Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 24 Óli Jacobsen Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen M illum teir mongu út­ lendsku gestirnar á Ólavsøku vóru hjún­ ini Gunhild og Nils Erik Winther úr Svøríki. Tey hava eitt serligt tilknýti til Føroya. Tipoldurabbi Nils, Ras­ mus Jørgen Winther, var nevni­ liga prestur í Havn frá 1780-1799. Hetta hevur skapt ein slíkan áhuga fyri Føroyum í ættini, at hon vitjar aftur higar meira enn 200 ár seinni. Og eini týðandi ør­ indi vóru at vitja grøvina hjá hon­ um í kirkjugarðinum undir Svína­ ryggi. Henda grøvin er umrødd fyrr í røðini Hendur ið Sleptu. Men henda vitjanin gevur høvi til at taka aftur í hesa søgu við upp­ lýs­ing­um, sum ikki vóru í fyrru grein­ini. Rasmus Jørgen Winther var fødd­ur 21. oktober 1749 nærindis Thi­sted. Hann varð í 1778 giftur við Else Marie Bentzen f. 1750 úr Thi­sted. Tey átti 10 børn. Tvey tey fyrstu vóru fødd í Danmark, með­an øll hini vórðu fødd í Før­oy­ um. Tað elsta Anne Kirstine doyði ársgamalt í 1780 í Føroyum. Old­ur­ abbi Nils Erik, Christian Michael, f. 1780, var teirra næsta barn. Hann var føddur beint áðrenn tey komu til Føroya. Skapti kirkjusøgu í Havn Rasmus Jørgen Winther kom at seta stór spor eftir seg í Havn. Hann var tann 11. ella 12. av prest­ un­um í Suðurstreymoy eftir trú­ bót­ina og man vera ein teirra, sum hev­ur sitið longst í hesum starvi. Rasmus kom til Føroya í 1780 fyri at fáa skil á kirkjuviðurskiftini í Havn, sum vóru út av lagi vánalig eft­ir ein óduguligan prest. Men tá ið Rasmus kom til Før­ oya slapp hann ikki inn í presta­ hús­ini, tí undanfarni presturin og seinni hansara ættarfólk vildu ikki flyta úr húsunum. Eftir at hava havt innivist ymsa staðni í Havn, endaði tað við, at Ras­mus fekk bygt prestagarðin í Sandagerði, sum framvegis verð­ ur nýttur til sítt upprunaliga enda­mál. Her kundi hann flyta inn í 1790. Tað hoyrdu eisini tvær merk­ur av jørð til garðin. Fremsta uppgávan hjá Ras­ mussi var annars at fáa bygt eina nýggja kirkju fyri hana, sum stóð úti á Reyni, og sum var alt ov lítil. Henda kirkjan stóð liðug í 1788. Hetta var ikki hissini kirkja. Tað búðu 600 fólk í Havn tá, og pláss var næstan fyri teimum øllum í kirkj­uni. Hon er framvegis ein av prýðiligastu bygningunum í bý­ num. Neyðugt við nýggjum kirkjugarði Ein átrokandi uppgáva var eisini at fáa ein nýggjan kirkjugarð fyri tann, sum var úti á Reyni, og sum eis­ini var alt ov lítil. Hesin nýggi kirkjugarður undir Svína­ryggi, “udenfor Byen”, varð vígd­ur av Winther presti Kristi Himm­al­ferðardag, tann 9. mai 1782. Prestur ásetti eisini, at her vildi hann sjálvur verða grivin til sína tíð. Hann skuldi siga: “Jeg vil hvile me­llem mine Faar”. Her man hann hava hugsað um sóknarbørnini, sum hann var hirði hjá sum prest­ ur. Annars skuldi tað verið ein sjálv­fylgja, at hann varð grivin við kirkj­una, sum aðrir prestar. Serliga tá hann eisini var upphavsmaður til kirkj­una. Um