týsdagur 8. august 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað hevur fleiri ferðir ljóða, at
Jákup Mikkelsen og ÍF hava verið
tætt við at uppsiga samstarvið
teirra millum. ÍF hevur havt eitt
næst an vanlukkuligt kappingarár
bæði á og uttanfyri vøllin. Felagið,
sum í 2012 og 2013 endaði á øðrum
plássi í bestu deildini, verður all ar-
helst at síggja í næstbestu deildini
kom andi kappingarár.
Liðið liggur einsamalt í botn-
inum og hevur tapt at kalla allar
lykladystirnar í ár. Steypa fin al ist-
arnir frá 2010 og 2011 hava mist flog-
ið og ilt er at fáa eyga á komandi
gene ra tiónina av fótbóltsspælarum
í Fuglafirði. Liðið í ár hevur møgu-
leik an fyri at spæla betri enn tað vit
hava sæð, men í samlaðu myndini
hev ur niðurgongdin eisini verið at
fing ið eyga á.
Jákup Mikkelsen er fyrsti venj-
ar in í Effo-deildini 2017, sum fellur.
All ir hinir níggju, sum byrjaðu
kapp ing arárið, sita enn við róðrið.
Enn hevur einki verið at hoyrt um
hvør tekur yvir í ÍF.
Í ongamannalandi
Síðani 2014 hevur ÍF verið í onga-
manna landi í landskappingini. Eft-
ir eitt silvurheiðursmerki í 2013 er
vón ir nar tó til nakað meir, men tú
sit ur við kensluni, at liðið spælir
nak að undir sítt besta. Vit fáa eisini
fyrstu ábendingarnar um, at liðið
er óstøðugt. Undir Alberti Ellefsen
fær liðið 28 stig og endar á sjeyndan
plássi.
Árið eftir verður Alexandar
Jove vic settur sum venjari, men
eis ini hann fær tað trupult. Liðið
er aftur óstøðugt og serliga eru
tað stóru ósigarnir, ið svíða. Hann
er venjari fram til móti kapp ing ar-
enda, tá Jákup Mikkelsen tekur yv-
ir. Liðið fær eitt stig fleiri enn árið
framm anundan og endar á sætta
plássi.
Í fjør skuldi skil fáast á verju-
part in, tá fyrrverandi lands-
liðs venj ar in, Jógvan Martin
Olsen, tók við. Men tað skuldi
vísa seg at verða tor før ari enn
mett. Eftir átta dyst ir velur
hann at takka fyri seg, tí hann
ikk metur seg kunnu rætta upp á
skútuna. Jákup Mikkelsen og Sím-
un Eliasen taka yvir. Lið ið fær 32
stig og er ongantíð í nið ur flyt ing ar-
vanda. ÍF endar aftur á sætta pláss.
Tí eru eisini rímiligar vónir til
ÍF und an hesum kappingarárinum,
men tað byrjar ikki væl.
Óskil í pappírunum
Kappingarárið byrjar við at tey
flestu vænta, at ÍF aftur í ár verður
mill um tey, sum liggja mitt á stiga-
tavluni. Men longu undan fyrsta
dyst in um móti TB/FCS/Royn við
Stórá er órógv. Ndende Adama
Guéye úr Senegal hevur ikki fingið
uppi halds- og arbeiðisloyvi, men
Ják up Mikkelsen velur at brúka
hann alíkavæl. Liðið er kroyst, tí
eis ini Clayton Soares Nascimento
hev ur trupulleikar við loyvunum
og fær ikki innfaraloyvið, tí hann
hev ur tjent ov nógvar pengar í fjør.
ÍF tapur dystin 2-1, men seinni
verð ur staðfest, at ÍF eisini tapur
dyst in á pappírinum – tá 3-0. Jákup
Mikk el sen fær leikbann og bót.
Hendingin er enn ein ábending
um, at ÍF hevur tað trupult í løtuni.
Á vøll inum gongur eisini illa, tó
at lið ið vinnur á EB/Streymi og
fær stig móti HB og Skála í næstu
d y s t u n -
um. Sigurin
móti EB/Streymi
er hig ar til tann eis ini í
lands kapp ing ini, sum eisini hevur
bjóð að upp á tríggjar javn leikir,
men tað er eisini alt.
Einki stig í ein triðing
Tað kemur heldur ikki púra óvart
á, at Jákup Mikkelsen ikki heldur
fram. Eftir góða javnleikin móti
Vík ingi í áttanda umfari, so hevur
ÍF einki stig fingið. Liðið hevur tapt
níggju dystir upp í slag. Tað svarar
til ein triðing av kappingini uttan
stig.
Undan summarsteðginum ljóð-
aði Jákup Mikkelsen sum ein mað-
ur, ið var til reiðar at leggja frá sær.
– Vit hava fingið seks stig og tað
er út av lagi vánaligt, segði Jákup
Mikk el sen millum annað.
Summarsteðgurin hevur ikki
giv ið ÍF neyðuga íblásturin, hóast
onkr ir spælarar eru komnir til.
Lið ið hevur tapt tríggjar dystir
upp í slag og úrslitið er nú, at Jákup
Mikk el sen og Olgar Danielsen hava
lagt frá sær.
ÍF liggur aftast við seks stigum.
Tað er 11 stig upp til bjarging. Um
ikki okkurt heilt ótrúligt hendir,
so er líkt til, at fuglfirðingar skulu
venja seg við at spæla fótbólt leyg-
ar dag komandi kappingarár.
Um tað er ein dystur, sum lýsir
støð una hjá ÍF, so má tað verða 3-2
tap ið fyri 07 Vestur. ÍF hevði ein
risa møguleika at avgera dystin í
evstu løtu, men tað endaði við at
07 Vestur fór í mótálop og skoraði
til 3-2.
ÍF spælir til tíðir spennandi fót-
bólt, men liðið hevur stórar trup ul-
leikar við at verja. Tað kostar teim-
um dýrt í ár.
trondur@sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen er fyrsti venjarin í Effo-deildini, sum fellur í ár.
Ringa gongdin hevur nú fingið avleiðingar, tí málmanslegendan
hevur saman við Olgari Danielsen valt í sátt og semju við
felagið at gevast. ÍF hevur eina torføra tíð fyri framman
ÍTRÓTTUR
Jákup Mikkelsen givin í ÍF:
FYRSTI
VENJARIN
FALLIN