Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91 tíðindi – Tað sentrala hjá okkum eru tær stóru altjóða kon­ sert­ir­nar á Vágsbøi, men vit vilja eisini bjóða fólki nógv­ an fjølbroyttan tónleik, und­ ir­hald, mat og annað. Og vit hava øll árini lagt stóran dent á, at børnini og familjurnar eis­ini hava góð tilboð á Summ­ar Festivalinum, sigur hann. Summar Festivalurin byrj­ar hósdagin og heldur fram til sunnunáttina, men hes­ar dag­arnar upp undir festi­valin verður hitað upp við so­nevndari Summarviku, har ym­isk tiltøk verða hildin í Klaks­vík – eitt nú konsert á vágni, altjóða sálmakvøld í Christ­i­ans­kirkj­uni, lista­ fram­sýn­ing­ar og annað. – Nógv fólk koma til Klaks­víkar tíðliga í vikuni, og tí vilja vit bjóða teimum og øll­um teimum, sum búgva í Norð­oyggj­um nøkur á­huga­verd tiltøk dagarnar upp und­ir festivalin. Vit vilja gjarna hava ein livandi og hugna­ligan bý alla hesa viku­na, sigur Erik Biskopstø. Fyrsta konsertin á Summ­ ar Festivalinum verður hós­ kvøld­ið um 19-tíðina, og sein­ asti bólkur á skránni er Páll Finn­ur Páll, sum spælir kl 02:45 leygarkvøldið. Summar Festivalin Mynd: Anton Højgaard Amerikanski rock­bólkurin Toto hevur yv­ ir­liv­að øll tíð­ ar­rák og fær fram­ú­r ummæli fyri konsertir sein­astu tíðina Sera stórur spenningur er um konsertina hjá Toto á Vágsbøi leygarkvøldið. Am­er­ik­anski rockbólkurin tel­ist mill­um risarnar í tón­leika­søg­uni, og teir eru framvegis sera væl fyri at spæla live. Seinastu tíðina hava um­mæl­arar róst Toto til skíggja fyri fram­førsl­ ur yms­astaðni í Eu­ropa. Bólkurin spælir mel­o­d­i­øs­ an rock, hann spælir allar teir kendu sangirnar, og so spæla so framúr væl sam­an. Fyri føroyingar er eisini tal­an um eina heilt serliga vitjan, tí føroyingar hava lurt­að sera nógv eftir Toto gjøgnum tíðina, og yngra ættarliðið kennir eis­ini klassikarnar sum Afr­ica, Hold The Line og Ro­sanna. Yvirliva tíðarrák Sum aðrir av legendarisku rock­bólk­unum hevur Toto verið ígjøgnum nógv síð­ani byrjanina. Teir hava skift tónleikarar og havt onkran steðg, men bólk­ ur­in hevur yvirlivað øll tíð­ar­rák og allar kreppur og er framvegis virkin og í sera góðum formi. Toto er kent fyri at spæla fram­úr væl live, og soleiðis er tað framvegis. Tí skulu før­ oy­ing­ar rokna við ein­ari konsert við bólki í topp­ formi, sum kann spæla ein rockklassikara fyri og ann­an. Bólkurin telur tó fram­ veg­is fleiri av teimum, sum fyri 40 árum síðani slóðaðu fyri við fyrstu út­gáv­uni. Steve Lukater, Dav­id Paich, Steve Porcaro og Joseph Williams eru høv­uðs­menn­inir, sum borga fyri einum væl gjøgnu­m­førdum rock- kvøldi við nøkrum av heilt stóru løgunum frá rock- søg­uni. Longu frá byrjan var tal­an um framførslur við sera høgum tekniskum støði. Einstøku limirnir hava ofta verið nýttir sum stud­io-musikarar hjá eitt nú Mic­h­ael Jackson, Elton John, Bruce Springsteen og Madonna, og tí er øll or­søk at rokna við eini tónleikauppliving í serstakliga høgum flokki. Konsertin við Toto verður á Vágs­bøi leygarkvøldið kl 22:00. Toto í stórformi Leygarkvøldið spælir amerikanski superbólkurin Toto á Vágsbøi Tjaldplássið er útselt Øll tjaldplássini á Summar Festi­vali­num eru nú seld Summar Festivalurin boð­ar nú frá, at tjaldingin á festi­val­i­num er útseld. Seinastu árini hevur Summ­ar Festivalurin bjóð­ að fólki at gista í tjald­bygd­ ini, sum liggur mitt á festi­ val­øki­num. – Tjaldplássið hevur ver­ ið sera væl umtókt, og í ár hevur forsølan verið so góð, at vit nú hava selt øll pláss­ ini, sigur Ragnhild Ellings­ gaard, sum stendur fyri tjald­pláss­i­num. Tjaldbygdin á Summar Festi­val­i­num letur alment upp hós­dagin kl. 15.00. Fyri­ reik­ar­anir bjóða nú fólki at seta tjøldini upp mik­u­ kvøld­ið frá kl. 19.00, men tað verð­ur upp á egna ábyrgd, tí einki annað verður op­ ið á tjaldplássinum miku­ kvøld­ið, og einki vakt­ar­hald verður fyrr enn hós­dagin. Tey, sum vilja vitja tjald­ bygd­ina, meðen festi­val­ ur­in er, kunnu fram­veg­is keypa sær atgongd, men tey kunnu ikki gista á øki­num.