Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 20 UMHVØRVIÐ IKKI TIKIÐ Í ÁLVARA Eiga at taka størri tøk MORTAN ØSTERØ MORTAN@SOSIALURIN.FO R agnheiður Bogadóttir, nevnd­arlimur í Før­oya Nátt­úru- og Um­hvørv­ is­fe­lag og adjunktur á Fróð­skap­ar­setrið Føroya, sig­ur, at umhvørvismálini, sum heims­ sam­felagið hevur sett, ikki kunnu røkk­ast, verða tey ikki tikin í størri álv­ara. – Tey flestu taka undir við, at veðurlagsbroytingarnar mugu avmarkast, og politiska skip­an­in hevur skrivað undir veð­ur­lags­sátt­ mál­ar, ið skulu stinga eina grøna kós út í kortið. Men í veruleikanum tek­ur skipanin ikki sínar egnu av­ gerð­ir í álvara. Avgerðirnar eru lítið ann­að enn óbindandi orð, sum ikki verða víst í verki. Tað er bara ikki nóg mikið, um veruligar broytingar skulu henda, sigur Ragnheiður. Ein av orsøkunum, at tað ber til at sníkja sær undan ábyrgd, er, at veðurlagssátmálarnir ikki bein­leið­is eru bindandi, og eingi ítøkilig mál ella mørk fyri útlát eru ásett. Fyrst og fremst stendur hvørjari tjóð frítt at taka undir við sáttmálanum ella ikki, umframt, at tað er upp til ein­ støku londini at avgera hvussu, og í hvønn mun tey avmarkað út­látið. Tað eru nevniliga eingi veru­lig revsitiltøk, skuldu londini brot­ið veðurlagsavtalunar. Nógv bend­ir tí á, at politisku skipanirnar í heim­ in­um ikki taka neyðugu stigini, um ikki trýst verður lagt á tær. – Til dømis nýta vit í Føroyum ofta sum undanførslu, at vit kort­ ini muna somikið lítið í saml­aða útlátinum fyri heimin. Í veru­leik­ an­um áttu vit at vent hesum á høvd­ið, tí vit kundu í heldur verið und­an­gonguland fyri kósina, sum øll lond kortini noyðast at fara eft­ir fyrr ella seinni. Vit fegnast sjálv­ andi um, at Føroyar taka undir við Parísaravtaluni, men skulu vit halda hana, er eisini neyð­ugt at taka nógv størri stig enn nú – og tað krevur eisini, at vit megna at nýta okk­ara hugflog betri á hesum øk­in­um, sig­ ur Ragnheiður. – Í alt ov stóran mun bíða vit eftir, at tøkn­in loysir um­hvørv­is­trup­ul­ leik­ar­nar fyri okk­ um. Hyggja vit at tølunum fyri Før­oy­ ar, so stend­ur fiski­ vinn­an til dømis fyri stór­um parti av út­ lát­in­um, men hó­ast tað, kjakast vit nærum bara um at skifta ben­ sin­bilarnar út við el­bilar, ella at fáa fleiri vindmyllur. Vit lata sum um trupulleikin ikki er har, tí vit ikki vita hvussu vit skulu loysa hann. Heldur enn bert at tosa um orku­umlegging frá svart­ari til grøna orku, eiga vit at tosa meira um orkusparingarnar, sum eisini skulu til. Umhvørvislig burð­ar­ dygd eigur at vera við í øllum heild­ar­loysnum fyri samfelagið – alt frá hvussu vit útbyggja okkara und­irstøðukervi, hvussu vit skipa okkara bústaðarviðurskifti, hvussu vit ferðast úr einum stað í ann­að og hvussu vit reka okkara vinn­ur – annars hendir einki, sigur Ragn­heiður Bogadóttir. Stórar broytingar Hon ásannar, at ein stór umlegging skal til, fyri at halda seg til neyð­ ugu umhvørvismálini, og at broyt­ ing­arnar mugu fara fram í einum sam­spæli millum politiskar mynd­ ug­leikar, borgarar og vinnuna. – Vinnan og borgarin skulu vera við í arbeiðinum at skipa grønu umleggingina, um vit skulu gera munagóðar broytingar, men um­hvørvistrupulleikarnir eru vorðn­ir somikið álvarsamir, at vit bert kunnu bíða eftir, at brúkarin verð­ur meira tilvitaður. Tað er neyð­ugt við politiskum átøkum, og tað er neyðugt við økonomiskum sank­ti­ónum