Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 9 Hon byrjaði sum ein føroysk grundlóg, sum skuldi nýtast sum grundarstøði undir tí føroysku tjóðini. Lagt var frá landið við eini grundlógarnevnd sinast í farnu øld, men ferðin á arbeiðnum bleiv ongantíð tann, sum ætlað var og tíðin fór undan loysingini, sum ikki kom alíkavæl. Grundlógin bleiv til eina stjórnarskipan, sum teir flestu flokkarnir hildu verða ein skilagóð loysn. Stjórnarskipan passaði eisini betur til teir flestu flokkarnar, tí grundlóg var ein dekan ov stórt stig at taka. SÓLVIT E. NOLSØ SOLVIT@SOSIALURIN.FO H esi seinastu 18 árini ella so, síðan grundlógarnevndin bleiv sett, hava vit hoyrt um stjórnarskipanina. Flestu sam gonguskjøl hava nevnt hana, tó utt an at binda seg meira til hana. Henda sam- gonga vildi so hava enda á málinum og segði, at stjórnarskipanin bleiv send út til fólkaatkvøðu. Enn er eitt sindur óvist um dagfestingin fer at halda. Eftir ætlan skal fólkaatkvøðan verða á flaggdegnum næsta ár, men um tað skal halda, so skal mál ið verða liðugt viðgjørt í løgtinginum um tveir mánaðir og tað verður ein av- bjóð ing. Broytingar mugu til Uppskotið, ið nú fyriliggur, er júst tað sum orðið sigur, eitt uppskot. Tað er far ið til almenna hoyring og tí hevur fólkið møgu- leika at siga sína meining um uppskotið og um tey ynskja broytingar. Vónandi verða tað fleiri, ið gera tað, tí uppskotið skal millum annað staðfesta, at valdið í Før oy um lilggur hjá fólkinum. Tí vóna vit, at fólkið setir seg inn í viðurskiftini, sum tey hava ræði á. Kjakið millum tingfólk er byrjað. Vit hava havt eina spurnarrundu mill um tingfólkini og tað sæst ein greið linja millum samgongu og andstøðu. And- støð an fer í stóran mun at atkvøða ímóti. Grund gevingarnar eru ymiskar. Nógv vilja hava orðingina um kristna siðaarvin styrkta. Sum er stendur, at kristnitrúnni kann verða veitt serligar sømdir. Summi vilja hava ófødda barnið vart meðan onn- ur halda hetta verða ein máti hjá Tjóð- veldi at fáa loysingina framda. Samgongan stendur yvirskipað saman um hugskotið handan eini stjórnarskipan. Tó eru fleiri, ið vísa á, at neyðugt verður helt við broytingum, um uppskotið skal verða samtykt. Kristianna Winther Poul- sen vísir á minnilutaverjuna sum eitt punkt, ið manglar í hesum uppskotinum og sum hon helt vildi hava við. Heðin Mort en sen sigur eisini, at broytingar skulu gerast áðrenn uppskotið fer út ting inum, uttan at koma ítøkiliga inn á broyt ingarnar, ið hann mælir til. Heðin Mort en sen vísir á, at tað hevði verið stak óhepp ið um samgongan einsamøll koyrdi stjórn ar skipanina til fólkaatkvøðu, tí hetta er eitt skjal, sum skal sameina fólkið og ikki eitt partapolitiskt skjal. Tí vil hann hava eina breiða semju við andstøðuna eis ini, áðrenn uppskot verður lagt fyri á fólka atkvøðu. Kann enda í kjaki um loysing og samband Fleiri gera vart við, at tey ynskja eina stjórn ar skipan, tí tey síggja hana sum eina staðfesting av, at føroyingar ráða í Føroyum og stjórnarskipanin er ein máti at fáa staðfest hvussu vit kunnu taka loysing, um vit ynskja tað. Hin veg in eru tað fleiri, ið bera ein ótta fyri júst tí, at hetta er ein máti at byrja loys ing ar til- gongd ina uppá. Tað vildi verið keðiligt fyri alla til- gongd ina, um kjaki endaði í tí. Stjórn ar- skip anin hevur meira at siga enn einans loys ing-samband spurningurin. At staðfesta, at føroyingar ráða í Føroyum, er ikki eitt herróp fyri eina loysingarrørslu. Stjórn ar skipanin skal verða grindarlagið und ir okkara lógarverkið og skal verða ein endurspeglan av hvørji vit eru sum fólk og hvørji virðir vit byggja á. Tað hev- ur meir uppá seg enn eitt kjak um loysing og samband. BROYTINGAR MUGU GERAST Í STJÓRNAR- SKIPANINI TEMA