Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 23 VÍGSLAN Vígslan var, sum sagt, longu kl. 11. Brunchin var aftaná vígsluna og til uml. kl. 14 í kjallaranum í Filadelfia. Eftir hetta fóru vit við fotografinum at taka myndir ymsastaðni í nærumhvørvinum. Uml. kl. 17 vóru vit liðug at taka myndir, og fóru vit í veitsluna hjá ommu og abba til vit sjálvi skuldu hava veitslu kl. 19. VEITSLAN Veitslan var avslappandi við góðum mati, sangi, talum og skemti. Veitslan var til á midnátt. Eftir veitsluna var farið til Havnar á Hotel Tórshavn at gista í brúðarsvituni. Um summarið 2013 vóru vit í Norra og ferðaðust hjá familju, og fór eg til Tróndheim at royna brúðarkjólar, men tað var ongin, sum eg føldi var tann rætti. Vit hugdi síðani nógv á netinum, og eg fann eina bíliga heimasíðu við kjólum, og gjørdi av at prøva at bíleggja tveir brúðarkjólar heim. Annan av kjólunum dámdi mær so væl, at eg giftist í honum. Kjólin kostaði uml. 1.500-2.000 kr. Páll bleiv giftur í føroyskum klæðum. Av tí at brúðarkjólin var heilt hvítur, og tað ikki fæst heilt hvítt toy til vestin, bleiv avgjørt at vesturin skuldi vera vínreyður við hvítum og ljósum mynstri, sum omman hjá Páll broderaði. Tað besta við degnum var, at vit vóru glað og væl nøgd, tá ið dagurin var at enda komin. BRÚÐARFERÐIN Brúðarferðin varð summarið eftir. Vit fóru eina cruiseferð í Karibiska havinum. Vit fingu eitt danskt felag at seta eina ferð saman, sum vit ynsktu. Vit fóru fyrst til Orlando, Florida, har vit vóru í 4 dagar. síðani fóru vit umborð á cruiseskipið Freedom of the seas, har vit vóru í 7 dagar. Vit sigldu til Haiti, Jamaica, Mexico og Cayman Island og vóru vit á landi í hvørjum landi í uml. 8 tímar. Eftir cruiseferðina gekk leiðin til Miami, Florida, har vit vóru í 3 dagar. 14 ógloymandi dagar við nógvum upplivilsum. EYDIS er úr Syðrugøtu, 29 ár og er fólka skúla lærari PÁLL er úr Tórshavn, 33 ár og er málari Vit eru væl nøgd við dagin, og hugsa tí ikki um, hvat vit kundu gjørt øðrvísi, tí vit giftast jú bara einaferð. ;) Beinta á Torkilsheyggi tók myndirnar gjøgnum allan dagin. Salong K (Kartin Høgnesen) gjørdi hárið hjá mær, Royal (Ásla Breyt Danielsen) gjørdi hárið hjá Páll. Rannveig Gregersen gjørdi Make-Up og Jessie Gleðisheygg gjørdi negl. Maturin bleiv gjørdur í Sjókafeini, Køkur (Jórun) gjørdi brúðarkøkuna, Orkis gjørdi pynt, og Blómuhandilin við Kiosk Vár í Klaksvík (minnist ikki navnið) gjørdi brúðarbukettina. VÍGSLAN EIT GOTT RÁÐ Haldið dagin soleiðis, sum TIT ynskja, og ikki hugsi ov nógv um, hvat mann "eigur" at gera