somu tíð, sum kirkju­garð­ ur­in varð vígdur kallaði Winther nógv­ar góðar menn saman og fekk teir at lata pening til at byggja eina nýggja kirkju. Prestur kom at verða jarðaður, áðr­enn nakar kundi vænta tað. Í 1799 fór hann til Kirkubøar at bí­ rætta fólk, sum høvdu fingið land­ fara­sótt. Hann fór hóast hetta var rátt honum frá. Men hann hevur hild­ið hetta vera sína skyldu sum prest­ur. Rasmus fekk sjúkuna og doyði tann 27. mai 1799, ikki 50 ára gamal. Hetta var annars nak­að tað sama sum hendi við Við­ar­eið­ is­presti, Vesenberg, í 1870. Rasmus varð tískil grivin undir Svína­ryggi. Munnlig frásøgn frá Mari­onnu í Kongsstovu í Nólsoy sig­ur, at tað vóru nólsoyingar, sum bóru hann til gravar. Hví tað var sig­ur søgan kortini einki um, men okk­urt tilknýti hevur verið. Gravkamar Sverre Dahl, sonur próstin Jacob Dahl, hevði í Kirkjutíðiðindi í 1982 hesa lýsing av gravsteininum: Leiði hansara er sermerkt. Tað er eitt rættiligt gravkamar lag­ að av tigulsteinum og múrað av skelsandsblandaðum kálki. Om­ aná tí liggur stórur vandaliga til­ evn­aður reydligur sandsteinur, sum prýddur er við høggmyndum av marmara. Allir raðirnir eru list­ høgd­ar. Annars er steinurin púra slætt­ur. Steinurin er 185 cm langur, 96,5 cm breiður og 12 cm tjúkkur. Skreytmyndirnar eru høgd­ar við forngrikskum ella róm­versk­ um ímyndum, so sum ofta varð gjørt serliga á mætari kristnum grav­minnum í sonevnda klassiska tíð­ar­skeiðum. Myndirnar eru á hesum legg­ steini: Ein blaðrósetta í fornum siði á øllum fýra hornum, í miðjuni við vest­ara enda firvaldur, sum hevjar seg upp móti himnahválvinum. Við eystara enda ein kransur av lau­berja ella oljuberjabløðum. Om­an á kransinum liggur bók, har høgt í er skriftstaðið úr Halgubók: Salige er de reene af Hjærtet. Øll innskriftin Ofta høvdu steinar tá eina drúgva inn­skrift. Tað er eisini galdandi í hes­um førinum. Innskriftin var henda: Her hviler Støvet af den retskafne, oprigtige med særdeles skjønne Embedshaver udrustede Sjælehyrde RASMUS JØRGEN WINTHER henved 20 Aar Sognepræst for Sydstrømø Menigheder paa Færøe, død i Sandegjærde Præstegaard Anno 1799, 50 Aar gammel. Ægtefælle og Børn maatte tidligt savne en elsket Forsørger og i fjerne Egne bede Efterlevende om Fred over hans Grav. Blandt Færøs svundne Folk I simpel Kiste smuldre dine Been Men – Ordets Rene Tolk! Det rejste Dig en varig Mindesteen, Dine lyse Aand for sin Skaber svæver, der samles vi igen, naar Gud det kræver. Innskriftin eigur at verða endurnýggjað Sverre roknar vist við, at steinurin er tilevnaður uttanfyri Føroyar, Tað hava verið nógvir danskir prestar í Føroyum. Flestu teirra frættist ikki meira frá. Eitt undantak er Rasmus Jørgen Winther DONSK PRESTAÆTT Á VITJAN AFTANÁ 200 ÁR Gunhild og Nils Erik á grøvini hjá tipoldurabba hansara, Rasmus Jørgen Winther. Relieffið sum ættarfólk hjá prestinum lótu Havnar Kirkju í 1988, tá ið tað vóru liðin 200 ár síðani, hon varð bygd.