týsdagur 8. august 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Zacharias Zachariasssen er
føddur í Norðragøtu 6. au
gust 1935. Hann er hin frum
borni í barnaflokki, sum tel
ur sjey systkin. Av hesum
eru fýra deyv og ein genta
tunghoyrd. Av øllum systkj
unum eru bert Zacharias
og beiggin Flóvin, ið kunnu
hoyra og tala sum vanligt.
Mamma hansara, Anna
Malena, vanliga rópt Anni
lena, f. Tausen, var ættað úr
Heiðunum og pápin, Jákup
Zachariassen, Jákup í Mort
ansstovu, var úr Norðra
gøtu. Gudsótti teirra setti
djúp spor í sál og sinni barna
teirra.
Zacharias vaks upp og
gekk í barnaskúlanum í
Gøtu í 7 ár, sum var vanligt
tá. Hann gekk eisini í sunnu
dagsskúla í gamla salinum
Filadelfia
við
Gøtugjógv,
har m. a. Godtfred Thomsen,
Godtfred, ættaður úr Heina
stovu á Eiði, men vaks upp í
Syðrugøtu, var sunnudags
skúlalærari.
Eg
minnist
Godtfred sum ein litríkan
røðara á samfelagsstevnum
í Havn, serstakliga, tá ið
hann lýsti Guds kærleika
til menniskju við at breiða
sínar fevnandi armar móti
áhoyrarafjøldini.
Røðara
kynstur sítt hevði hann óivað
nomið sær í sunnudagsskúla
num við Gøtugjógv. Á einum
kristiligum fólkafundi við
Toftavatn í juli 1966 varð
mær – sum 25 ára gomlum
ungmenni – tann sómi
sýndur at halda røðu saman
við so mætum monnum sum
Símuni Jóhan Wolles av Eiði,
Peturi Háberg úr Havn, Ják
upi Olsen úr Søldarfirði og
Godtfredi Thomsen.
Lærdi blikksmíð í Havn
Zacharias
hevur
sjálvur
greitt frá, at hann sum 13–14
ára gamal fekk fast undir
føtur andaliga við trúnni á
Jesus Kristus eftir eitt per
sónligt prát við pápa sín,
sum greiddi honum frá, at
persónliga trúgvin á Jesus
er nóg mikið til frelsu. Har
og tá gjørdist Zacharias ein
sannførdur trúgvandi.
Hann fór til Havnar at
læra rør- og blikksmíð í 1953
hjá P/f. Mariu Poulsen í
Tórsgøtu, haðani hann varð
útlærdur í 1956. Hesi árini í
Havn hevði hann sítt and
aliga heim í „Ebenezer“. Tá
var tað, eg kom at kenna
Zacharias. Stutt eftir lokna
lærutíð fór hann ein túr við
trolaranum Fiskanesi, sum
hvannasundsbrøðurnir
og
Esmar Fuglø høvdu keypt
úr Onglandi árið fyri. Eg
minnist væl, tá ið Fiskanes
á sínum fyrsta túri kom sum
eitt kongaskip inn millum
føroysku trolararnar á grøn
landsbankunum. Ein sjón,
sum ongantíð er farin mær
úr huga. Var sjálvur umborð
á einum av trolarunum har,
Gullsøka úr Vestmanna.
At Zacharias – av sjey
systkjum – einans var sjálvur
annar, ið kundi tala frítt og
hoyra sum onnur, gjørdi, at
hann fór at hugsa álvarsliga
um stóra framíhjárættin, ið
honum var givin: at eiga hes
ar gudgivnu førleikar fram
um flestu systkini.
Á bíbliuskúla
í Onglandi
Hugsanin um at halga Gudi
og frelsara sínum hesi evni
og lív sítt alt, sum tað var,
otaðu seg djúptøkin fram í
tilviti hansara. Hann tók tí
avgerð um at fara á bíbliu
skúla í Onglandi, sum nevnd
ist Moorlands Bible College.
Sum 19 ára gamal ung
lingi minnist eg stak væl
eitt møtiskvøld í 1958 í
gamla „Ebenezer“, tá ið Pet
ur Háberg reisti seg upp og
kunngjørdi okkum í sam
komuni, at 23 ára gamli
Zacharias hevði tikið avgerð
um at fara á bíbliuskúla í
Onglandi. Seinni hetta sama
septemberkvøldið
loysti
oljuskipið „Faroe Shell“ frá
vestaru bryggju og stevndi
út í Nólsoyarfjørð við Zach
ariasi Zachariassen umborð,
ávegis móti Stóra Bretlandi
við persónligum kalli at
búgva seg út til at læra orð
Guds betur at kenna – og
tæna Harranum.
