Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91 16 Sosialurin 680 NÆMINGAR BYRJA Í 1. FLOKKI Tað verða júst 100 1. flokkar í skúlunum kring landið, tá fólkaskúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina Vilmund Jacobsen Tá fólkaskúlin byrjar aft ur mikudagin hin 16. aug ust, byrja tilsamans 680 næm- ing ar í 1. flokki í skúlunum kring landið. Hetta siga fyribilstølini hjá Mentamálaráðnum. Lagt verður aftrat, at tað tó ikki er vist, at hetta verður neyva talið, tí onnur ár hava víst, at endaligu tølini eru ikki greið fyrr enn umleið 1. sept emb er. Í Mentamálanum verður sagt, at talið av gentum í 1. flokki skúla árið 2017/ 2018 verð ur 323, og talið av dreingj um verður 357. Soleiðis verða dreingirnir, sum byrja í 1. flokki, 34 fleiri enn gent urnar. 100 flokkar Hyggja vit eftir, hvussu nógv ir 1. flokkar tilsamans verða kring landið í komandi skúla ári, er talið neyvt 100. Tað merkir, at 6,8 næmingar í miðal verða í hvørjum flokki. Men, eitt slíkt miðaltal sig ur so lítið um veruleikan. Í Føroyum hava vit fram- veg is fleiri smáar skúl ar við lut fals liga lítlum næm inga- tali, samstundis sum vit hava aðrar stórar skúlar við stór- um næmingatali. Í summum skúlum eru ser flokkar, har næmingar við serligum tørvi ganga, og tað er ikki óhugsandi, at onk ur næmingur eisini er at finna her, sum fyrstu ferð fer í skúla. Í Mentamálaráðnum siga tey, at næmingar, sum møgu- liga byrja í serflokki, eru ikki íro kn að ir teir 680 næm ingar- nar, sum byrja í 1. flokki. Tøl fyri 1. februar Fyribiltølini yvir næmingar, sum byrja í 1. flokki hin 16. aug ust, vóru hin 1. februar í ár ann ars hesi: Á Skúlatrøð (69 næm- ing ar), Skúlin á Fløtum (55), Sankta Frans skúli (48), Skúl in á Argja hamri (45), Hoy vík ar skúli (44), Skúlin við Løg manna breyt (37), Runavíkar komm unu skúli (34), Skúl in í Eyst ur komm- unu (35), Tvøroyrar skúli (32), Eysturskúlin (31), Fugla- fjarð ar skúli (27), Skúlin á Gilja nesi (27), Vágs skúli (19), Kolla fjarðar skúli (18), Lítli- skúli (16), Vest manna skúli (15), Tofta skúli (14), Sands skúli (14), Skúl in við Streym- in (13), Frí skúl in Keldan (13), Sør vágs skúli (12), Eiðis skúli (11), Hval víkar skúli (11), Stranda skúli (9), Skála skúli (9), Hvalbi ar skúli (8), Kví vík- ar skúli (8), Kaldbaks skúli (6), Viðareiðis skúli (6), Frí skúl in í Havn (6), Skúl in á Fossa nesi (5), Sumbi ar skúli (4), Hós vík- ar skúli (4), Vel ba stað ar skúli (3), Porkeris skúli (3), Skop- un ar skúli (3), Nólsoyar skúli (1) og Kunoyar skúli (1). 680 tað neyvara Leggja vit tølini fyri hvønn skúla sær saman, geva tey eitt væl størri næm inga tal enn 680, men í Menta mála- ráð num siga tey, at talið 680 er tað neyvara, tó at hetta tal ikki er endaligt. – Tølini yvir hvønn skúla sær, eru frá umleið 1. februar í ár, og tey verða dagførd, tá nak að er fráliðið, siga tey í Menta mála ráð num. Skúlin á Argjahamri telist millum teir stóru skúlarnar í Føroyum, men flestar næmingar í 1. flokki komandi skúlaár fer Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík at hava Skúlabyrjan Nýggjastu tølini hjá Mentamálaráðnum siga, at talið av gentum í 1. flokki skúlaárið 2017/ 2018 verður 323, og talið av dreingjum verður 357