Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 28 NØVN Brúdleyp Leygardagin hin 12. August kl. 14 giftast Judit Kass og Johan Hummelmose Enevoldsen í Sjóvar kirkju. Veitslan verður fyri innbodnum. Brúðarhús er hin 13. august frá kl. 18 og út, har øll eru hjartaliga vælkomin. Hetta verður hildið heima hjá foreldrunum hjá Judit; Undir Torvbrekku 4 á Strondum. Brúdleyp Leygardagin 26.08.17 gift ast Marta Nolsøe Han sen og Albin Nattestad Johanne sen. Vígslan verð ur í Havnar kirkju klokk an 11.00. Móttøka verð ur í hølinum hjá Starvs manna fe lag num í J. H. Schrøtersgøtu 9, frá klokkan 13.00 til 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Silvurbrúdleyp 3. oktobur 2017, hava ogor verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í VB Húsinum fríggjakvøldið 6. oktobur kl. 19. Tað hevði glett ogon, at sæð familju, vinir og kenningar til ogra stóra dag. Um tú ynskir at hátíðarhalda dagin saman við ogon, ert tú vælkomin at siga frá,í seinasta lagið 10 sep á tlf. 226054 Oluffa og tlf. nr. 224897 Búgvi, ella á teldupost adressu: bjoensen@email.fo Silvurbrúdleyp Tann 22. august hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í skótahúsinum við Løkin leygardagin 26 august. Vælkomst er frá kl 18. Tað hevði glett okkum um familja, vinir og kenningar komu at hátíðarhalda silvurbrúdleypsdagin saman við okkum. Veri hjartaliga vælkomin. Sigrun og Torleif Brúdleyp Leygardagin 12.08.2017 kl. 11:00 giftast Áron Á Royk- heyggi, Runavík og Lydia Vang, Tórsavn. Øll eru væl komin til vígslu okkara í samkomuni Berøa, kl.11:00 og til móttøku í kjallaranum aft aná (Runavík). Veistlan verður í Sjókaféini í Runa- vík fyri innbodnum kl. 18:00. Brúdleyp Leygardagin 12. august giftast Vígdis Fjallstein, Norðskáli og Sigurd Christiansen, Skálavík. Vígslan verður í Skálavíkar kirkju kl.13. Veistlan verður fyri innbodnum á Hotel Skálavík kl.18.30. Dagin eftir verður brúðarhús á Hagabrekka 16, Skálavík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 2. septembur giftast Sólvá Sørensen, Viðareiði, og Remi Sør en- sen, Hvannasund. Vígslan verður í Saron á Viðareiði kl. 13 og veitslan verður á Hotel Norð á Viðareiði kl. 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu tekna seg á tlf. 250988 (Sólvá) ella 220520 (Remi) ella senda eini boð á Facebook áðrenn 12. august. Brúdleyp Leygardagin 07. oktobur giftast Steinvør Signarsdóttir Olsen, Hvalba og Jan Albinus, Tvøroyri. Vígslan verður í Hvalbiar kirkju kl 14:00. Brúdleypið verður hildið í skúlanum í Trongisvági kl. 19:00. Familja og vinir, ið ynskja at gleðast saman við okkum hendan dagin, kunnu tekna seg umvegis tlf. 295450 (Jan) ella tlf. 566233 (Steinvør) í seinasta lagi 10. septembur. Brúdleyp Leygardagin 19. august giftast Elisabeth Jacobsen og Janus Ljósheim. Vígslan verður í Oasuni í Hoyvík kl 13, har øll eru vælkomin. Veitsla verður fyri innbodnum í Oasuni. Opið hús verður kl 21 í Oasuni, har øll eisini eru vælkomin til ein drekkamunn. Brúdleyp Leygardagin 19. august giftast Birita við Neyst Hansen, Klaksvík, og Eyðun Trúgvason, Saltangará. Vígslan verður í Betesda í Klaksvík kl. 13. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Brúðarhús verður sunnudagin 20. august frá kl. 17. Hetta verður hildið á Leitisvegi 17 á Glyvrum, har øll eru vælkomin. Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 spekt@spekt.fo www.spekt.fo Starv og hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, skatt og vinnulívsrætt SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f grannskoða, veita roknskaparhjálp og ráðgeva í skatta- og vinnuviðurskiftum. Vit arbeiða millum annað fyri einstaklingar, handilsfyritøkur, ídnaðarfyritøkur, kolvetnisfeløg, reiðaravirki, eftirlønargrunn, fíggingarstovnar, kommunur og almennar stovnar. Arbeiðið Tú verður partur av einum dugnaligum, vælút­ búnum og ágrýtnum toymi av starvsfólkum. Dagligu uppgávurnar eru fjøl broyttar og fevna millum annað um at grannskoða ársroknskapir, veita roknskapar hjálp og ráðgeva vinnuligum og almennum fyritøkum um fíggjarlig viður­ skifti. Í starvinum fært tú breitt innlit í føroyska vinnulívið. Útbúgvingin Samstundis sum tú arbeiðir, verður byrjað upp á hægri lesnað innan búskaparfrøði. Í fyrstu syftu lesur tú HD, harav 2 tey fyrstu árini eru skipað við undirvísing á Handilsskúlanum í Tórshavn. Seinnu 2 árini av HD­lestrinum eru skipað í samstarvi ímillum Handilsskúlan í Tórshavn og Århus Universitet. Eftir loknan HD­lestur er møguleiki at søkja inn á cand.merc.aud.­útbúgvingina á lærdum háskúlum í Danmark. Lesur tú fulla tíð, tekur tað 2 ár at fullføra cand.merc.aud.­útbúgv ingina. Velur tú at arbeiða í lestrartíðini, mást tú rokna við, at tað tekur eini 3 til 4 ár at fullføra cand.merc.aud.­ útbúgvingina. Cand.merc.aud.­útbúgvingin gevur møguleika fyri at gerast statsaut. revisor ella løggildur grannskoðari. Harumframt gevur cand.merc. aud. ­útbúgvingin fjølbroyttar arbeiðs møgu­ leikar, m.a. sum roknskapar­/ fíggjar leiðari í størri fyritøkum. Um teg Vit vænta, at tú hevur eitt gott miðnámsskúla­ prógv serliga innan øki, ið eru viðkomandi so sum støddfrøði ella virkisbúskap. Tú ert sinnað/ur at fara undir at lesa HD og síðani cand.merc.aud. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at orða teg skrivliga, at tú ert fryntlig/ur, fyrikomandi og at tú hevur lætt við at samstarva við onnur. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um miðnámsskúla­ prógvið (seinasta støðumet) og møguligum arbeiðsroyndum verður at senda okkum skjótast til ber og í seinasta lagi 20. august 2017. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella við at skriva teldupost til mh@spekt.fo. Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Ert tú nýliga liðug/ur við miðnámskúla? Hevur tú áhuga í sam felags- og vinnuligum viður skiftum? Dámar tær at arbeiða við tølum, og ætlar tú tær at fáa eina hægri útbúgving innan búskapar frøði? Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir, sam stundis sum tú hevur møguleika at fáa eina hægri búskaparliga útbúgving.