Á
bíbliuskúlanum
var
Zacharias í trý ár. Har tók
hann stóru lívsavgerð sína:
at geva alt sítt lív og síni evni
at tæna Gudi og Jesusi, frels
ara sínum, burturav alt lívið.
Aftur til Føroya
at virka
Eftir hesi trý árini á bíbliu
skúlanum í Suðuronglandi
kom hann heimaftur og fór
undir ta tænastu, ið hann
trúliga hevur røkt í Harrans
víngarði sum evangelistur,
rithøvundur,
sangskald,
sangtýðari og bíbliulærari –
øll hesi árini til dagin í dag – í
samfull 56 ár.
Undan honum vóru ein
ans tríggir føroyingar stignir
fram á sama hátt innan
brøðrasamkomurnar:
At
geva alla sína tíð til andaligt
verk. Teir vóru: Dánjal Dan
ielsen (Dollin) úr Havn, A.W.
Sloan úr Havn og Victor Dan
ielsen úr Søldarfirði. Útivið
hálvt hundrað ár vóru tá
liðin, síðan A.W. Sloan og Vic
tor Danielsen stigu fram sum
prædikumenn. Síðan tá – til
ta løtu – hevði enn eingin
gjørt sum teir.
Undangongumaður
Tí má tað sigast, at tá ið
Zacharias fór á bíbliuskúla
í 1958, var tað fyrstu ferð,
at nakar føroyingur innan
nevndu samkomur, ið gjørdi
hetta. Sostatt var Zacharias
undangongumaður í hesum,
sum mong hava tikið eftir
seinni.
Somuleiðis var tað eitt
undangonguverk í nýggjari
samkomussøgu – eftir meiri
enn 50 ára tøgn – tá ið Zach
arias steig fram at geva seg
til andaligt verk burturav
fyrst í 1960-unum. Síðan
tá – til dagin í dag – hevur
Zacharias trúfastur, halgað
ur og stúttur røkt og livað í tí
kalli og tænastu, sum Harrin
gav honum á ungum árum.
Nevnt skal eisini verða,
at Zacharias, eg sjálvur, teir,
ið nevndir eru, og aðrir trú
boðarar, eru farnir út í and
aliga lívsverk teirra í trúgv á,
at tann Harri, ið kallaði teir,
fór at útvega teimum tað,
ið teimum tørvaði til lívsins
uppihald. Eingin samkoma
ella einstaklingar gav lyfti
um løn ella stuðul. Litið var
einans á Guds lyfti um dag
ligt breyð og lívsins uppihald
fyri seg og síni.
6. august 2015 fylti Zach
arias áttati, men sum honum
hóskiligt – læt hann dagin
fara stillisliga aftur við borð
inum. Eg skrivaði tá hesa
grein, ætlaði hana í Leirker
ið, sum Zacharias er blað
stjóri á, men hann segði við
meg, at honum dámdi ikki,
at hann var umrøddur í egna
blaði sínum. Greinin hevur tí
bíðað til hesa stund.
Bókaforlagið Leirkerið
Saman við øðrum stovnaði
Zacharias nevnda bókafor
lag, sum hevur givið út nógv
ar andaligar bøkur. Zacharias
hevur serliga verið virkin á tí
bókliga økinum, skrivað, týtt,
yrkt, samskipað og givið út
bøkur og kristiligan lesnað.
Hann hevur verið blaðstjóri
í 47 ár. Í fyrstani – saman
við øðrum – á tíðarritinum
Røddini og seinastu 34 árini
á Leirkerinum.
Í sambandi við áttati ára
dagin kom út bók eftir Zac
harias á forlagnum hjá Leir
kerinum. Bókin, sum eitur
Fótaspor, er eitt savn av
oddagreinum, sum Zacharias
hevur skrivað í tíðrritunum
Røddini og Leirkerinum sein
astu 47 árini, síðan tíðarritið
Røddin kom út á fyrsta sinni
í 1970.
