hósdagur 10. august 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017
SOSIALURIN 92
8
PERSÓNSSØGA
havn, Frensurin hjá Óla og Til allar
kvinn ur. Tað eru sangir við ongum
boð skapi, har øll kunnu syngja við.
Vit eru føroysku Shu-bi-dua, sigur
Nicl as Heri Jákupsson við einum
brosi.
Tað óynskta barnið
Tá Dynamit fer á pallin fríggja-
kvøld ið verður tað fyri sjeyndu ferð,
at bólkurin framførir á Vágsbøi og
und ir strikar tað enn einaferð, at
tað er eitt serligt tilknýti millum
ból k in og festivalin. Tí hóast bólk-
urin heilt óvæntað er vorðin aktu-
ell ur aftur, so takkar teir nei til
flest øll tilboð, ið teir fáa.
Summarfestivalurin er tó tor-
før ur hjá bólkinum at siga nei til,
tí honum eigur bólkurin eina ser-
liga tøkk til, heldur forsangarin, og
trívur í eina myndatalu fyri at lýsa
serliga sambandið millum festi val-
in og bólkin.
– Ímynda tær eitt barnaheima í
Ru menia, har nógv foreldur ganga
og taka fittastu børnini fyrst. So
kem ur onkur og tekur tað sjúka
barn ið, ið hevur flest avbjóðingar
til sín. Soleiðis er tað við Summar
Festi valinum. Vit vóru tann, ið
eing in annar vildi hava. Tí føli eg, at
vit altíð hava eina ábyrgd yvirfyri
Summ ar Festivalinum. Vit verða
bjóð aðir allastaðni, men vit siga
nei, tí Summar Festivalurin skal
hava okkara besta, sigur Niclas
Heri Jákupsson.
Trívast í tí kiksaða
Fleiri ferðir í samrøðuni tosar Nicl-
as Heri Jákupsson um Dyna mit
sum nakað øðrvísi og kiksað. Tón-
leikurin er ikki tann besti, fram-
førsl urnar eru ikki teir penastu og
lim ir nir eru ikki teir dugnaligastu
tón leikararnir. Spurdur um tað,
dyl ur hann ikki fyri, at tað er ein
leik lutur, ið teir gjarna taka á seg.
– Vit allir trívist í at vera kiksaðir.
Summi skulu vera so polera, snøgg
og fullkomin, at tey aldrin koma á
flog. Men hvør hevði tíma lurta
eftir Bob Dylan, um hann sang
reint, ella vitjað skeiva tornið í
Pisa, um tað var beint? Tað liggur
nak að vakurt í at vera kiksaður. Og
øll menniskjur kenna seg aftur í at
vera kiksað, sigur Niclas Heri Ják-
ups son.
Spurningurin er tó, um tað ber
til at átaka sær ein leiklut sum
tann kiksaði, tann sum fellur utt-
an fyri mongdina, tá man ferð eftir
ferð framførir frammanfyri 10.000
áhoyr ar um á Vágsbøi, ið syngja við
til hvørt orð.
– Jú, tað er ein andsøgn, men
tað skal skiljast í mun til um mæl-
ar ar nar. Kortini trúgvi eg, at nógv
av góðu móttøkuni botnar í, at um
tað ikki er kiksað, so er tað ektað.
So leiðis eru vit. Við ella uttan feilir,
hetta er tað tit fáa. Um eg skal
kritisera føroyskar tónleikarar, so
eru nógvir framúr góðir, men fram-
førsl urnar eru tengdar av ótrygd,
og tí eru fá, ið hava evnini til at
komb inera super evnir í tónleiki
og fram førslur saman. Nú hava
vit ikki super evnir innan tónleik,
men vit duga at framføra, tað kann
eing in taka frá okkum, Tað duga
vit, sigur Niclas Heri Jákupsson
av gjørdur.
Væntaði tað var síðstu ferð
Hóast tað nærum er vorðin ein
sjálvfylgja, at Dynamit er mill um
bólkarnar, ið framføra á Summ ar
Festivalinum, so avdúkar for sang-
ar in, at hann fyri trimum árum
síð an var klárur at takka fyri seg.
