Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 31 G SK – gymnasial suppl er ings kursus – er eitt til boð til tín ið hevur kravdu útbúgving til at sleppa inn á hægri lestur, men sum mangl- ar eitt fak ella eitt ávíst stig fyri at lúka “uddannelsesspecifikke ad gangs krav”. Tað ber eisini til at taka einstøk fak og betra um prógv ið, um tú t.d. ikki hevur stað ið eitt fak í miðnámsskúlanum ella um tú hevur tørv á at betra um próv tal ið í einstøkum faki, um tað t.d. krevst til at koma inn á eina ávísa út búgv ing. Undirvísingin er á donskum mið náms- skúlum og VUC, og skeið ini varða frá 3-12 vikur. Tað er møtiskylda og und ir vís ing in endar við einari roynd í desember og um summ ar- ið. SU (statens uddannelsesstøtte) Tað ber til at søkja um lestrarstuðul til GSK-skeiðini, tá tú hevur minst 16 tímar um vikuna, og tá skeiðið í mesta lagi er 12 vikur. Títt brúk av lestrarstuðli, meðan tú tekur GSK, fær ikki nakra ávirkan á lestr- ar stuð ulin tá tú fert undir hægri lest ur. Les meira á www.su.dk Lestrargjald Undirvísingin á GSK er ókeypis, um tú byrjar í seinasta lagi 1. oktober, tvey ár eftir lokna útbúgving. Um søkjarar ið byrja seinni, skulu gjalda, og prís urin er 450 kr fyri hvørja læru- grein – sami prísur í øll um Danmark. Hvussu søki eg? Tú søkir um upptøku á heimasíðuni hjá samskipandi skúlunum. Tað ber eisini til at søkja við ein um umsóknarskema sum kann tak ast niður á www.gsdanmark.dk Tú kanst fáa meira vegleiðing um GS við at venda tær til ein av GS-fyriskiparnum: Nørresundby Gymnasium og HF - www. nghf.dk VUC Aarhus - www.vucaarhus.dk Odense Katedralskole - www.odensekatedralskole.dk KVUC - www.kvuc.dk Niels Brock - www.brock.dk Nær er umsóknarfreistin? Fyri summarholdini er freistin 5. juli. Fyri heystarholdini er freisting 15. august. Fyri vetrarholdini er freistin 1. desember. Nær fái eg svar? Tú fært svar um upptøku, und ir vísing og lestrarbyrjan í seinasta lagi 1 viku áðrenn skeiðið byrjar. HVØRJIR ERU HEIMSINS BESTU BÝIR FYRI ALTJÓÐA LESANDI? “QS Best Student Cities” hevur útgivið ein lista yvir bestu lestrarbýir fyri altjóða lesandi. Fyri at vera við í kappingini um at koma á listan mugu býirnir hava yvir 250.000 íbúgvar, og teir mugu somuleiðis hava minst tveir hægri lærustovnar sum eru á nýggjasta QS World University Ranking listanum. Metingin tekur útgangsstøði í hesum: • Støðið hjá lestrarstovnunum • Samanseting av lesandi • Hvussu dragandi býurin er • Starvsmøguleikar • Prísstøði • Nøgdsemi hjá lesandi Her eru top 10 á listanum (og føroysk lesandi eru í flestu býunum): 1. Montreal 2. Paris 3. London 4. Seoul 5. Melbourne 6. Berlin 7. Tokyo 8. Boston 9. Munich 10. Vancouver Listin kann síggjast á: www.topuniversities.com/city- rankings/2017 100 býir eru á listanum. Keypmannahavn er nr. 37 og Stockholm er á einum 47. plássi. KOMST TÚ IKKI INN Á DREYM A- ÚTBÚGVINGINA? Orsøkin kann vera at tú ikki lýkur upptøkutreytirnar, t.d. at tú ikki hevði nóg høgt miðaltal ella at førleikarnir til kvotu 2 ikki vóru nóg góðir. Men tá fyrsta vónbrotið hevur lagt seg, eru nógv ráð at finna hjá lestrarvegleiðarnum á útbúgvingarstovnunum. 1. Far ikki í panik! – kanna fyrst um noktandi svarið er rætt. 2. Finn orsøkina – Hví komst tú ikki inn? Tað ber eisini til at venda sær til lestrarvegleiðingina á skúlanum, tú søkti inn á og fáa eitt meira nágreiniligt svar. 3. Ger møguleikan fyri at sleppa inn næsta ár størri – kanna hvussu stórir møguleikarnir eru fyri at sleppa inn á dreyma- út búgv ingina næsta ár. Ligg- ur títt miðaltal langt frá upp- tøku treytini til kvotu 1? Kanst tú betra um tínar førleikar og søkja gjøgnum kvotu 2? Eisini her ber til at tosa við ein lestrarvegleiðara um tínar møguleikar. 4. Enn eru tøk pláss – Kanska eru onkur tøk lestrarpláss sum passa tær, ella sum minna um útbúgvingina, sum tú søkti inn á. Hvat hevur mest týdning fyri teg? At byrja uppá hægri lestur í ár, ella kanst tú bíða fyri at koma inn á dreymaútbúgvingina? Tøk pláss beint nú: Føroyar: Á heimasíðuni hjá Fróð skapar- setri Føroya – setur.fo – kanst tú frá 7. august síggja hvørji lestrarpláss eru tøk. Danmark: ledige pladser – ufm.dk Noreg: ledige studieplassar - samordnaopptak.no Svøríki: antagning.se Stórabretland: ucas.com vel “CLEARING” 4 GÓÐ RÁÐ Um tú ikki komst inn á útbúgvingina, ið tú valdi, ert tú ikki einsamøll/einsamallur Hvat er GSK og hvussu søki eg? Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.