Bíbliuskeið og ev
angelisk átøk
heima og burturi
Í eitt mannaminni hevur
hann – á hvørjum ári – skipað
fyri vikulongum bíbliuskeiði
í „Zarepta“. Hetta hevur hann
latið øðrum í hendi í 2015.
Saman við øðrum skipaði
hann fyri tí fyrsta vikulanga
bíbliuskeiðinum í Føroyum.
Vit, ið vóru á hesum skeiði,
sum var á Hotel Hafnia í
1962, minnast aftur á hetta
við miklum takksemi. Vit
fingu tá andaligan førning
og íblástur, sum hevur havt
avgerandi ávirkan á alt okk
ara lív.
Zacharias hevur skipað
fyri mongum ferðum til
onnur lond, bæði beinleiðis
hjálparferðum til lond í Eyst
ureuropa, t.d. Póllands og
Rumenia og evangeliskum
ferðum.
Hugsi ofta um ta ferðina
fyrst í áttati-árunum, tá ið
Zacharias, Robert á Lakjuni
og eg vóru í Póllandi og
keyptu túsundtals bíbliur,
sum vit – nærum heilan dag
– bóru upp úr goymslum í
einum kjallara í Warshawa
og síðan góvu fólki úti á
gøtunum og kristnum sam
komum bíbliur at nýta í
verki teirra.
Saman við Hjørleifi Vang
og øðrum skipaði hann fyri
traktatútbýting í meginpart
inum av Íslandi í 1970-áru
num.
Sjálvur havi eg verið á
slíkum evangeliskum verk
aferðum saman við Zach
ariasi, m. a. teirri fyrstu før
oysku evangeliseringsferðini
í Hetlandi í 1973. Zacharias
var eisini saman við okkum
á evangeliseringsferðini, sum
Atlantic Mission skipaði fyri
við „Juvel II“ í Suðuroyggj
um, t.e. Hebridunum, í 2013.
Í november 2015 vóru vit
báðir saman við Any og Eilef
Nielsen á samkomuvitjan í
Budapest í Ungarn.
Zacharias hevur eisini
virkað nógv sum enskur
tulkur, tá ið útlendskir præd
ikumenn hava vitjað í Føroy
um. Í tveimum førum hevur
hann, saman við Poul Johan
Djurhuus, tulkað evangelisk
ar fundarrøðir hjá Billy Gra
ham, sum í 1990-unum vórðu
sjónvarpaðar til Føroya úr
Dortmund í Týsklandi og úr
Puerto Rico.
Bíbliulærarin
Trúskapur móti Bíbliuni,
orði Guds, hevur eyðkent
Zacharias. Somuleiðis áhugi
hansara fyri at boða profet
iska orðið um tíð endans.
Zacharias var ein av teim
um 8 monnunum, sum í 1966
stovnaðu Evangelisku Rødd
ina, (EvR), sum tey næstu 25
árini sendi gleðiboðskapin
um Jesus kring allan heim
in á føroyskum, men hevur
seinni lagt seg meiri eftir
útvarps- og sjónvarpssend
ingum í føroyskum miðlum
og gjøgnum netvarp.
Zacharias er væl lisin í
skriftini, ein góður og virdur
bíbliulærari. Til tess at verða
førur fyri at duga føroyska
rættskriving so væl sum
gjørligt, tók hann á ung
um árum brævaskeið í før
oyskum hjá Jeffrei Henrik
sen, lærara. Hetta er komið
honum til góða í tí stóra út
gávuvirksemi, ið hann hevur
staðið fyri saman við beiggj
anum Flóvini.
Persónliga takki eg Zach
ariasi fyri hollan vinskap,
trúskap og samverk í tæn
astu Harrans síðan ung
dómsárini til dagin í dag – og
fyridømi hansara sum tæn
ari Harrans.
Konan, Lis, hevur verið
honum holl við lið í verki
num. Við Poulu, fyrru konu
síni, eigur hann synirnar
Dánjal, Jákup og Jógvan og
við seinnu konu síni, Lis,
Arna og Pætur.
Svenning av Lofti
Orðsins boðberi náddur
upp um kappaaldur
Zacharias Zachariasssen er elstur av sjey systkjum. Fýra
teirra eru fýra deyv og ein genta tunghoyrd. Av øllum systkju
num eru bert Zacharias og beiggin Flóvin, ið kunnu hoyra og
tala sum vanligt