– Tá vit vóru lidnir við kon sert-
ina fyri trimum árum síðan ivaðist
eg beinanvegin í, um vit nakrantíð
fóru á pall aftur. Tað er ikki soleiðis,
at vit tíma væl at spæla hvørt ár
long ur. Sjálvt um tað eru trý ár
síð an, er tað ikki lætt bara at fara í
holt aftur. Vit ivast eisini í, um vit
ikki eru útvatnaðir, og um nakar
tím ir at hoyra okkum aftur. Men
tá fyrireikararnir siga, at tey eru so
nógv, sum spyrja eftir okkum, so
tosa vit altíð saman um tað, sigur
Nicl as Heri Jákupsson.
Tá man hevur verið til sjey
fram førslur á Vágsbøi, so hevur
man sjálvandi eisini onkrar løtur,
ið eru betri enn aðrar, og Niclas
Heri Jákupsson er skjótur at svara,
tá hann verður spurdur um minni-
lig astu konsertina.
– Konsertin í 2009 var nakað
heilt, heilt serligt. Alt riggaði tá.
Ljós ið, ljóðið, spælið, alt gekk sum
tað skuldi. Vit raktu veruliga dagin,
og fjøldin var við okkum, sigur for-
sang arin.
Tá bólkurin fer á pall fríggja-
kvøld ið verður tað eisini við tí
enda máli, at endurskapa minniligu
kon sert ina frá 2009.
– Eg havi brúkt síðstu vikuna
at hyggja eftir tilfari og Youtube-
brot um frá 2009. Vit hava lagt pro-
gramm ið sum 2009 og ljósið er sum
2009. Ætlanin er at raka okkara
besta. Ein munur verður kanska, at
eg ætli mær at geva áhoyrarunum
meira pláss og bara lata tey vera til
staðar og merkja okkum. Tað nýtist
ikki at ganga við fullari ferð alla
tíð ina, sigur Niclas Heri Jákupsson.
Bólkurin er eisini styrktur nak-
að síðstu árini við góðum tón-
leik ar um, ið væntandi fer at gera
upp liv inga uppaftur betri hjá
áhoyr ar unum á Vágsbøi fríggja-
kvød ið.
– Tey seinastu árini hava vit
styrkt hópin við góðum tónleikum,
mill um annað við Erik Biskopstø,
Mikkjal Hvannastein og Henning
Niko demu sen, sigur Niclas Heri
Ják ups son, og leggur afturat.
– Tað verður buldur og brak,
festligt, orkufult og øll koma at
syngja við. Tá áhoyrararnir minn -
ast aftur á framførsluna hjá Dyna-
mit í 2017, so skulu tey minn ast
tann góða felags andan og stutt-
ligu løtuna.
Kunna gevast
leygarnáttina
Tað eru 24 ár liðin síðan Dynamt á
fyrsta sinni góvust, og 12 ár síðan
fyrstu framførsluna á Summar
Festi valinum. Hvussu leingi teir
ætla at halda fram er óvist, men
sam bært forsangarunum, so
kann tað væl vera, at framførslan
fríggja dagin verður tann síðsta.
– Dynamit er ikki størri enn
vit. Eg trúgvi eingin okkara hevði
fing ið ilt í búkin, um vit leyg ar-
nátt ina søgdu, at hatta er tað. Vit
kunna gott steðga eftir fram førsl-
uni leygarnáttina, sigur Niclas Heri
Ják upsson.
Tað verður kortini ikki ein góð
ella vánalig konsert, ið fer at avgera
nær bólkurin gevst, men heldur ein
kol lek tiv kensla millum limirnar.
– Tað verður tann kollektiva
búk kenslan, ið sigur, at nú tíma
vit ikki meira. Vit fara aldrin aftur
á eina konsertferð. Vit fara aldrin
aft ur at framføra í TB-húsið ella í
Glyvra Bio. Tað er liðugt. Eg trúgvi
tað eru fáir pallar aðrastaðni enn
Summ ar Festivalin, har vit vilja
spæla aftur. Men reint persónliga,
um eg sleppi at spæla har aftur um
fimm, tíggju og fimtan ár, so kann
eg fara á pensjón sum 60 ára gamal
og verða glaður restina av lívinum,
sig ur Niclas Heri Jákupsson.
framhald
Kortini
trúgvi eg,
at nógv
av góðu
móttøkuni
botnar í, at um tað ikki
er kiksað, so er tað
ektað. Soleiðis eru vit.
Við ella uttan feilir,
hetta er tað tit fáa