Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 4 Hóskvøldið vórðu tvey fólk flutt á Landssjúkrahúsið eftir ein heldur sjáldsaman harmonikusamanstoyt við Gøtugjógv. Tey fingu pínu í rygginum eftir samanstoytin. Løgreglan sigur, at ein bilur steðgar á vegnum tí hann skal snara til vinstru. Tveir bilar, sum koma aftan fyri hann, steðga eisini eftir forskriftunum, men tann fjórði bilurin, ein stórur, tungur jeepur, lukkaðist ikki at bremsa og rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Bilurin frammanfyri varð so aftur slongdur upp á reyvina á bilinum frammanfyri, og allir teir tríggir bilarnir fingu skaða. Hinvegin fekk tann fremsti bilurin ikki skaða í óhappinum. Bilar skulu altíð vera so frægt aftanfyri bilin frammanfyri, at teir lukkast at steðga, sama, hvussu hart bilurin frammanfyri bremasar. Tað gjørdi tann aftasti bilurin ikki og eftir ferðslulógini fær hann bæði klipp í koyrikortið og bót fyri tað. – Eg taki fult undir við, at Strand ferðsl an roynir at fáa Galaxy til fast avloysaraskip fyri Smyril, tá i hann er í dokk. Tað sigur Henrik Old, lands stýr is maður í Samferðslumálum. Grikska ferjan, Galaxy var í Føroyum í nakrar vikur í vár og sigldi fyri Smyril. Hóast Strandferðslan vísir á, at sum heild gekk tað væl at sigla, men tað, fólk minnast best, er, hvussu syndarliga leingi tað gekk at leggja at. Og ikki minst minnast fólk, at hon vendi aftur tann eina túrin. Henrik Old sigur, at skipinum sjálv- um var ikki nógv at finnast at. – Samanborið við onnur avloys ara- skip, Strandferðslan hevur havt, er Galaxy nógv tað besta avloysaraskipið, tí hini hava verið munandi verri at sigla við, eitt nú vóru tekniskir trupulleikar gerandiskostur. Tá hugsi eg ikki um Norrønu, men hana fáa vit ikki aftur, sigur Landsstýrismaðurin. Samstundis hevur Strandferðslan boðað frá, at roynt verður at gera eina avtalu við reiðaran um at fáa Galaxy aftur, og tað tekur landsstýrismaðurin undir við. – Tað er ógvuliga umráðandi at fáa eina avtalu ílag, sigur hann. Men hann ásannar, at kemur Galaxy aftur, skulu summi viðurskifti fáast í rættlag. Eitt nú heldur hann, at manningin skal á simulatorskeið í Føroyum, og samstundis skulu føroysku yvirmenninir fáa størri myndugleika umborð. – Eydnast tað, sær myndin heilt øðrvísi út, tí tá fer tað at vera munandi skjótari at leggja at, sigur Henrik Old. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Mest upplagda heitið til Henrik prins mann verða «Drama Queen» Tunnilsliðini, ið bora Eysturoyartunnilin, byrjaðu aftur at bora seinasta mánadag. Týsdagin kunngjørdi fiskimálaráðið, at triðja afturlatna uppboðssølan verður 14. september. Arbeiðsloysi er størst í Suðuroy. Eldurin á Varðin Pelagic ger longu stóran mun Kris Kristofferson skal møta í rættinum mánadagin tí hann hevði rúsevnir við til Føroya í fjør. Summarfestivalurin byrjaði hóskvøldið. Væntandi verða eini 9000 fólk í Klaksvík á festivali. Tveir treylarar vórðu í ógvusligum samanstoyti í Søldarfirði hósdagin. Ein lastbilur mundi rent á eini sethús. »Fosturtøka« MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt børn byrja í 1. flokki í ár 716 Sosialistisk Ung, ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, segði á landsfundi felagsins, at tey fara at arbeiða fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum. Tað elvdi til eitt stórt kjak. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Sæð á Facebook: Oldurin plagar at siga, at ein maður, sum dugir at gera sós, dugir alt. Hann mundi tó ikki hugsa um hollandaise sós, ha? Upp í ein strúk í vindi av norðri og útnyrðingi, 7-13 m/s. Tað fer at regna størsta part av degnum. Hitin upp í 12 stig. Upp í eitt stívt andøvsgul, 5-10 m/s av útnyrðingi. Sólin sær av og á, men tað fer eisini at regna. Hitin upp í 10 stig. Upp í eitt andøvsgul av vestri og útsynningi, 3-8 m/s. Sólin sær, men eisini fer at regna. Hitin millum 10-13 stig. 7-13 m/s 5-10 m/s 3-8 m/s Hóskvøldið vórðu tvey fólk flutt á d júk hú ið f i i h ld Bilurin frammanfyri varð so aftur l d á i á bili Tríggir bilar fingu skaða í harmoniku- samanstoyti – Eg taki fult undir við Vil fegin hava Galaxy aftur at avloysa Smyril Um orðið sigur Sprotin fosturtøkakv1 tað at taka ófullborið fostur úr móðurlívi nn. t lu í tí di r Henrik Visti tú? At tað verða 7026 skúlabørn í Føroyum, tá skúlin byrjar aftur?