hósdagur 10. august 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017
SOSIALURIN 92
6
PERSÓNSSØGA
TAÐ LIGGUR NAKA
VAKURT Í AT VER
KIKSAÐUR
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
á Dynamit varð av dúk-
að sum eitt av høv uðs-
nøvn unum til Summar
Festi valin í 2005, var tað
ætlað sum eitt síðsta farvæl til ein
av lokalu bólkunum úr Klaks vík, ið
hevði ríkað føroyska tón leika søg-
una við fleiri hittum.
Stórleikatíðin hjá bólkinum var
frá 1984 til 1993, tá bólkurin reglu-
liga var at hoyra í útvarpinum og
spælistøðum kring landið við sang-
um sum Grøv nummar 13, Pápi
tín býr ei í Tórshavn, Omman við
Gjógv, Ein vátur og kaldur drong-
ur og Bangin, og nú fingu limirnir
møgu leikan at siga eitt ordiligt far-
væl á stóra festivalinum í heim bý-
num.
Men í staðin fyri eitt síðsta far-
væl gjørdist framførslan í 2005 til
eina endurføðing hjá bólkinum, og
tryggj aði bólkinum nakrar síður
aftr at í føroyskari tónleikasøgu.
Tann eina framførslan gjørdist
skjótt til fleiri, og er bólkurin nú
eitt afturvendandi navn hjá festi-
val in um.
Fríggjakvøldið á midnátt fáa
før oy ingar aftur høvi at hoyra lív-
liga klaksvíksbólkin, tá ið teir fyri
sjeyndu ferð trína á stóra pallin á
Vágs bøi, og við sínum fangandi og
lív lig um sangum fara at royna at
seta lív í stóru áhoyrarafjøldini á
Vágs bøi.
Manningin í Dynamit hesaferð
verð ur Niclas Heri Jákupsson,
Hans Jacob Nystrøm, Ingi Isaksen,
Erik Biskopstø, Jógvan Mørkøre,
Mikkj al Hvannastein og Henning
Nico demus sen.
Eitt óvæntað comeback
Tað lá annars slett ikki í kortunum,
at Dynamit skuldi gera eitt come-
back. Bólkurin hevði sína stór-
leika tíð í fýrsunum og fyrst í ní ti-
ár unum, og hevði ikki framført á
palli síðan 1993, tá fyrireikararnir
av Summar Festivalinum settu
seg í samband við bólkin við tí fyri
eyga, at fáa teir at framføra á festi-
val inum í 2005.
Limirnir í bólkinum hildu tað
vera stuttligt at fara á pall eina
all ar seinastu ferð, og takkaðu tí ja
til til boðið. Eingin hevði tó væntað,
minst av øllum bólkurin sjálvur,
við tí góðu móttøku, ið bólkurin
fekk, tá teir trinu á pall á Vágsbøi.
– Man bleiv sjálvandi tikin eitt
sind ur av bóli. Fremst í fjøldini
stóðu tey yngstu og sungu orðarætt
við til fyrst ein, so tveir, so tríggjar
og til endans allar sangirnar. Eg
hugs aði hvat sker her? Er tað so,
at tey syngja sangirnar heima við
hús, tí fløgurnar eru langt síðan
oyði lagdar og einki lá á Youtube.
So tað eydnaðist nógv betri enn
nak ar hevði væntað, sigur Niclas
Heri Jákupsson.
Men meðan áhoyrararnir elsk-
aðu framførsluna, og bólkurin varð
berg tikin av móttøkuni, so vóru tað
ikki øll, ið vóru eins fegin við tí, ið
bleiv framført hetta kvøldið.
– Tað abstrakta í øllum er, at tá
man vaknar vikuna eftir og hev ur
eina góða kenslu í búkinum um,
at hetta slett ikki var so galið, so
blaðar tú upp í bløðunum og sær, at
tú verður avhølvaður av um mæl ar-
un um, ið kalla tykkum tann størsta
skræp an í verðini, sigur Niclas Heri
Ják upsson.
Um ætlanin við kritikkinum
var at taka áræði frá bólkinum, so
eydnaðust tað ikki, men hevði bara
øvugta effekt. Fjøldin elskaði bólk-
in og skjótt vóru teir aftur at finna
mill um høvuðsnøvnini.
– Ummælini hava bara koyrt
meira brenni á báli. Tað hevur eitt
ella annað stað skapt ein dynamik
mill um fólkini, ið syngja við, og
um mælararnar, ið rakka okkum
nið ur. Tað er vorðin ein ítróttur
hjá okkum, sigur Niclas Heri Ják-
ups son.
