hósdagur 10. august 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017
SOSIALURIN 92
21
E
g búgvi í Danmark. Men
eg var í Føroyum um
ólavsøkumundið, tí eg eri
upprunaliga haðani og
vildi sleppa á ólavsøku. Eg elski
ólavsøku. Tí hon er ikki bara ein
søgulig, mentanarlig, politisk
og religiøs høgtíð. Ólavsøkan er
eisini ein merking av tí føroyska
samleikanum og tí føroyska
samlagnum. Í stuttum byrjar hon
við, at tú letur teg í tíni føroysku
klæðir úr silvurprýddari ull. Tú
fært tær ein lítlan. Fert í býin.
Sært Merkið veittra allastaðni.
Tú fert oman á kaina og hyggur
at kappróðri. Lurtar eftir musikki
í býnum og skoðar list og leik.
Lurtar eftir ólavsøkurøðuni hjá
løgmanni fyri tjóðini. Og hittir
ætt og vinir, ið bjóða tær innum
at fáa tær ein bita av skerpikjøti
og turrum fiski og spiki. Tá ið
tú fert víðari oman á Vaglið
undir tinghúsið ert tú ein av
fleiri túsund øðrum føroyingum,
sum eisini eru í føroyskum
klæðum. Og so syngja vit
fosturlandssangir og yndisligar
kærleikssangir á midnátt og
sláa ring og kvøða til langt út á
náttina.
Tá ið tú seinnu náttina at enda
rakar songina, kennist tað,
sum hevur tú verið á heitum
ástarfundi við móðurlandið í
tveir samfullar dagar. Soleiðis
havi eg tað í hvussu so er. At
unnusti mín hevði lænt føroysk
klæðir í ár frá mínum gávumilda
mammubeiggja, gjørdi ikki
upplivilsið minni romantiskt. Eg
skilti brádliga, hvussu tað man
vera hjá forelskaðum monnum
at síggja unnustuna í lingeri
fyrstu ferð, og eg má viðganga,
at eg varð (patriotiskt) kát. Tað
er sjálvandi lætt hjá einari sum
mær, ið havi verið "heimanífrá"
í mong ár, at idyllisera Føroyar.
Og eg veit, at Føroyar hava síni
lýti. Men tað positiva javnar so
avgjørt tað negativa, og tað er tað,
ólavsøkan lýsir: Tann positiva
nationalisman, her tú fagnar
tínum fólki og landi, uttan at
søkja at ella niðra onnur fólk ella
lond – og tað leiðir meg aftur til
Danmarkar:
Tí í Danmark upplivi eg
ongantíð patriotismu, uttan so
at kvinnulandsliðið í fótbólti
vinnur, ella ein DF'ari opnar
munnin. Kanska er tað tí, at tað
at vera nationalur í Danmark
leingi hevur verið sett í samband
við okkurt høgravent. Serliga
at tað stundum kókandi stríðið
hjá Dansk Folkeparti (DF) móti
bæði veruligum og ímyndaðum
hóttanum uttanífrá verður
knýtt at danskleika. Og vit
(vinstravongurin og eg sjálv)
hava latið DF kraddað fleskið,
fólkið og flaggið inn undir seg av
ótta fyri at verða sett í samband
við henda danskleika. Tað er
spell. Tí at nationalisma nýtist
ikki bara at vera høgrasinnað
og ekskluderandi. Hon kann
líka so væl vera vinstrasinnað,
sosialt rættvís og fyrikomandi
– og hvat Føroyum viðvíkir,
strembandi eftir tjóðskaparligum
sjálvræði og víðkaðum luti
í altjóða samstarvi. Gamaní
merkja føroyingar ikki so nógv
til innflyting sum danskarar.
Men skuldu teir verið fyri trýsti
uttanífrá í framtíðini, hevði
tað helst verið uppaftur meiri
umráðandi hjá teimum at hildið
fast við tjóðarhøgtíðina. At fáa
eina føroyska stjórnarskipan
samtyktað, sum ætlanin er. Og
fáa víst møguligum nýkomnum,
hvat føroysk mentan og
siðaarvur eru.
Ímeðan fari eg at seta mína
vinstrasinnaðu patriotkós
her og fáa frekar avtalur í
lag við Danmark. Njóta at
síggja Dannebrog, eisini í
Fólkatingssalinum. Og eta
stokt flesk við persillusós uttan
at knýta tað upp í tápuligar
smúkkulógir og afturrikin
kvotuflóttafólk. Eg fari at
fevna tað, ið er danskleikin hjá
mær: Tann sosiali javnaðurin.
Frælslyndið. Álitið.
Javnstøðan. Og tann
vælferðarstatin, sum
verðin hámetir, men
sum høgravongurin
er um at smildra. Og
eg fari áhaldandi
at vísa teimum
burtur, ið hótta
felagsskapin og
bera seg ódanskt at.
Søkja at Danmark,
tvingilsgifta
smágentur, stuðla
rockaraharkaliðum,
ella snýta statin
fyri ómetaligar
skattaupphæddir.
Tí eg eri líka
so forelskað í
Danmark sum í
Føroyum. Og eg
fari at liggja í
føvninginum á
teimum báðum.
Klumman hevur
staðið í Jyllands-
Posten 3. august
Klumma
Annika Smith
Sociolog og SF'er
Frek avtala við
fosturlandið
Tá ið eg seinnu náttina fór eftir høvdinum
í song, var eg fosturlandskát