týsdagur 8. august 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÚTBJÓÐINGARSKRIV
Viðvíkjandi dagføring av
samkomuhúsinum í Sumba
Sumbiar kommuna bjóðar um- og
útbygging av samkomuhúsinum á
Sjógøtu 11, 970 Sumba, út sum
høvuðsarbeiðstøku.
Tilboðsgevarar kunnu venda sær
til skrivstovuna hjá Sumbiar
komm unu fyri at fáa útbjóðingar-
tilfar, ið fevnir um tekningar og
til fars lista. Teir bjóðandi hava
skyldu til at eftirkanna, at teir hava
móttikið alt útbjóð ing ar til farið.
Ástaðarfundur verður, eftir nærri
avtalu.
Arbeiðið skal verða liðugt og
av hendað, eftir nærri avtalu.
Tilboðið við útfyltum nøgdarlista
skal latast inn í afturlatnum
bræv bjálva merktur “Sam komu-
húsið í Sumba” og verða komm -
unu skriv stovuni í hendi í seinasta
lagi tann 04.09.2017. kl. 09:00.
Boðini verða latin upp á omanfyri
nevnda bústaði sama dag
kl. 09:05. Opið er fyri teimum, ið
hava latið boð inn og verða boðini
latin upp við upplýsing um, hvør
bjóðarin er og fyri hvønn prís.
Sumbiar kommuna tilskilar sær
rætt til frítt at velja millum tey inn -
komnu tilboðini ella at vraka tey
øll.
Vinarliga
Sumbiar kommuna
IN THE MIDDLE OF THE OCEAN
ARTIST INGRID MØLLER
LISTAFRAMSÝNING TANN 11. - 16. AUGUST 2017
SMI ĐJAN Í LÍTLUVÍK Í TÓRSHAVN – OPIÐ KL. 12.00 - 18.00
Artist Ingrid Møller www.ingridmoeller.dk www.artmyplace.dk
BankNordik Open 2017
Sunnudagin tann 13. august 2017 kl. 9.00
verður skipað fyri golfkappingini
BANKNORDIK – OPEN 2017
Kappingin verður skipað sum ein
einstaklingakapping, sum samstundis eisini
verður ein liðkapping. Kappingarleiðslan
setur liðini saman. Spælt verður við fullum
handikappi.
stuðlar kappingini við at lata
øllum luttakarunum eina eskju við BankNordik
logo-bóltum, og letur eisini trimum teimum
bestu í einstaklingakappingini vinningar.
Eisini verða aðrir vinningar latnir.
Luttøkugjaldið er kr. 100,00.
Øll ið hava eitt handikapp, sum í mesta lagi
er 54, kunnu tekna seg til kappingina við at
senda eitt SMS til 554713 ella á teldu-posti:
ja@januar.fo í seinasta lagi fríggjakvøldið
tann 11. august 2017 kl. 20.00.
Diplomskeið
í føroyskum
Føroyamálsdeildin bjóðar út diplomskeið í
føroyskum í heyst. Skeiðið er ætlað teimum,
sum í dagligum starvi hava tørv á at orða seg
greitt og rætt.
Skeiðið byrjar: 9. september 2017
Undirvíst: verður týsdagar kl. 16.15 til 19.15 og
leygardagar kl. 09.15 til 12.15
Treyt: fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv við
føroyskum á A-stigi ella samsvarandi. Fólk við
royndum í skrivstovuyrki ella øðrum yrki, ið
líkist, hava fyrimun.
Kostnaðurin: er 5000 kr.
Umsóknarfreist: er 20. august
Sí nærri lýsing á www.setur.fo
Søkt verður eftir námsfrøðingi
at arbeiða 30 tímar um vikuna til
Frítíðartilboðið í Suðuroy
Um starvið
Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna,
til setan 1.september. Arbeiðstíðirnar eru
gerandisdagar aftaná skúlatíð, umframt heilan
dag í skúlans frítíð. Frítíðartilboðið í Suðuroy er
staðsett í Vági.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í
Trivnaðardepilinum Eind 11. Tey, ið verða sett,
mugu tola broytingar í starvinum, og at starvið
kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar
uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í
seinasta lagi 15.08.2017 kl. 12.00.
av.fo >Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Námsfrøðingur
til Frítíðartilboðið
í Suðuroy