Spæla ikki fyri
kritikarunum
Tað er heldur eingin loyna, at tað
munna vera fáir bólkar í før oysk-
ari tónleikasøgu, ið elva til eins
nógv kjak og ósemju sum Dyna-
mit. Meðan nøkur, kanska ser-
liga tónleikaummælarar, høvdu
ynskt, at bólkurin aldrin gjørdi
sítt comeback í 2005, so eru tað eini
10.000 fólk, ið helst eru rungandi
ósamd, tá bólkurin ferð eftir ferð
fyll ir Vágsbø.
– Tá vit spæla á Summar festi-
val inum standa vit sum ábyrgdarar
fyri, at 10.000 fólk skulu hava tað
gott. Í fjøldini eru einir seks, sjey,
kanska tíggju harðir kritikarar,
men tað eru ikki teir, ið Dynamit
royn ir at tekkjast. Vit spæla fyri
at hini 9.990 fólkunum skulu hava
eina góða uppliving. Vit spæla fyri
fjøld ina, og Summar Festivalurin
er so ekstremt væl egnaður til
fjøld ina. Slagorðið hjá festivalinum
er jú, at øll syngja við, og tað passar
væl til okkum, sigur Niclas Heri
Ják ups son.
Ein av orsøkunum til, at kri tikk-
ur in ikki festir seg hjá limunum í
bólk inum, metir forsangarin er,
at teir eru allir greiðir yvir, at teir
ikki eru teir bestu tónleikararnir,
og hava heldur aldrin droymt um
tað stóra gjøgnumbrotið. Í staðin
hev ur tað frá fyrsta degi handla
um at hava tað stuttligt.
– Vit eru allir samlir ótrúliga
rólig ir yvirfyri tí góðu móttøkuni
vit hava fingið frá áhoyrarunum,
tí onk ursvegna eru vit ein bólkur,
ið hevur sagt, at vit spæla tónleik,
tí vit hava tað stuttligt saman. Vit
hava ongantíð hava eina ambitión
um eitt gjøgnumbrot. Vit duga ikki
ser liga væl at spæla, men tey tal-
ent ini vit hava, royna vit at brúka
til fulnar, og spæla so einkultan
tón leik við einaferð klára, sigur
Niclas Heri Jákupsson.
Tað er faktiskt ok
Júst tað, at manningin í bólkinum
ikki leggur eitt ónatúrligt trýst á
seg sjálvar, men fara á pallin vit-
andi um sínar avmarkingar og
styrk ir, metir forsangarin er ein
av or søkunum til, at fjøldin tekur
so væl ímóti teimum.
– Tann reinleikin, ið liggur í tí,
at vera púra autentiskur og erligur
yvir fyri sínum egnum talentum og
virð um, kemur til sjóndar á pall in-
um. Vit eru rættiliga ósmædnir á
pallinum, og tí passar stóri pallurin
væl til okkum. Hann er stórur, men
vit fylla hann, tí vit spæla uttan
ótta. Um bassspælarin tekur G í
staðin fyri C, ger einki, tí tað gjørdi
hann eisini í 1985, 1989 og 2005, so
hví skuldi hann ikki gjørt tað í
2017? Vit hvíla væl í at vera kiks-
að ir. Tað er ok, tað er faktiskt ok,
sig ur Niclas Heri Jákupsson.
Og so hjálpir tað sjálvandi, at
bólk urin, umframt at hava nógva
orku og gott lag á pallinum, eisini
hava skapt fleiri hitt, ið flestu
áhoyr ar ar kenna aftur, tá bólkurin
fram førir á Vágsbøi.
– Tað er eingin ivi um, at or-
søk in til, at fólk tíma at lurta eft-
ir okkum, er at umframt at hava
eina serliga orku, so hava vit gjørt,
hóast manglandi evnir, nøk ur
einkult syngi-við-løg, har nið ur løg-
ini fella væl í oyra. Løg sum Grøv
nummar 13, Pápi tín býr í Tórs-
– Tá vit spæla á Summar festivalinum standa vit sum ábyrgdarar fyri, at
10.000 fólk skulu hava tað gott. Í fjøldini eru einir seks, sjey, kanska tíggju
harðir kritikarar, men tað eru ikki teir, ið Dynamit roynir at tekkjast.
Vit spæla fyri at hini 9.990 fólkunum skulu hava eina góða uppliving.
Tað sigur Niclas Heri Jákupsson, ið er annar av sangarunum í bólkinum
Dynamit, ið fríggjakvøldið framførir á Vágsbøi fyri sjeyndu ferð
framhald