Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Harðastu persónligu revsingina fyri Ndende-málið fekk venjarin hjá ÍF, Jákup Mikk elsen. Hann hevur fingið leikbann í tveir dystir og bót á 1.000 krónur. Hann sig ur í verjurøðu síni, at hann gjørdi bara tað, sum hann metti var neyðugt, og tá Ndende Adama Gueye kunnu skrásetast á nýggja elektroniska dómaraseðlinum vænt aði venjarin at alt var upp á pláss. Í hoyr ingsskrivinum sigur Jákup Mikk el- sen millum annað: – Fyrst og fremst, vil eg bara boðað frá, at eg havi fingið eina munnliga átalu frá leiðsluni í ÍF, fyri at hava gjørt ímóti teirra boð um, tá eg valdi at seta Ndende á leik- ara listan í fyrsta umfarinum. Eg metti tað verða ein neyðug avgerð, at brúka Ndende til dystin ímóti Suðringum, fyri at hava nakr an sum helst møguleika fyri, at fáa eina góða byrjan uppá kappingina, sigur Ják up Mikkelsen. Ein katastrofa Í vikunum upp til dystin verður mett, at tað er sera sannlíkt at øll loyvini hjá Ndende Adama Gueye koma upp á pláss til dystin. Tað er ikki fyrr enn fríggjakvøld und an dystinum, at boðini koma um at loyv ini ikki eru komin upp á pláss. Tá hev ur Jákup Mikkelsen havt allar tær takt isku venjingarnar og Ndende Adama Gueye er stórur partur av teimum. – Hetta er tann størsti profilurin á lið- num hjá mær og tískil ein katastrofa. Eg kann aði hvørjar avleiðingar onnur feløg hava havt av slíkum dømum, og í ongum førum vóru ítróttarligar avleiðingar, so eg tók eina avgerð, sum eg metti vera neyð- uga. Eg tók Ndende við til Tvøroyri, fekk liðleiðaran at seta hann inn á nýggju dóm- ara seð il skipanina og tað sá alt út til at vera í ordan greiðir Jákup Mikkelsen frá. Ják up Mikkelsen endar við at siga, at hann tek ur fulla ábyrgd av málinum, sum nú kost ar honum 1.000 krónur og leik- bann í tveir dagar. ÍF eru dømdir at tapa dystin ímóti TB/FCS/Royn við 3-0, og kærdi ikki. Leikbannini til venjara, spæl- ara og liðleiðara kundu ikki kærast. Í fjør takkaði Jógvan Martin Ol- sen fyri seg sum venjara eftir átta dyst ir. Tað gjørdi hann eftir, at ÍF tapti 4-0 fyri KÍ í landskappingini. In.fo skrivaði tá: – Eg segði við spælararnar, tá ið vit vandu í gjár, at eg umhugsaði støð una. Tað havi eg gjørt, síðani vit sunnudagin taptu 4-0 ímóti KÍ, og nú havi eg boðað leiðsluni í fe- lag num frá, at eg gevist. Er hetta tín avgerð, ella ert tú sagd ur úr starvinum? – Hetta er mín avgerð. Eg havi havt eitt sera gott samstarv við nevnd ina, sum hevur stuðlað mær í mínum arbeiði. Hví sigur tú teg so úr starvi? – Tað geri eg, tí eg haldi, at arb- eiðið hjá mær í Fuglafirði síð ani fyrst í januar hevur ikki gjørt tann munin, sum eg hevði rokn- að við, at tað fór at gera. Vit hava vant og vant verjupartin, og eg havi roynt at greiða frá og læra frá mær. Sunnudagin sást, at arb- eið ið hevur ikki borið frukt, tí vit taptu aftur 4-0 ímóti KÍ, sum ikki pressaði okkum nakað ser- ligt. Eg havi ikki megnað at fing ið spælararnar at skilja tað, sum eg havi ætlað, og nú taki eg av leið ing- ar nar av tí, sigur Jógvan Martin Olsen. Hann vil ikki bera í bøtuflaka fyri sær sjálvum við, at liðið hevur ver ið nógv plágað av skaðum – ser- liga í verjupartinum: – Tað hevur einki við hetta at gera. Eg havi staðfest, at venj ing- ar nar havi ikki borið frukt, og so gevur tað ikki meining, at eg haldi fram, sigur nú fyrrverandi ÍF venjarin, sum fyri løtu síðani segði seg úr starvinum, sum hann hevur røkt síðani fyrst í hesum ár in um. DUGA IKKI AT VERJA Jákup Mikkelsen um Ndende-málið ALBERT NÝGGJUR VENJARI – Eg havi ein kærleika fyri Fuglafirði, sigur gamli kenningurin, sum er aftur í ÍF Tað verður Albert Ellefsen, sum verður fyribils venjari í Fuglafirði, eftir at Jákup Mikkelsen legði frá sær í gjár. Albert Ellefsen er fyrrverandi venjari hjá felagnum og hevur í ár verið hjálparvenjari hjá 07 Vestur. – Fyribils taki eg ein dyst á gangin. Vinna vit á Skála og 07 vestur, meðan hini liðini deila stigini, so er alt væl møguligt, sigur Albert Ellefsen, um møguleikarnar at yvirliva í bestu deildini. ÍF hevur bara seks stig í botninum í bestu deildini og tað eru 11 stig upp til bjargingina. Tí eru útlitið ikki góð, men tað er heldur ikki einasta motivatióni hjá Alberti Ellefsen. – Eg havi ein kærleika fyri Fuglafirði. Har eru nógvir góðir spælarar, men eisini onkrir veikleikar. Millum annað hevur liðið latið 45 mal inn higartil, sigur Albert Ellefsen. Skráin hjá ÍF er í løtuni, at liðið skal spæla móti Skála í komandi umfari, síðani í við Stórá áðrenn HB kemur á vitjan. Tað kundi sæð út til, at Albert Ellefsen fyribils tekur sær av liðnum fram til 20. umfar. Tá er steðgur í landskappingini í næstan tríggjar vikur, og ÍF kennur tá helst sína lagnu. – Eg taki fyribils yvir. Nú fáa vit at síggja hvussu tað fer at ganga. Helst hava úrslitini komandi umførini týdning fyri samstarvið restina av árinum, sigur Albert Ellefsen. Hann var seinast venjari í Fuglafirði í 2014.