstein. Uppgávan var at byggja havnarlag fyri Nordafar. Teir bygdu millum annað frystihús, saltsilo og planeraðu kaiina.