Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 25 og at hann hevur eisini verið dýr­ur. Hann heldur, at kanska er tað handilsmaðurin Ryberg, sum hevur skipað fyri saman við einkj­ uni. Tað áhugaverda við hesi frá­søgn hjá Sverra Dahl er at hann sig­ur, at grøvin er eitt ”gravkamar”, og spurningurin er, hvat ið liggur í hesum. Eitt kamar meta vit at vera eitt opið rúm. Hetta vil so merkja, at tað kann vera opið frá grav­ steininum niður á kistuna. Verð­ur hugt eftir grøvini, soleiðis sum hon eisini er lýst í umrøddu grein, og sum tað enn sæst, so kundi hetta verið so. Spurningurin er um tað er at bróta gravarfriðin at kanna hetta! Tað sæst, at tað er einki spart fyri at geva prestinum eitt virðiligt eft­ir­mæli. Tí eigur steinurin at fáa sín upp­ runaliga tekst gjørdan av nýggj­um. Tíðarinnar tonn hevur beint fyri allari innskrift. Men tá ið teksturin finst, skuldi hetta væl lat­ið seg gjørt, í hvussu partvíst. Sverre Dahl setti í 1982, fram tað ynski, at hetta skuldi verða gjørt í sambandi við, at tá vóru 200 ár far­ in, síðani kirkjugarðurin varð tik­in í brúk. Tað hendi so ikki. Um teksturin verður skrivaður á eina grótplátu, sum kann leggjast á gravsteinin, hevði tað neyvan kost­að tað stóra. So mikið skuldi kunn­að verið gjørt fyri minnið um ein mann, sum hevur havt so stór­ an týdning fyri Havnina. Rasmus Jørgen Winther var væl umtóktur Annars varð sagt um Rasmus Jør­gen Winther, at hann var ein nær­lagdur, íðin djarvur og heldur strang­ur prestur. Prædikur hansara vóru væl um­ tóktar av kirkjufólkinum flest­um. Eftirmæli hansara hevur tí yvirhøvur verið gott. Men fígg­ ind­ar hevði hann eisini. Tað vóru fólk, sum tóku sær tykni av hans­ ara revsingum og trúgvandi evan­ gelii­boðan. Ættin og Føroyar Elsa fór av landinum við øllum børn­unum, tá ið Rasmus doyði. Hon doyði í 1827. Men tey gloymdu ikki Føroyar í ættini. Í 1988 komu fýra eftirkomarar hjá Winther til Føroya í einum ser­ligum ørindum. Hesir vóru av eini ættargrein, sum var flutt til Svø­ríki. Ørindini vóru at lata Havnar Kirkju eitt relieff í sambandi við, at kirkjan gjørdist 200 ár hetta ár­ ið. Umframt hetta skuldi tey vitja grøvina hjá forfaðirinum. Sosi­ alurin hevði tá eina grein og mynd av teimum á grøvini. Tann, sum hevur medvirkað til, at henda søgan nú kemur fram aftur, er Eyrith Guttesen Leyni í Havn. Hon var í 2014 á eini vin­ar­bý­ ar­stevnu í Esløv í Svøríki. Tá kom hon at búgva hjá Gunhild og Nils Erik Winther, sum er av svensku ættargreinini. Í hesum heimi var nógv tilfar úr Føroyum. Nils Erik greiddi tá eisini frá sam­band­inum, hann hevði havt við Sverra Dahl, sum kendi hesa søg­una um prestin, sum var ætt­ar­fað­ir Nils Erik. Sverri hevði búð í Sanda­gerði, sum var fyrsta avrikið hjá Winther. Nils Erik hevur eisini havt fleiri vin­ir í Føroyum og var vinur við gamla bispin Eivind Vilhelm. Tað er áhugavert, at eitt samband við Før­oy­ar, sum byrjaði í 1780, skal vera í besta blóma tann dag í dag. Her við fekst aftur ein frásøgn úr gamla kirkjugarði, sum gevur eitt gott ískoyti til søguna um hetta søguliga pláss. Komandi partur Í komandi tveimum pørtum greiðir prestakonan Anna Evensen frá lívinum á Viðareiði í 1870-árunum. T að er eingin ivi um, at tað er stórur áhugi fyri søgu millum fólk. Tað skilst greitt á teimum, sum hava lisið Siðsøguna sein­ astu 10 árini. Tey eru nógv, sum hava givið til kennar, at hesar grein­ar hava verið lisnar við stór­ um áhuga. Uppgávan er at gera søguna við­komandi hjá lesarunum. Tað