týsdagur 8. august 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dánjal av Rna
Nú Nordafar møguliga
verður ruddað, var
hugnaløta fyri tey ið
vóru í Føroyingahavnini
í 60 árunum. Á samkomu
á Hotel Hafnia tann 26.
Juli hittust veteranar
úr Føroyingahavnini
til ábit og afturhvarv.
Fyriskipari var Manne
Næs úr Hvalba.
Tey ið møttu
vóru 30 gentur av
sjómannsheiminum og
velfarshúsinum, allar frá
65 til 83 ár og 50 menn
frá øllum arbeiðsbólkum
í Føroyingahavnini. Teir,
ið møttu vóru frá 70 til 93
ár. 15 teirra vóru yvir 80.
Jofridt Jensen úr
Fuglafjørði, hevði tvær
glasplátur við bíløtum
í báðum síðum, bíløt,
ið hann hevði frá 50
árunum og sum hann
var sera glaður fyri, men
tíverri fekk hann tær
ikki aftur. Um onkur
av misgávum hevur
blandað tær við sítt
tilfar, vil hann fegin fáa
tær aftur.
Møguleiki er hjá
áhugaðum at fáa ein
geyma við filmum,
ljóði og myndum frá
tiltakinum, umframt
gomlum myndum úr
Føroyingahavnini.
Áhugað kunnu seta seg í
samband við Símun Berg
ella Manna Næs.
Fleiri nýttu høvi at
minnast aftur á tíðina og
árini í Føroyingahavnini,
sum á mangan hátt
vóru serstøk. Eyðun,
radiomaðurin í
Føroyingahavnini vísti
myndir. So nógv høvdu
menn uppá hjarta, at
onkur hugleiðing lá eftir,
og varð ikki borin fram
á samkomuni. Millum
annað hugleiðingarnar
hjá 91 ára gamla
Napoleon á Neystabø,
sum er ein teirra, sum
hevur verið heilt nógv
ár í Føroyingahavnini.
Abbasonurin Dánjal á
Neystabø festi minnini
hjá Pola á blað.
MINTUST
NORDAFAR
FØROYINGAHAVNIN
I VAR NÓGV ARBEIÐI
ÆL AT ARBEIÐA
anífrá. Teimum hjálpti Poli
ofta.
– Eg lærdi teir at sova.
Lærdi teir ikki at hugsa um
nakað. Tá teir komu á lagið
at sova, gekk tað ofta nógv
betri, og trivnaðurin somu
leiðis.
Mær dámdi væl tíðina
í Føroyingahavnini”
Mangt kundi verið at sagt frá
um tíðina í Føroyingahavn
ini. Bæði til álvara og gaman
– men eg steðgi her.
– Hetta var eitt heilt ser
ligt lív, sum kanska bara vit
sum hava verið partur av tí,
ordiliga skilja. Nú er so langt
síðan, at mann næstan ikki
kennist, men vit hava hóast
alt upplivingarnar og tíðina
í felag. Eg takki fyri at vera
boðin við í kvøld.
– Fyri mítt viðkomandi,
dámdi mær væl at tíðini í
Føroyingahavnini, tí har var
so nógv arbeiði og mær hev
ur altíð dámt væl at arbeiða.
Tað er líkasum tað eg dugi, so
kunnu hini bestemma.
Myndir: Poli á Neystabø