Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. august 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. AUGUST 2017 SOSIALURIN 92 32 BAKSÍÐAN ÁRNI GREGERSEN Tað er ójavnt, sum samfeløg á okkara leiðum skipa seg. Summi teirra tykjast vera komin eitt sindur longri enn onnur og hava funnið smartari loysnir á mongum økjum, meðan onnur eru eitt sindur aftanfyri. Uttan iva hava vit funnið loysnir, sum onnur ikki kenna til, sum eru skilagóðar og smartar. Kann nevna eina elligamla loysn: grindabýti. Í fleiri mansaldrar hava vit havt eina skipan at býta grind eftir, sum hevur tryggjað at alt verður tikið upp og kemur til høldar. Ein gomul skipan, sum virkar so væl, at nútíðar politikararnir halda, at hetta skal standa í romantiseraðu stjórnarskipanini. Men á øðrum økjum eru vit eftirbátar. Mest aktuelt kemur hetta til sjóndar, nú landið alt heldur summarfrí. Maka til systemloysi og vánaligt samstarv skal ein leita leingi eftir, tí summarfrítíðin í Føroyum strekkir seg í veruleikanum frá hálvum juni til móti endanum av august. Skúlaungdómurin fær frí beint eftir hálvan juni og tað gera tey, sum starvast í skúlunum eisini, meðan restin av okkum halda frí munandi seinni. Vanligt er at stórar fyritøkur og almennir stovnar halda summarfrí frá vikuni undan ólavsøku og so móti endanum á august. At so nógv sum møguligt ikki verður hildið samstundis ger, at okkara samfelag og tær funktiónir borgarnir hava brúk fyri, ikki virka til fulnar í einar tríggjar mánaðir tilsamans. Samfelagið gongur við sniglaferð hesa tíðina. Onkur kann halda, at hetta ger onki. Vit skulu eisini hava stundir at halda summarstevnur og festivalar, teir ljósu dagarnar, sum vit hava. Gamaní, hetta er eitt argument, men vit eiga eisini at hugsa um at tillaga hetta samfelagið, so tað gerst effektivt. Mangan verður tosað um kappingarføri, men gera vit nakað við tað? Ein felags summarferia hevði verið eitt stig á vegnum. Eitt annað, sum rakar okkum, er tá ið tað stendur á í heilsuverkinum til dømis. Kenni eitt dømi frá í summar, har ein persónur var skorin og fekk tikið okkurt úr maganum, sum møguliga kann vera illkynjað. Tá ið vit fáa slíkt at vita, so vilja vit hava svar uppá royndirnar, sum skjótast. Viðkomandi fekk at vita, at svar skuldi koma fýra dagar seinni, men nú eru 14 dagar farnir uttan at viðkomandi hevur hoyrt eitt einasta orð. Við dagligum telefonuppkøllum til Landssjúkrahúsið verður ein bert tveittur runt til telefonir sum ikki svara. Svar fæst ikki. Veit heilsuverkið av, at tað sum rakar ómetaliga hart hjá sjúklingum, er óvissa? So frægt sum eina sjúkramelding eftir skurð fæst heldur ikki hendur á! Hvat er hetta vit bjóða borgarunum? Skilji væl, at nógv er at gera á Landssjúkrahúsinum, men fyrst og fremst er tað sjúk fólk og fólk við álvarsligum brekum, tit mugu taka tykkum av. Raðfestinganar mugu gerast rætt. Veit væl, at ongin sjúkrahússtjóri finst í løtuni, so har nyttar ikki at klaga. Politiskt siga vit altíð, at vit eru nøkulunda á sama støði í heilsuverkinum, sum grannalond okkara, men viðhvørt – tá ið ein hoyrir ræðusøgurnar – so líkist hetta mest politiskum spinni. Landsstýrisfólk svara spurningum í tinginum og frá almenninginum uttan at hava ánilsi um, hvussu tingini hanga saman. Millum annað tí fær Henrik Old politiskar stjørnur. Hann hyggur nærri at veruleikanum enn so mong onnur. Seinast nú tey krevja meira sigling út í Hest. Til hvat, spyr landsstýrismaðurin og vísir á tøl, sum siga at Teistin fór eftir einum fólki á lítlu oynni. Tað ber sjálvandi ikki til. Skal tað gerast, so mugu smartari loysnir til! Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar BARBARA HOLM Tað sigur løgreglan í Føroyum í eini ávaring.logganbaksida Í hesum sambandi fáa fyritøkur teldubrøv um at gjalda fyri ymsar vørur, sum ongantíð eru bílagdar. Hetta slagið av sviki ljóðar rættiliga einfalt, men har liggur nógv arbeiði aftanfyri og tað eru eisini ofta vælútbúgvin og varin fólk, sum verða snýtt, sigur løgreglan. Tey, sum fremja hesi svikini, royna at finna so nógvar upplýsingar sum tilber um virkini, og serliga tey, sum starvast í bókhaldinum og leiðsluni. Í hesum sambandi brúka tey eisini tíðindastubbar um virkið, umframt Facebook, Linkedin og aðrar sosiala miðlar, og av og á finna tey soleiðis útav, nær stjórin til dømis er uttanlanda. – Tað er vanligt, at tey síðani senda onkrum í bókhaldinum teldubrav, har tey siga seg verða stjórin á virkinum, og biðja tey flyta pengar fyri einhvørja vøru. Ofta nevna teir í teldupostinum, at gjaldingin hevur skund, sigur løgreglan. – Soleiðis royna tey at trýsta bókhaldsfólkið til at flyta peningin beinanveg, soleiðis at bókhaldsfólkið ikki spyr seg fyri aðrastaðni, áðrenn peningurin verður fluttur. Av á og skriva teir niðast í teldubrævinum, ”Sent from my iPhone” ella okkurt líknandi. Hetta ger eisini, at man ikki hugsar líka nógv um stavivillur ella aðrar feilir í teldubrævinum, sigur løgreglan. Men her í Føroyum hava vit tann stóra fyrimunin, at føroyskt er eitt lítið mál, og vit hava tí enn ikki sæð nakað teldubræv á føroyskum. Málið higartil hevur verið danskt ella enskt. – Er óhappið hent, og peningurin er fluttur, er tað avgerandi at seta seg í samband við bankan sum skjótast fyri at steðga flytingini, tí tey, sum standa aftanfyri svikið, eru skjót at flyta peningin runt til støð, har tað er so gott sum ómøguligt at fáa fatur á teimum aftur, sigur løgreglan. Ein máti at forða fyri slíkum sviki, er at seta seg í samband við tann persónin, sum biðjur um flytingina, fyri at fáa hana váttaða. Hetta skal sjálvsagt ikki gerast við at svara tí teldubrævinum, tí so skrivar man bara til bakmenninar. Tískil skal bókhaldsfólkið seta seg beinleiðis í samband við tann, sum skal eitast at hava biðið um flytingina. Løgreglan sigur annars, at fyri at kunna kannað málið, er tað umráðandi at tað upprunaliga teldubrævið, verður goymt. tí viðhvørt ber tað nevnliga til at finna útav, hvør hevur sent teldubrævið, sigur løgreglan. ROYNA AT SNÝTA PENGAR FRÁ FØROYSKUM FYRITØKUM Seinastu tíðina hava tað verið fleiri royndir at pumpa pengar frá fyritøkum ígjøgnum internetið.