sum lesarum dámar væl er søga um persónar. Allir persónar hava sína egnu serstaku søgu, og tí eru tær eisini ymiskar. Tí ræður um at kunna lýsa søguna á ein slíkan hátt, at lesarin fær áhuga fyri at frætta meira. Seinastu vikurnar í juli hava ver­ið hugaligar hjá tí, sum skrivar hetta. Tað er í samband við end­ ur­sendingina hjá útvarpinum av teim­um sendingum, sum Kári Mikk­el­sen skipaði fyri í 2010 úr gamla kirkjugarði í Havn. Tá vórðu gjørdar fýra sendingar við heitinum “Lív undir grønu torvu”, har greitt varð frá søg­ um hjá fólki, sum eru jarðað í kirkju­garðinum, og sum hava grav­stein. Hesar sendingar vaktu stór­ an ans tá. Útvarpið hevur end­ ur­sent hesa røðina, og hvør end­ ur­sending er so send fleiri ferðir. Tað hevur víst seg, at tað eru nógv fólk, sum aftur hesa ferð hava lurtað, og tey eru mong, sum hava givið til kennar, at tey hava lurtað við størsta áhuga. Lions Club í Havn vísti eisini sína við­ur­kenning við útnevningina av “ársins borgara” fyri 2017, har grund­gevingin var, at “hetta er til­far, sum hevur frøtt lesararnar og givið kunnleika um fólk, sum fyri langt síðan vóru farin í gloymsk­una.” Hetta er sjálvsagt ógvuliga huga­ligt. Men tað er tó bert ein partur av søguni í kirkju­garð­ inum, sum er komin fram í hes­um sendingum. Tá ið hesar send­ingar vórðu gjørdar, vóru skriv­að­ar 150 greinir. Men røðin var langt frá liðug tá. Hon kom at fylla umleið 230 greinir við søguni um teir 300 gravsteinarnar, sum eru í kirkjugarðinum. Men hóast hes­ ar sendingar høvdu verið gjørdar í dag, so hevði tað bert verið ein part­ur av teimum øllum, sum høvdu kunnað rúmast eini slíkari sendirøð. Tað eru hugskot um, hvussu alt tað tilfar, sum er skrivað um fólkið í gamla kirkjugarði, kann ger­ast meira atkomiligt hjá fólki. Tað fyrsta er digitaliseringin. Tað var í mai í fjør, at boðað varð frá, at nú var eitt kort gjørt yv­ ir kirkjugarðarnar í Havn. Tí­ skil kundi lættliga við hesum korti finnast grøvin hjá teimum grivnu. Tað tykist at rigga væl við “nýggja” kirkjugarðin við Velbastaðvegin, men onk­urs­ vegna er hetta arbeiði ikki gjørt lið­ugt við kirkjugarðin undir Svína­ryggi. Tí er lítil nytta í at leita eftir gravum á hesum korti. Hetta er eitt arbeiði, sum er lætt at gera liðugt, tí allir upp­ lýs­ingar um nøvn, føðingarár og deyðs­ár eru tøkir. Tá ið hetta er gjørt er tað lætt at “knýta” tær ymsu frá­ sagn­irnar til hvønn einstakan grav­stein. Tað kunnu bæði vera frá­sagnirnar, sum eru skrivaðar um hesa grøv, men tað kann eis­ini gerast leinkja til annað til­far, sum er skrivað um somu per­sónar. T.d. er ein bók skrivað um Petur Alberg. Tað skal eisini kunna komast inn á hesa bók. Tað sama er galdandi fyri nógvar aðr­ar persónar. Við eini slíkari skipan kann nógv tilfar gerast tøkt um borg­ ar­ar í Havn. Við tøknini í dag fer at bera til at ganga frá gravstein til gravstein og á einum skýggja kunna lesa søguna um júst hend­ an persónin ella hansara ætt. Tað sama kann eisini gerast við telduni heima við hús. Søgan kann blíva lætt at­komi­ lig um hetta verður gjørt á rætt­ an hátt. Inntil nakað annað hendir kunnu um 100 av hesum greinum finnast á www.olijacobsen.com STÓRUR ÁHUGI FYRI KIRKJUGARÐINUM Tað er stórur áhugi fyri søgu millum fólk. Spurningurin er hvussu søgan kann gerast lættari atkomandi hjá fólki Her liggur hirðin millum sínar seyðir Málningur av Else, konu Rasmus Jørgen Winther Kirkjan, sum Rasmus Jørgen Winther fekk bygt Sandagerði, eisini eitt minni um Rasmus Jørgen Winther