hósdagur 10. august 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017
SOSIALURIN 92
22
BRÚDLEYP
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
LES ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO!
FRÁ HEIMASÍÐUNI
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
BRUDLEYP.FO
LES ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO!
LES ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO!
Skýlindal
EYDIS GREIÐIR FRÁ:
Eg hevði ynskt at vit høvdu eina langa romantiska søgu um, hvussu vit
blivu trúlovaði, men soleiðis var ikki. Tað byrjaði við smáum práti, og bleiv
so meira og meira alvorligt, og gjørdu vit, í felag, av, at vit skuldu giftast.
Eg fór í ein smykkuhandil, prøvaði stødd á ringi, og síðani fór Páll inn
at velja ein trúlovilsisring. Páll spurdi so babba og meg á mínum 25 ára
føðingardegi (eg visti, at ringurin var keyptur, og at hann fór at spyrja
hendan dagin). Tá ið føðingardagurin var liðugur um midnátt, bað
Páll meg koma ein gongutúr niðan á rossagøtuna (eg visti, hvat hann
skuldi).
Vit høvdu gingið eina góða løtu, tá ið Páll steðgaði og fór á knæ.
Eg bleiv sjálvandi glað, hóast eg hevði stóran mistanka, um hvat fór
at henda.
Tá ið vit gjørdu av, at vit skuldu giftast, høvdu vit sett dagin
at verða 5. juli. 2014, tveir dagar áðrenn Páll bleiv 30 ár. Men sum
fyrireikingarnar fóru fram, passaði hetta dato verri og verri, og
síðst í novembur (5 vikur áðrenn) broyttu vit dato´i til 28. des.
2013. Vit valdu hetta dato, tí at omma og abbi mín hildu teirra
diamantbrúdleyp hendan dagin.
Páll ynskti at hava eitt lítið brúdleyp, meðan eg vildi hava
eitt stórt brúdleyp. Vit gjørdu so av at møtast á miðjuni, har vit
høvdu eina brunch fyri øllum, sum ynsktu at koma. Brunchin
var beint eftir vígsluna, og av tí sama vóru sera nógv fólk bæði
til vígsluna og til brunchina (fleiri enn til veitsluna). Til sjálva
veitsluna vóru 88 fólk, sum vóru boðin.
Vígslan var í samkomuhúsinum Filadelfia í Gøtugjógv.
Vígslan var longu kl. 11 og brunchin kl.12-14, tí omma og abbi
skuldi hava teirra veitslu millum brunchina og veitsluna
hjá okkum kl. 14-19. Kl. 19 um kvøldið var veitslan hjá
okkum í Sjókaféini í Runavík.
Brúdleypið hjá okkum kostaði um 100.000 kr. Vit
royndu at spara har, sum vit kundu, uttan at tað broytti
okkara ynskir ov nógv.
Tá ið vit planløgdu brúdleypið, blivu vit skjótt einig
um, at vit skuldu halda brúdleyp á tann hátt, sum vit
sjálvi ynsktu og ikki á ein traditionellan hátt, "tí at tað
eigur man".
&Eydis
l d
k
&E
&Eydi
Ey
E
&E
&Páll