Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 27 hev ur bara fingið seks stig í hesum kapp ingarárinum og tað eru 11 stig upp til bjargingina. Nýggi venjarin klár ar at hava tvær venjingar, áðr- enn dystin í morgin. – Hetta er allar seinasti kjans- ur in hjá ÍF. Seinast liðini møttust end aði tað 0-0, so hetta verður ein javnur dystur. Kenni eg Skála rætt, so sleppa vit at hava bóltin og skulu verja fyri mótálopunum. Trúgv mást tú mást tú altíð hava, so tað havi eg eisini hesaferð, sigur Alb ert Ellefsen. Skála er uttan Ólav Mikkelsen og Jákup Johansen í nakrar vikur aft ur at, meðan margháttliga støð- an við uppihaldsloyvinum hjá Michal Przybylski framvegis ikki er loyst. Uttan uppihalds- og arb- eiðs loyvi kann hann ikki spæla, hó ast hann hevur búð í Føroyum síð ani hann var tvey ára gamal. ÍF hevur spælt illa í alt ár, men tað er ikki óhugsandi, at fugl firð- ing ar fáa nýggja megi við nýggja venj ar anum, men Skála hevur bara tapt seks dystir í ár. Sosialurin tippar: 1-2 Fýra ella fimm? 07 VESTUR-EB/STREYMUR: LEYGARDAGIN KLOKKAN 17 DÓMARI: JÓHANN INGI JÓNSSON (ÍS) Hetta er ein tann týdingarmiklasti dyst urin í kappingarárinum fyri bæði 07 Vestur og EB/Streym. Vinn ur Skála í Fuglafirði, so skal 07 Vestur vinna á EB/Streymi fyri at halda samband við hini liðini í nið ur flytingarstríðnum. Hinvegin, so kunnu sundalagsmenn við sigri strika orðið “niðurflytingarvandi” í lokalu orðabókini. Við Arnbjørni Han sen á odda hevur EB/Streymur vunn ið seg fram á sætta pláss. Lið ið spælir sum ein eind og hevur nógv- ar ungar frískar kreftur á liðnum. 07 Vestur vann ein ótrúliga týdn ing armiklan sigur á Skála í farna umfari. Ken Fagerberg er aft- ur á vøllinum og skoraði avgerandi mál ið. Hetta er dysturin sum avger um tað verða fýra ella fimm lið í nið ur- flyt ing arvanda. Vit gita fýra. Sosialurin tippar: 0-1 10 ár síðani seinast HB-NSÍ: LEYGARDAGIN KLOKKAN 17 Tað eru tíggju ár síðani, at NSÍ vann sítt higartil einasta meistaraheiti, tá felagið á 50 ára degnum fekk gull um hálsin. Dreymurin um enn ein rundan føðingardag við gull um hálsin er brádliga ikki so óhugs andi. NSÍ hevur flogið undir rad ar anum í at kalla alt ár, men farna vikuskiftið kom NSÍ aftur á rad ar an. Meðan Víkingur og KÍ fullu, so vann NSÍ og yvirhálaði KÍ. Runa- vík ingar eru nú á øðrum plássi. Upp gávan fyri framman kemur væl eisini at stafesta, um NSÍ hev- ur tað, sum skal til, fyri at klára seg á toppinum. HB hevur eft- ir summarsteðgin vunnið á KÍ og Víkingi, so havnarmenn ætla sær ikki einki. Málið er eitt pláss í Evropa, men tað inniber at hála B36 og NSÍ aftur. – NSÍ hevur eitt gott lið og eru mill um FM favorittarnir, so tað verð ur ein trupult dystur. Teir spæla meiri kontrolerað í ár. Teir pressa ikki eins høgt í ár. Vit skulu ansa eftir teimum vanligu hjá teim- um, men har eru fleiri enn Árni Frederiksberg og Klæmint A. Ol- sen, sum bjóða seg fram í ár. Har í mill um Petur Knudsen og Jann Benja minsen, sigur Sigfríður S. Cle ment sen, venjari hjá HB. Eins og fyri fleiri av hinum liðunum, so er hetta eitt tað týdningarmiklasta vikuskiftið fyri hesi bæði liðini í ár. NSÍ hevur fyrr havt tað trupult í Gundadali og HB er viðvind í løtuni. Sosialurin tippar: 2-1 VÍKINGUR Ikki við: Bogi A. Løkin (lærskaði, 1-2 vikur) Jannik M. Olsen (lærkrikin, ógreitt hvussu leingi) Ikki við: Jákup Johansen (brotið fótin, 4-6 vikur), Michal Przybylski (vantar arbeiðsloyvi), Ólavur Mikkelsen (knæskaði, 2-3 vikur) Við aftur: Valeri Iobashvili (eftir leikbann) Allir tøkir Ikki við: Andreas Lava Olsen (stóratá, 3-4 vikur) Ikki við: Gunleif Magnusarson (knæskaði, ógreitt hvussu leingi) NSÍ TB/FSC/Royn 07 VESTUR SKÁLA 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 KÍ-Víkingur TB/FSC/Royn-B36 ÍF-Skála HB-NSÍ 07 Vestur-EB/Streymur SOSIALURIN TIPPAR Fríggjadagin: KÍ-Víkingur (18.00) Beinleiðis á Rás2 Leygardagin: TB/FCS/Royn-B36 (15.00) ÍF-Skála (15.00) 07 Vestur-EB/Streymur (17.00) Beinleiðis á Rás2 HB-NSÍ (17.00) Beinleiðis á Rás2