og insitamentum í pol­it­iskum uppskotum, so­leið­is, at dálkandi virksemi ikki kann svara seg, meðan tær um­hvørv­is­ vinarligu loysnirnar kunnu, sig­ur Ragnheiður, og vísir aftur at bíl­ig­ asta og mest einfalda loysnin fyri orkuna í einum samfelagi er gjøgn­ um lívrunnin brennievni. – Okkara heimsskipan er í dag øgiliga tengd at lívrunnum brenni­ evn­um – um oljan varð burtur í morg­in, vórðu vit skjótt køld og svong í Føroyum. Og tað er júst tí, at vit mugu vera fyrireikað, at oljan so líð­andi hvørvur. Tað er ikki lætt at leggja um, men tað er á ongan hátt ógjørligt – tøknin er tøk, og tí er heldur ikki óyvirkomiligt at fremja broytingar á politiskum stigi. Tølini vísa jú, at vit røkka ong­an veg, um vit ikki fara í gongd. Varð stuðulin, sum í dag verður lat­in oljuvinnuni, heldur nýttur til grønu umleggingina, so kundu vit skjótt rokkið teimum málunum, sum eru sett, sigur Ragnheiður Boga­dóttir. MORTAN ØSTERØ MORTAN@SOSIALURIN.FO S um part av um­hvørv­ is­ætl­an­unum hjá sam­ gong­uni er samtykt, at tað skal verða bílig­ari at ogna sær el- og vetn­is­bilar, hitapumu til húsini, um­framt orkuna til grønar loysn­ir. Tó er Sirið Sten­berg, lands­stýr­ is­kvinna við um­hvørv­is­mál­ um, greið yvir, at stóru tøkini mangla. – Samgongan hevur sett sær fyri, at helvtin av øllum set­ húsum og bygningum skulu hitast við grøn­ari orku inn­an 10 ár, og at í 2030 skal øll el­orka á landi stava frá varandi orku­ keldum. Tað hevur gingið eitt vet framá inn­an ávís øki, men hyggja vit at saml­aða út­lát­in­ um, so hevur tað slettis ikki stað­ið mát við sam­tykta orku­ poli­tikkin frá 2009. Tað er als ikki nøktandi. Síðani orku­poli­ tikk­urin varð samtyktur tá, hava ongi verulig átøk verið framd, og vit eru nú alt ov sein ávegis, sig­ ur Sir­ið Stenberg. Flestu av politisku rað­fest­ ing­un­um tálma útlátið í hús­ ar­haldum og miðja móti ein­ um grønari el­orku­kervi. Stóri dálkarin í føroysku hag­tøl­un­ um, fiskivinnan, verður ikki stór­vegis fevnd av grønu um­ legg­ingini. – Eg havi samskift við Høgna Hoy­dal, meðan arbeiðið við fiski­ vinnu­ný­skipanini er í gongd, fyri at tryggja, at skipanin verður so­ mik­ið umhvørvisvinarlig sum gjør­ligt. Vit hava ikki ítøkiliga lagt nak­að fyri at tálma sjálvt út­lát­ið og olju­nýtsl­una hjá skip­unum, men held­ur verð­ur tað skifti til eina kvota­skip­an, sum vónandi før­ir við sær eina meira skipaða og burð­ar­dygga veiðu. Men tað er rætt, orku­ veit­ing­in á landi er tað fyrsta vit eru farin í holt við. So fáa vit vón­andi tikið tann stóra partin seinni, sigur landsstýriskvinnan við um­hvørvismálum. Hon vísir á, at arbeiði at fáa eina størri virkisætlan verð­ ur vón­andi klárt í heyst, og tá verður eitt aðalorðaskifti um ein tyngri veð­ur­lags- og orku­ poli­tikk. – Orðaskifti verður hesa ting­set­una, har vit mugu tora at taka kjaki um hvørji ítøkilig um­hvørvisgjøld skulu krevjast, men nær arbeiðið fer í verk, dugi eg ikki at meta um. Vit vilja hava allar aktørar við, og tað kann ger­ast trupult at náa hetta val­ skeið­ið, sigur Sirið Sten­berg, lands­stýr­iskvinna við um­hvørv­ is­mál­um. Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum ásannar, at nógv skal gerast afturat innan veðurlags- og orkupolitikkin fyri Føroyar. Ragnheiður Bogadóttir fegnast, at landsstýri ynskir at gera umhvørvisvinarligar broytingar, men vísir á, at tørvur er á at gera nógv meira