hósdagur 10. august 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017
SOSIALURIN 92
5
OVASTEVNA
MORTAN ØSTERØ
MORTAN@SOSIALURIN.FO
F
yrsta stóra navnið í skránni
hjá Summarfestivalinum
fer á pall í kvøld klokkan
22, og er tað tríggjar-ferðir
Grammy tilnevndi bólkurin, Lukas
Gra ham.
Lukas Graham spældu á Summ-
ar Festivalinum fyri tveimum ár-
um síðani, og tað var konsertin
ótrú liga væl móttikin. Longu tveir
mán aðir seinni, avgjørdi bólkurin
at vitja aftur í Føroyum, har teir
spældu tvær konsertir í Havn.
– Okkum dámdu væl her. Fyrru
ferð vitjaðu vit ov stutt, men aðru
ferð høvdu vit tvær konsertir við
nøkr um dagamillumbili – tá bar
til at síggja meira av Føroyum.
Hetta við at vera onkrastaðni
heilt uttan trø, grøn fjøll og bara
at koyra gjøgnum allar tunlarnar –
tað var ótrúligt, sigur Lukas Forch-
hammer, forsangarin í bólkinum.
Magnus Larsson, bassspælarin,
skoyt ir uppí, at serliga seinasta
kon sert in á Summarfestivalinum
stend ur frammarlaga í minninum.
– Vit tosa framvegis um hasa
kon sert ina. Tað var ein totalt feit
upp living, og vónandi verður tað
eins feitt í kvøld. Tað var kanska
meira áhoyrarafjøldin enn sjálv
kon sert in, ið gjørdi upplivingina
so ser staka. Tey hava givið okkum
høv uðs orsøkina fyri at venda aft-
ur, sigur hann.
– Ja, føroysku áhoyrararnir
sungu av øllum alvi! Tað var ótrú-
ligt tey sungu hart. Og væl!, sigur
Lukas Forchhammer.
Troyggjan er við
Tá ið sjónvarpsskíggjarnir vístu
donsku krimiseriuna »For bry-
del sen«, viku føroyingar heilt frá
inni haldinum í røðini, men held ur
var tað troyggjan hjá Saru Lund,
sum fór við øllum ans in um. Sama
skil var, tá ið Lukas Forch hammer
upptraðkaði í beinleiðis amer ik-
ansk um sjónvarpi í føroyskari
troyggju, og nú situr hann yvirav
mær á Hvonn í føroyskari troyggju.
– Jamen, tær eru jú framúr góð-
ar troyggjur! Kanska var tað meira
tilætlað hjá Saru Lund, at hon
skuldi vera ein týpa, sum gekk í
ull troyggju. Men tað eru tvey sløg
av fólkum; tey, sum halda at ull
skrið ar, og so tey, sum halda ull
vera lekkra. Eg haldi ull verða fant-
ast iska deiliga. Serliga tá ið man
ferðast runt í norðara part in um
av Ameriku ella í Kanada, tá er tað
deiligt við føroysku troyggjuni. Vit
vita hvussu veðrið skikkar sær her-
uppi, og tí havi eg sjálvandi tikið
mær troyggjuna við til Føroya, sig-
ur Lukas flennandi.
Gestablíðir føroyingar
Uttanfyri tónleikapallin, vóru
teir serliga bergtiknir av føroyska
gesta blídnum og matinum.
– Vit leigaðu studio frá Jónasi
Bloch fyri ein ótrúliga rímiligan
penga, og høvdu ein av bestu mál-
tíð unum har eisini.
Forsangarin skal niður aftur
tíð liga fríggjamorgun, tí hann skal
náa eina brúðarvígslu. Tó hava teir
fing ið rúm fyri at royna okkurt av
for kunnugu matarútboðinum í
Før oy um áðrenn teir fara á pall.
– Vit hava endiliga fingið pláss
á KOKS. Tað gleða vit okkum ótrú-
liga nógv til. Vit eru nevniliga ser-
stak liga matglaðir í bólkinum, sig-
ur Lukas.
Bassleikarin, Magnus Larsson
eig ur nevniliga í burg ara mat stov-
uni »Sliders«, sum í ár vann heið-
ur in sum besta burgarastaðið í
Keyp mannahavn, meðan Lukas
Forch hammer eigur í trimum
Miche lin matstovum, og dámar
ótrú liga væl sjálvur at matgera.
Ball á Vágsbøi
Síðani teir vóru í Føroyum seinast,
hava teir spælt fyri fullsettum hús-
um í USA, tikið lut á kendum prát-
send ingum og ikki minst eru teir
í løt uni tilnevndir ikki færri enn
tríggj ar Grammy heiðurslønir.
Neyv an hevur eitt eins háaktuelt
navn vitjað í Føroyum áður, og tón-
leik ararnir siga eisini, at teir geva
eina øðrvísi uppliving hesuferð.
– Vit spæla betri. Tað gera vit
av gjørt, sigur Lukas.
– Tað er eitt nýtt show, vit hava
snið givið tað til amerikanskar
áhoyr arar og hava roynt tað fleiri
ferð ir, leggur Magnus Larsson,
bass isturin, afturat.
– Ja, og so hava vit uppdagað
nakr ar balladur millum sangirnar,
og eru farin at duga betri at velja
og raka veitslu hæddarpunktini
við okkara løgum. Tað er í grundini
nak að, vit funnu út av í Føroyum,
og síðani hava tikið við okkum. Tað
var her, at fólk geylaðu til sangirnar
og fóru heilt upp at koyra – tá var
tað, at vit kundu fara at byggja
víð ari upp á hesar veitsludalarnar
gjøgn um konsertina. Líka sum,
holy shit, um man bara togar í
áhoyr ar arnar, kann man fáa tey til
at geva seg nógv meir. Tað gjørdu
føroyingar longu av natúr, men
nú hava vit lært at toga í áhoyr-
ara fjøldirnar í Amerika eisini. Tó
syngja tey bara ikki eins væl, sum
før oy ingar, vissar Lukas Forch-
hammer um.
Veðurforsagnirnar fyri kvøldið
eru ikki serliga góðar, og danska
veð ur stovan lovar nógv regn. Luk-
as Graham bólkurin missur tó ikki
móti av regninum.
– Tað regnaði eisini illani fyrru
ferð, vit spældu, so tað kemur ikki
at bila, sigur Lukas og hyggur at
Magn usi við einum skálkabrosi.
– Hevur tú minst til skógvarnar
hesu ferð?
– Jú, hesuferð eru skógvarnir
við, sigur hann flennandi.
– Seinast gloymdi eg skógvarnar
eft ir, og á tann hátt kann tað bara
vera ein super upptúrur hesuferð,
sig ur Magnus, og leggur afturat.
– Ja, og so er tað bara handan
kensl an av at treiskast móti veðr-
in um saman við fjøldini. Tá skítur
man á alt annað, og skal bara hava
eina góða veitslu burturúr. Tað
skal nokk verða gott, sigur Magnus
Lars son.
LÆRDU AT KENNA
FJØLDIR Í FØROYUM
Lukas Graham hava fingið nógv burturúr at vitja í Føroyum, og tað var her, at teir uppdagaðu
hvussu teir kundu vinda fjøldina upp á tráð. Teir ætla sær at treiskast regni á Vágsbøi í kvøld
Lukas Graham
STOVNAÐ UR: 2011
TÓNLEIKARAR:
Lukas Forchhammer,
forsangari
Magnus Larsson, bassistur
Mark Falgren, trummur